Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 130 - 10. juli 2006 ] ÍTRÓTTUR SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 - Við hvørt hava fólk brúk fyri at vaska sær um hendurnar, og so er kanska gott at hava ein venjara at turka sær uppí. Jóannes Jakobsen, uppsagdur venjari hjá B68 Start kannar Skála Hósdagin skal Skála fyri fyrstu ferð royna seg í UEFA Cup. Á heimasíðuni hjá Start er frágreiðing um Skála, sum Sveinur Tróndarson, ið røkir heimasíðuna hjá Skála, hevur skrivað. Men Start venjarin er meiri áhugaður enn so í Skála. Eftir 16. umfar í Formula deildini hevur Todi Jónsson spurt seg fyri í Føroyum um, hvussu Skála spælir. Tað gjørdi hann, áðrenn hann fyrrapartin í dag fór at venja. Start ferðalagið kemur til Føroya mikudagin, og hóskvøldið eftir uppgerðina fara teir av aftur landinum. Todi Jónsson veit ikki, hvussu liðið fer at síggja út í Føroyum hósdagin. Men um tað fer at líkjast tí, sum tað hevur verið seinastu ferðirnar, so er sannlíkt, at Todi verður millum teir fyrstu ellivu. Hvat rokna tit við? - Eingin ivi er um, at vit eru favorittar. Norskur fótbóltur er væl hægri styrkismettur enn føroyskur fótbóltur. Men tað vil ikki siga tað sama, sum at vit fara at vinna lættar sigrar. Eg havi royndir av at spæla móti føroyskum feløgum við FCK. David Nielsen er eisini á liðnum. Hann spældi við FCM í fjør, tá ið teir sera tepurt vunnu á B36, sigur Todi Jónsson. Hvussu skulu tit vinna á Skála? - Tað fer venjarin at siga okkum. Hann plagar at vera væl fyrireikaður. Men tað sigur seg sjálvt, at vit mugu syrgja fyri at halda leikferðina, sum vit plaga at spæla í og harvið ikki lata Skála gera ferðina av, sigur Todi Jónsson. Start hevur hildið frí frá landskappingini í vikuskiftinum. – Næstu tveir dagar­ nar skal eg brúka til at hála knívarnar úr rygginum á mær, sigur Jóannes Jakobsen, sum undan vikuskiftinum var sagdur úr starvinum sum venjari hjá B68. Hann heldur, at tápuligheitir, lusk og óndir pástandir vóru orsøkin til, at hann mátti gevast sum venjari á Toftum Uppsøgn Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hósdagin var spælarafundur í B68, og úrslitið av fundin­ um gjørdist, at Jóannes Jakobsen var sagdur úr starvinum sum venjari hjá botnliðnum av Toftum. Hetta hendi beint undan týðandi botndystin ímóti ÍF um vikuskiftið, og sunnudagin vóru tað Julian Johnsson og Edmund Jacob­ sen, sum høvdu ábyrgdina av B68-liðnum. Jóannes Jakobsen er sera vónbrotin av, at hann noyddist at gevast sum venjari hjá B68. - Eg eri ræðuliga skuff­ aður av viðferðini, sum eg havi fingið í sambandi við uppsøgnina. Eg varð stungin í ryggin av spælarunum. Vit liva í 2006, og tað eigur at bera til at tosa opið, um spælarar eru misnøgdir. Men eg visti av ongum, fyrr enn eg varð sagdur úr starvi. Næstu tveir dagarnar skal eg brúka til at hála knívarnar úr rygginum á mær, sigur Jóannes Jakobsen. Lusk og óndir pástandir Lemjandi ósigurin á Eiði seinasta mánakvøld var eftir øllum at døma dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, og í øllum førum gingu tað bert fáir dagar, áðrenn Jóannes mátti gevast sum venjari hjá B68. Jóannes Jakobsen er serliga vónbrotin av tí, sum hendi á spælarafundinum á Toftum hóskvøldið, har spælararnir fingu høvi at siga sína hugsa um venjaran. - Tað er í lagi at viðgera ein persón á einum fundi, men tað er sera skuffandi, at spælarar fara aftur um ryggin á mær og royna at fáa meg frá við tápuligheitum og óndum pástandum. Hetta luskaríið mátti ikki verið neyðugt, sigur ein bersøgin Jóannes Jakobsen. - Við hvørt hava fólk brúk fyri at vaska sær um hendurnar, og so er kanska gott at hava ein venjara at turka sær uppí, sigur hann. Marginalar ímóti B68 hevur havt eitt misjavnt kappingarár. Byrjanin var á góðari leið, men seinastu umførini hevur gingið striltið við at skava stig saman. B68 hevur bert tapt tveir dystir stórt í hesum kappingarárinum, meðan aðrar dystir hava smáir marginalar verið ímóti teimum. - Ein og hvør veit, at umstøðurnar hjá mær hava verið sera truplar. Vit hava havt sera fáar spælarar at taka av, og tað er ikki nóg gott, at eg skal verða 13. maður til ein venjingardyst beint undan kappingarbyrjan, sigur Jóannes Jakobsen. - Eg havi fingið lovað fleiri spælarar, og onkur er eisini komin og farin. Hinvegin vildi felagið, at vit skuldu byggja liðið á egnar spælarar, og tað havi eg gjørt. Eg havi givið nógvum spælarum langan snór, hóast avrikini hava verið ivasom. - Málið var at yvirliva í Formuladeildini í ár, og tað kann B68 framvegis gera. Um málsetningurin hjá felagnum var ein annar, so kundi eg betur skilt, at úrslitini fingu avleiðingar. Vit hava manglað so øgiliga lítið í at hava fingið tað ordiliga gott, men marginalarnir hava ikki verið við okkum, sigur Jóannes Jakobsen. Leita eftir nýggjum venjara Niclas Davidsen, for­ maður í B68, vil ikki fara í smálutir við, hví samstarvið við Jóannes Jakobsen stegðaði, men hann sigur, at sum støðan varð blivin, varð tað mett sum skilabest, at samstarvið steðgaði. –~Vit leita nú eftir nýggjum venjara, men fyribils fara Julian Johns­ son og Edmund Jacobsen at taka sær av liðnum. Eg veit ikki rættiliga, nær vit fáa eina varðandi loysn á venjaraspurninginum, men ætlanin er, at tað skal verða, áðrenn kappingin byrjar aftur eftir summarsteðgin, sigur Niclas Davidsen. – Eg varð stungin í ryggin - Eg eri ræðuliga skuffaður av viðferðini, sum eg havi fingið í sambandi við uppsøgnina. Eg eri stungin í ryggin av spælarunum. Vit liva í 2006, og tað eigur at bera til at tosa opið, um spælarar eru misnøgdir. Men eg visti av ongum, fyrr enn eg varð sagdur úr starvi, sigur Jóannes Jakobsen, sum er givin sum venjari hjá B68