mánadagur 10. juli 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 130 - 10. juli 2006
tíðindi
Eftir tøgn á boriøki
num síðani 2003
verður nú aftur
farið undir at bora
niður í føroysku
undirgrundina. Bori
pallurin Stena Don
kom á Nólsoyarfjørð
leygardagin og
mánamorgun legði
hann leiðina út á
Brugdumiðið, har
borurin verður settur
í mikukvøldið
Oljuboring
Orð og myndir: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Havnafólk vaknaðu leygar
morgun upp til eina held
ur óvanliga sjón úti í havs
brúnni. Ein risastórur
boripallur sást siglandi
við egnari megi millum
Eystnes og Stongina við
kós móti Nólsoyarfirði. Tað
var boripallurin Stena Don,
sum loksins breyt tøgnina,
sum nú hevur valdað á bori
økinum í fleiri ár.
Stena Don lá á fjørðinum
í tveir dagar, har seinastu
tingini vórðu fingin uppá
pláss undan boringini á
landgrunninum.
Tyrlan
hjá Atlantsflogi flutti fólk
millum pall og flogvøll, eitt
nú umboð fyri øll feløgini,
sum eru við í hesi boringini.
Tíðliga mánamorgun setti
boripallurin
kós
móti
Brugduleiðini, einar 70
fjórðingar úr Havnini. Har
fer pallurin at seta borin
í mikukvøldið 12. juli.
Dýpið, har borað verður,
er 480 metrar. Ætlanin
var eitt skifti at fara inn á
Skálafjørðin við pallinum,
men av tí at ein grynna er
har og mett varð, at tað
fór at taka ov langa tíð at
tøma pallin fyri ballast, nú
hann stingur so djúpt, varð
avgjørt at gera neyðugu
uppgávurnar undan boring
undir Argjalandinum.
Ein mánað fyrr
Ætlanin var, at pallurin
skuldi ikki koma til Føroya
fyrr enn um nakrar vikur,
men tað eydnaðist Statoil
at fáa hann henda vegin væl
fyrr. Rúni M. Hansen, stjóri
í Statoil sigur, at avgjørt
var at fáa pallin skjótast
til Føroya heldur enn at
fara inn í norska havn at
gera hann kláran, tí har
kundi hann verið raktur av
verkfalli.
Høvuðsábyrgdina
fyri
allari verkætlanini hjá teim
um átta oljufeløgunum,
sum eru við, hevur Statoil.
Hini feløgini, sum eru við
í hesi verkætlanini, eru
Amerada Hess, Anadarko,
Shell (Enterprise), BG,
Dong, Atlantic Petroleum
og Faroe Petroleum. Nú
Stena Don er á veg á bori
leiðina spurdu vit Rúna
M. Hansen, stjóra, hvussu
verður farið víðari fram,
um teir gera eitt fund. Hann
sigur, at vit eiga at vera sera
varin at koma við gitingum
og metingum, tí hetta er ein
váðilig boring.
Men skuldi tað hent, at
eitt fund verður gjørt, so
hava tey sjálvandi gjørt
eina ætlan. Og sambart
hesi ætlan er gjørt av ikki
at testa brunnin í hesum
umfarinum. Tað er annars
rættiliga vanligt beint eftir
eitt fund.
– At fara undir at testa
ein brunn er ein sera stór
uppgáva, og tí er avgjørt
at bíða við hesum sigur
Oddvar Bøe, sum stendur
fyri allari boriverkætlanini
fyri Statoil.
Rúni M. Hansen sigur í
hesum viðfangi, at tey tí
neyvan fara at seta borin í
aftur fyrr enn í 2008, um
talan verður um eitt fund. –
Skuldi tað hent, at vit finna
olju, so fara vit at brúka
2007 til at arbeiða víðari við
hesum og leggja til rættis
ein ella fleiri avmarkingar-
og metingarbrunnar at bora
í 2008, har eisini testing
verður ein patur av arbeið
inum.
– Um so er, at boriarbeiðið
fer at ganga seinni enn
ætlað, eitt nú vegna tjúkku
og hørðu basaltfláirnar,
verður so møguleiki at
halda fram longur enn teir
tríggjar mánaðirnar við
hesum boripallinum?
Even Westgård, Stena
Drilling: – Vit hava gjørt
avtalu við Statoil í Noregi,
at teir kunnu brúka henda
pallin næstu trý árini. Verð
ur neyðugt at bora meira
enn teir tríggjar mánaðirnar,
eigur tað eisini at bera
til, men av tí at tað hevur
eydnast at fáa boripallin
nógv fyrr enn ætlað kunnu
vit seta borin í nærum ein
mánað fyrr. Og tað hevur
sera nógv at siga, tá hugsað
verður um veður og vind.
Stena Don setir borin í Brug
Tornini stinga seg upp í høvuðsstaðnum
Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil var millum tey fyrstu, sum tók ímóti boripallinum á
Nólsoyarfirði leygarmorgunin.