mánadagur 10. juli 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 10. juli 2006
17
tíðindi
– Vit vilja fegnir vera
tey fyrstu, sum finna
olju og gass á føroyska
landgrunninum,
sigur oddamaðurin
hjá borifelagnum
Stena Drilling, sum
er komin til Føroya at
standa fyri boringini.
Portalurin hitti hann
og oddamannin hjá
Statoil í boriætlanini,
á Bryggjubakka á
middegi
Brugduboringin
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Hetta sær spennandi út,
og vit hava stórar vónir til
boringina. Vit síggja tað
sum ein ”fjøður í hattinum”
at hava fingið litið upp í
hendi hesa spennandi upp
gávu at bora á føroyska
landgrunninum og møgu
liga verða teir fyrstu, sum
finna oljuna.
Hetta sigur ein fryntligur
og vælupplagdur Even
Westgård frá borifelagnum
Stena Drilling, sum júst er
komin til Føroya at standa á
odda fyri borivirkseminum
á boripallinum Stena Don.
Hann hevur sera drúgvar
royndir frá oljuvinnuni
og hevur verið við í hesi
vinnu seinastu 33 árini, av
teimum 17 ár sum pallstjóri
(Rig manager) á ymsum
boripallum
í
Noregi,
Spania, Írlandi og Kanada.
Hetta er so fyrstu ferð,
at hann roynir seg á før
oyska landgrunninum og
vónar hann, at hetta ikki er
seinastu ferð heldur.
– Øll manningin umborð
er sera positiv og spent
uppá at fara undir at bora
við Føroyar, vitandi, at løn
andi oljufund er ikki gjørt
áður, og at henda boringin tí
kann gerast fyrsta veruliga
fundið.
Hetta er so eisini fyrstu
ferð teir seta borin í basalt,
tó at teir hava borað gjøg
num harðan stein áður.
Even Westgård er greiður
yvir, at tað kann blíva ”ein
hørð nøt at knekka” at skula
bora gjøgnum tjúkk løg av
basalti, men hann heldur
kortini, at Statoil hevur
gjørt sítt heimaarbeiði so
mikið væl, at hetta verður
ein avbjóðing teir fara at
greiða.
Nú Stena Drilling fer
at hava nógv virksemi í
Føroyum komandi mánað
irnar, hevur fyritøkan leigað
seg ínn í bygningin, har
ENI og Faroe Petroleum
halda til, bert fáar metrar frá
høvuðssætinum hjá Statoil,
haðani øll boriverkætlanin
verður stýrd.
Maðurin, sum fer at
standa á odda fyri sjálvari
boriverkætlanini hjá fyri
støðufelagnum Statoil, er
eisini komin til landið, nú
øll verkætlanin er fram
skundað fleiri vikur. Hann
eitur Oddvard Bøe og er
gamal kenningur um okkara
leiðir, tí hann var við í
boriliðnum, sum arbeiddi
umborð á Sovereign Ex
plorer, ið boraði fyri Statoil
í 2001. Tá var brunnurin
turrur. Nú vónar hann, at
tað fer at ganga øðrvísi.
Saman við Even Westgård
frá Stena kemur hann at
hava ábyrgdina av teimum
umleið 300 fólkunum,
sum verða knýtt at allari
boriverkætlanini
næstu
tríggjar mánaðirnar. Borast
skulu niður á 3800 metrar
og harav verður mett, at
1000 metrar, meira ella
minni, eru basalt. Tað vísa
seismisku kanningarnar.
Statoil og Stena lógvatak
saman: – Sær spennandi út
gduna mikukvøldið
Even Westgård frá Stena Drilling og Oddvard Bøe frá Statoil ynskja hvørjum øðrum góða eydnu
við komandi boringini á landgrunninum
Mynd Jan Müller
Borifelagið Stena Drilling verður sjónligur partur av Havnini
komandi mánaðirnar. Her verður flaggið vundið á stong í
bygninginum, har felagið fer at halda til
Mynd Jan Müller
Stena Don, sjáldsamur gestur um okkara leiðir.
Boripallar á Nólsoyarfirði er sum lundi á jólanátt.