mánadagur 10. juli 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 130 - 10. juli 2006 ]
Chelsea og Arsenal
skoraðu mest
Chelsea og Arsenal hava havt 16 spælarar við til HM-endaspælið
í Týsklandi, og tí er tað kanska heldur ikki so løgið, at spælarar
hjá hesum báðum feløgum hava skotið flest mál í kappingini.
Spælarar, sum dagliga umboða Arsenal og Chelsea, hava skotið
16 mál – 8 mál til spælarar úr hvørjum felagi. Hóast Arsenal og
Chelsea bæði eru ensk feløg, so er tað bert ein enskur spælari,
ið umboðar hesi feløg, sum hevur skotið mál í HM. Tað var Joe
Cole.
Maltesar
styrkja seg
Birkirkara tekur ikki
lætt upp á dystin ímóti
B36 týskvøldið. Fýra
nýggir spælarar eru
júst komnir til felagið
úr Italia, Póllandi og
Fraklandi
Champions
League
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
B36 spælir týskvøldið
fyrra dystin í fyrsta inn
leiðandi umfarinum í
Champions League. Før
oysku meistararnir eru
farnir til Malta at spæla
ímóti Birkirkara.
Liðið av Malta ætlar
sær veruliga nakað, tú
teir hava styrkt seg við
fýra spælarum beint und
an dystinum ímóti B36.
Tveir miðvallarspæl
arar eru komnir úr
Italia. Annar er 28 ára
gamli Angelo Paradiso,
sum hevur spælt ung
dómsfótbólt í kenda
felagnum Lazio, og hin
er 25 ára gamli Guido
Gallovich.
Úr
Póllandi
hevur
Birkirkara fingið nýggjan
málmann, 29 ára gamla
Andrzej Bledzewski, og
úr Frakland er 19 ára
gamli miðvallarin Hatim
Sbai komin til Malta.
Birkirkara leggur nógv
fyri í royndini at koma
víðari í kappingini, og á
Malta vita teir líka so væl
sum í B36, at dysturin í
næsta umfari kann gerast
sera gevandi. Tá verður
mótstøðuliðið turkiska
stórfelagði Fenerbahce.
– Vit ætla at gera okk
ara ítarsta fyri at koma
víðari í hesi stórfingnu
kapping. Tí hava vit
styrkt munandi um liðið
til dystirnar ímóti B36.
Hinvegin kemur tað illa
við, at fleiri av okkara
stuðulsspælarum fáa við
gerð fyri skaðar, sigur
Victor Zammit, forseti í
Birkirkara.
Dysturin
millum
Birkirkara og B36 verður
spældur týskvøldið á
Malta.
Súni neyvan klárur til
superliguna
Tann 19. juli spælir AaB sín fyrsta dyst nýggja kappingarárin
um í Danmark. Fyrsti dysturin hjá AaB verður á heimavølli
ímóti Viborg. Jón Rói Jacobsen spælir ikki aftur í hesum
árinum, tí hann hevur fingið álvarsaman knæskaða. Ivasamt
er eisini, um hin føroyski spælarin í AaB, Súni Olsen,
verður klárur til fyrsta dystin í superliguni. Súni stríðist við
ein skaða, og sambært fysioterapeutinum hjá AaB, so er tað
ivasamt, um Súni fær spælt ímóti Viborg.
Einasta liðið, sum
megnar støðug úrslit,
er EB/Streymur, ið
eftir fulla úrtøku í
Gøtu hevur beina
kós móti fyrsta
meistaraheitinum
16. UMFAR
Jóannes Hansen
Nú er bara eitt umfar eftir
av landskappingini, áðrenn
fótbólturin fer í summarfrí.
Steðgurin verður longri,
enn tað av fyrstan tíð sá
út til, at hann skuldi verða.
Sambært skipanini verður
17. umfar spælt næstu dag
arnar. Fýra feløg skuldu
eisini havt spælt tvær hálv
finalur og tvey feløg finalu
á Ólavsøku. Hetta er alt
útsett.
Nú eru tað avbjóðingarnar
í europeisku kappingunum,
sum eru á skránni. Tær
eiga B36, Skála og GÍ. B36
er í hesi vikuni á Malta,
og teir skulu í næstu viku
spæla á heimavølli. Skála
skal hósdagin spæla á
heimavølli, og so skulu
teir hósdagin 27. juli spæla
í Kristiansand. GÍ skal
hósdagin spæla í Letlandi,
og 27. juli skulu teir spæla
á heimavølli.
Úrslitini í landskappingini
higartil boða frá, at tað
hjá teimum flestu gongur
nógv upp og niður. Einasta
undantakið er EB/Streymur.
Oddaliðið styrkti við 2-0
sigri í Gøtu sunnudagin
um sína støðu. Felagsliðið
hevur tapt tvær ferðir í
Runavík. Annars hava teir
hvørja ferð fingið úrtøku, og
sera týdningarmikli sigurin
í Gøtu var tann tíggjundi í
hesum kappingarárinum.
GÍ og KÍ eru longu
farin í summarfrí frá lands
kappingini. Fyri gøtumenn
man
steðgurin
kennast
sera kærkomin. Tá ið teir
14. juni vunnu 2-1 á HB í
Gundadali, tóktist tað sum
um, at gøtumenn rættuliga
høvdu hug at bjóða EB/
Streymi av í toppinum.
Síðani tá hevur GÍ burtur úr
fýra umførum fingið tvey
stig. EB/Streymur hevur
fingið sjey stig, og tað skal
vilja illa til, um teir ikki fáa
trý stig afturat hóskvøldið,
tá ið ÍF skal á Mølina.
Tvey stig til GÍ og ivaleyst
tíggju til EB/Streym í fýra
umførum ber við sær, at
møguleikin hjá GÍ nú ikki
bara er treytaður av, at teir
sjálvir syrgja fyri úrtøku,
men er eisini treytaður av,
at tað fer at steðga upp hjá
EB/Streymi. Higartil hevur
einki bent á, at hetta síðsta
skal gerast veruleiki.
HB-lagið er
einki serligt
Hjá KÍ kemur summar
steðgurin ikki so væl við,
sum hann ger tað hjá GÍ.
Burturúr
fýra
teimum
síðstu ferðunum hevur KÍ
fingið átta stig. Serliga
søtt hevur tað verið hjá
teimum at fáa fulla úrtøku
burturúr tveimum teimum
seinastu royndunum. 2-1 á
heimavølli móti Skála var
bara onnur ferðin higartil
í ár, at tað hevur eydnast
at fingið fult á heimavølli.
Royndir við útlendskum
spælarum eru ofta ivasamar.
At Christian Lundberg
er plettskot í Klaksvík er
óneyðugt at undirstrika.
Í HB er hýrurin einki
serligur. 1-1 í Vági eigur
at kennast sum meiri enn
bara tap av tveimum stig
um. Í fýra teimum seinastu
royndunum hevur tað ikki
eydnast HB at fáa fulla
úrtøku. Burturúr hesum
umførunum hava havnar
menninir fingið tvey stig!
Tað man vera langt ímillum,
at HB úrtøkan er so lítil.
B36 og NSÍ skulu ikki
spæla fyrrenn 23. august.
B36 er upptikið av Europa
Cup, og FSF hevur lurtað
eftir NSÍ, sum heldur hevur
viljað havt uppgerðina í
høvuðsstaðnum útsetta enn
framskundaða. Fyri upp
gerðina av kappingini er
hetta eitt sindur harmuligt,
tí nú fara tað at ganga meiri
enn seks vikur, áðrenn øll
feløgini fara at hava spælt
sama tal av dystum.
Hóast Skála ikki hevur
spælt sum møguligur niður
flytari, so gongst tað illa hjá
silvur vinnarunum í fjør og
Europa Cup luttakarunum
at fáa stórvegis fjarstøðu til
keðiligu strikuna. Úrslitini
hesa ferð lagaðu tað soleið
is, at nú er munurin aftur til
9. plássið bara trý stig, og
tað er ikki nógv.
VB/Sumba hevur fingið
stóra tilgongd, og tað hevur
borið ávøkst. VB/Sumba
hevur ikki tapt tríggjar tær
síðstu ferðirnar, sum hava
givið fimm stig.
Mótbrekkan hjá møgulig
um tapara í botnuppgerðini
á Svangaskarði hevði ver
ið ógvuliga brøtt. Tí var
1-1 ikki óvæntað úrslit.
Vánaliga gongdin higartil
kostaði undan vikuskift
inum Jóannesi Jakobsen
sessin sum B68 venjari.
Merkisvert er tað, at kapp
ingin skuldi verða meiri
enn hálvrunnin, áðrenn
fyrsti venjarin varð skiftur
út.
Í 17. umfari verður spælt
soleiðis: EB/Streymur-ÍF
(hóskvøldið),
HB-B68,
NSÍ-VB/Sumba og Skála-
B36 spæla sunnudagin.
Stígur komin í hjá GÍ og HB
EB/Streymur dregur frá
hinum liðunum, meðan GÍ
tykist steðga upp og hevur
bert fingið tvey stig í fýra
dystum
Mynd: Álvur Haraldsen