Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 130 - 10. juli 2006 ] Í farnu viku gjørdu vit í blaðnum nógv burturúr, at vit møguliga fóru at møta heimsmeistaranum og varaheimsmeistaranum í komandi EM undankappingini. Hetta varð gjørt undan sjálvum hálvfinalunum, og nú vísir tað seg, at bæði heims- og varaheimsmeistararnir koma til Føroya í sambandi við komandi EM undankappingina. Heimstoppurin móti Føroyum Julianna Klett, franskur konsul Í farnu viku prátaðu vit Ferðaráð Føroya, har tey greiddu frá, at tað hevur sera stóran týdning, at Føroyar møta fótbóltsligum stórveldum sum Italia og Frankaríki. Tey staðfestu, at serliga er beint upp undir dystirnar, at áhugin fyri Føroyum er stórur, men at tað er ymiskt frá landi til land, hvør áhugin er. Hetta er franski konsulin í Føroyum, Julianna Klett, eisini samd við Ferðaráðnum í. - Tað er serliga sum ferðamannaland, at eg havi merkt áhugan frá fraklendingum. Tað er ein javnur áhugi alla tíðina, men tá lutakast sum hesi verða gjørd, so merkja vit ein øktan áhuga, staðfestir Julianna Klett. Harvið staðfestir hon, at , at tað í høvuðsheitum sum ferðamannaland at áhugin fyri Føroyum økist í samband við lutakastini, og at lutakastini hava týdning, men tá tað kemur til handil og vinnu sigur Julianna Klett, at hon merkir lítið og onki til øktan vinnu- og handilsligan áhuga frá fraklendingum. Jóannes Ejdesgaard, løgmaður Hvat heldur tú um, at Føroyar nú skulu møta heimsmeistaranum og varaheimsmeistaranum í EM undankappingini? - Fótbólturin hevur longu givið Føroyum sera positiv ummæli úti í heimi, og somuleiðis gjørt okkum kendari, enn vit nakrantíð hava verið. Og tað, at vit nú skulu spæla ímóti Fraklandi og Italia, er stórfingið. - Eg havi mangan lagt fyri at tosa um fótbólt, tá eg komi í prát við útlendingar. Tí tástani vita teir, hvar eg komi frá. Tíverri hava vit ikki altíð dugað nóg væl at selt okkum, men hetta er avgjørt ein gyltur møguleiki hjá okkum at marknaðarføra okkum enn meira. Í hvønn mun ert tú áhugaður í landsliðnum? - Eg eri rættuliga áhugaður. Sjálvur havi eg altíð spælt fótbólt, og eg royni altíð at síggja landsdystirnar, tá eg havi møguleika til tess. Tað er ein stórur heiður fyri spælararnar og fyri meg sum løgmann, at vit nú skulu spæla ímóti heimsmeistaranum og varaheimsmeistaranum. Eg fari í øllum førum at stuðla føroyska landsliðnum, har eg kann. - Kári Torsteinsson, politikommiserur. Hvussu fyrireikar løgreglan seg til landsdystirnar hjá Føroyum ímóti Italia og Fraklandi? - Áðrenn vit taka gera av, hvussu vit fyrireika okkum til so stórar dystir, kanna vit altíð fyrst og fremst allar umstøðurnar. – Vit hyggja út í heim og vita, hvat rørir seg har. Serliga hyggja vit eftir hooligans og øðrum og taka síðan hædd fyri, hvørjum vit hava brúk fyri. - Vit byrja longu í august at leggja til rættis. Og vit leggja altíð alt til rættis í samstarvi við FSF, FIFA og vaktarfólk á vøllinum. Og fyrireikingarnar eru drúgvar, og nógvir fundir eru á skránni. Men vit hava fyrireikað slíkar dystir áður, so vit kenna til støðuna. Eitt nú høvdu vit fyri ikki so langari tíð síðani ein stóran dyst móti Týsklandi. Tá fingu vit sera góða hjálp úr Danmark, og um tað verður neyðugt, fáa vit tað aftur hesaferð. Men eg kann tó við vissu siga, at vit fáa brúk fyri øllum teimum føroysku løgreglufólkunum, sum verða tøk tá. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum. Hvat heldur tú um, at Føroyar nú skulu møta heimsmeistaranum og varaheimsmeistaranum í EM undankappingini? - Slíkt hendir so ótrúliga sjáldan. Og tað er so heppi, sum tað yvirhøvur kann verða. Vanliga haldi eg ikki við Fraklandi og Italia, men til HM helt eg bara við teimum, tí teir eru í sama bólki sum Føroyar í EM undankappingini. Hetta styrkir bæði føroyskan fótbólt, men ger oyggjarnar somuleiðis kendar úti í heimi. - Annars havi eg altíð verið sera áhugaður í føroyska landsliðnum, og eg havi sæð næstan allar landsdystirnar, sum hava verið í Føroyum. Somuleiðis havi eg verið uttanlands við landsliðnum, tá eg arbeiddi í sjónvarpinum. Og eitt tað størsta upplivilsið, eg nakrantíð havi havt, var í Landskrona, tá Føroyar vunnu 1-0. - Eg fari at tryggja mær eitt atgongumerki sum skjótast til dystirnar, sum verða í Føroyum, og so kundi eg somuleiðis hugsað mær at farið við landsliðnum til Italia og Fraklands.