Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 130 - 10. juli 2006 ] Javnleikur var á góðari leið Bæði B68 og ÍF vildu sera gjarna vinna botn­ dystin á Toftum í gjár, men toppskjúttin hjá B68 ásannaði eftir dyst­ in, at javnleikurin var eitt rættvíst úrslit. – Vit høvdu yvirtakið í fyrra hálvleiki, men teir komu sera væl við í seinna hálvleiki. Bæði liðini høvdu kjansir at gera sigursmálið, men eg haldi, at javnleikur mundi verða á góðari leið, sigur Súni Fríði Barbá. – Liðini stríddust sera væl, og tað var ferð á spælinum, hóast tað ikki var so polerað allatíðina. Bæði vit og teir royndu at vinna dystin, og tí var dyst­ urin undirhaldandi, sig­ ur hann. Símun vildi hava meira Símun Eliasen hjá ÍF var ikki nøgdur við, at hansara lið hevði fingið javnleik á Toftum sunnu­ dagin. – Vit fóru á Toftir fyri at vinna dystin, og eg eri ikki nøgdur við, at vit bert fingu javnleik, sigur hann. – Um vit taka gongd­ ina í øllum dystinum, so var javnleikur eitt hóskandi úrslit. Teir vóru betur stóran part av fyrra hálvleiki, tá vit vóru eitt sindur ótryggir, men í seinna hálvleiki høvdu vit meira spæl og høvdu eisini fleiri kansir at skora. ÍF hevur nú ein dyst eftir at spæla, og hann verður longu miku­ kvøldið á Eiði, har topp­liðið EB/Streymur tek­ur ímóti. – Uppgávan er trupul, og á pappírinum eru teir favorittar. Skulu vit hava nakað burturúr, so skulu vit hava ein góðan dag, sigur Símun Eliasen. Kahn er ein stórur ítróttarmaður Týski málmaðurin Oliver Kahn hevur boðað frá, at hann gevst at spæla fyri týska landsliðið. Kahn var eykamálamaður hjá Týsklandi undir HM, tí venjarin vildi heldur hava Jens Lehmann at verja málið. – Eg kann ikki rósa Kahn nóg mikið. Hann vísti seg sum ein stóran ítróttarmann, tá vit valdu Jens Lehmann at verja málið á landsliðnum undir HM, sigur Jurgen Klinsmann, landsliðsvenjari. – Eg má takka honum fyri stóra avrikið til frama fyri liðið undir HM, sigur hann. Oliver Kahn heldur tó fram at spæla fyri týska meistaraliðið Bayern Munchen. B68 og ÍF áttu hvør sín hálvleik, men bæði málini í botndystinum á Toftum vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Aðrir kjansir vóru at gera mál, men hvørki liðið kláraði at tryggja sær sigurin, og so var støðan í botninum tann sama sum undan dystinum B68-ÍF Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo B68 var rættiliga í mið­depl­ inum undan botndystinum ímóti ÍF á Toftum sunnu­ dagin. Venjarin Jóannes Jakobsen gavst í starvinum um vikuskiftið, eftir at spælarar og leiðsla høvdu havt fund hóskvøldið. Nýtt venjarapar til dystin sunnudagin var Julian Johns­son og Edmund Jacob­sen, og teir skuldu fáa B68-liðið at fóta sær eftir av­smurningin á Eiði sein­ asta mána­kvøld. Tann stóra venjaraeffekt­ in fekst ikki burturúr hesa­ ferð, men framgongdin var so fræg, at B68 fekk javnleik burtur úr dystinum ímóti ÍF. ÍF lá aftast – eitt stig aftanfyri B68 – og taparin av dystinum hevði komið sær í eina sera keðiliga støðu. Hinvegin kundi vinn­ arin fáa eitt sindur av luft í botnstríðnum. Málini komu í fyrra hálvleiki B68 byrjaði dystin betur enn ÍF. Fyrsta hálva tíman sat B68 á tí mesta, meðan ÍF als ikki spældi seg til nakran veruligan málkjans. Longu eftir ein minutt spældi B68 seg til fyrsta kjansin, tá ið Julian Johns­ son stútaði ímóti málinum, men Andras Gango bjarg­ aði. Málini í dystinum komu bæði í fyrra hálvleiki, og tað vóru bert tríggir minuttir ímillum tey. Tað var B68, sum legði fyri, tá ið Kristian Anton Andreasen, ið spældi væl í høgru síðu, fór fram við einum ÍF-verjuspælara og legði innfyri málið. Har kom Jann Ingi Petersen og stórleypandi, og hann setti høvdið á bóltin, sum streyk í málið til 1-0. Lítla løtu seinni var gal­ ið í hinum endanum. Atli Petersen varð feldur av B68-málverjanum, og so kundi dómarin ikki gera annað enn at døma brots­ spark. Tað setti Bartal Elia­ sen trygt í málið 1-1. ÍF tók yvir ÍF hevði verið púra fyri ongum fyrsta hálva tím­an, men eftir at B68 hevði skorað, kom liðið betur við í dystinum, og í seinna hálvleiki vóru tað fuglfirðingar sum høvdu leik­liga yvirvág. Hanus Eliasen stríddist óført í álopinum, og við einum væl uppløgdum Høgna Zachariasen á fram­ rættaðum miðvallar­plássi skapti ÍF av og á vanda­ miklar støður kring B68- málið. Dánjal Pauli Højgaard hevði ein lobbara, sum B68-málverjin fekk bjarg­ að, Hanus hevði skot úr góðari støðu, og Høgni Zachariasen søkti meira enn einaferð á málið við stútarum. Harafturat vóru eisini fleiri deyðbóltsstøður, sum ÍF royndi at gera sær dælt av. B68 spældi í seinna hálvleiki meira kontra, og teir komu eisini til onkrar kjansir. Súni Fríði Barbá hevði ein góðan kjans, tá ið hann setti høvdið undir bóltin við aftaru stong, men stútarin fór við síðuna av málinum. Innskifti Ralph van Dooren hevði eisini eina góða skotroynd, men ÍF-málverjin bjargaði. Endin var tí, at hvørki av liðunum fekk sigursmálið, sum tey so gjarna vildu hava, og javnleikur hevði við sær eitt sig í part. ÍF er tí framvegis aftast og B68 næstaftast í For­ muladeildini. ÍF B68 Símun liðugur í Intertoto Keflavík spældi í gjár seinna dystin ímóti norska felagnum Lillestrøm í Intertoto kappingini. Dysturin var spældur í Íslandi, og hann endaði við 2-2 javnleiki. Lillestrøm vann fyrra dystin heili 4-1, og tí var tað norska felagið, sum fór víðari í kappingini. Símun Samuelsen byrjaði dystin á vinstra miðvølli, og hann spældi til 67. minutt, tá ið hann var skiftur út. Lillestrøm kom á odda 2-0, men Keflavík javnaði við tveimum málum í 66. og 68. minutti. B68-ÍF 1-1 (1-1): Status quo í botninum B68 og ÍF áttu hvør sín hálvleik í botndystinum á Toftum, og tey fingu eitt mál í part Mynd: Álvur Haraldsen