mánadagur 10. juli 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 130 - 10. juli 2006 ]
Chelsea vil hava Cannavaro
Liðformaðurin á italska landsliðnum, Fabio Cannavaro,
hevur verið ein sannur brandur í italsku verjuni undir HM.
Cannavaro verður av nógvum mettur sum kanska besti
spælarin í kappingini yvirhøvur, og í gjárkvøldið kundi
hann taka ímóti tí eyðkenda HM-steypinum. Nú skriva
ensk bløð, at Chelsea liggur fram við at tryggja sær italska
spælaran. The Daily Mail heldur seg vita, at Cannavaro fer
at gera ein trý ára sáttmála við Chelsea í næstum.
Holst leggur til brots í dag
Lyngby fer í dag undir fyrireikingarnar til nýggja
kappingarárið í donsku 1. deild. Lyngby stóð seg óvæntað
væl í seinasta kappingarári og endaði triðfremst í deildini.
Christian Lamhauge Holst er ein av spælarunum í Lyngby,
og hann skal eisini næsta árið umboða Lyngby. Meðan fleiri
av hinum 1. deildarliðunum hava spælt venjingardystir um
vikuskiftið, byrjar venjingin í Lyngby í dag. Lyngby hevur
bæði mist spælarar og fingið nýggjar. Millum annað er
toppskjúttin seinasta kappingarár, Morten Nordstrand,
farin at spæla fyri FC Nordsjælland.
Rógvi valdi HB
Rógvi Jacobsen gevst at spæla fyri íslendska
felagið KR og leitar sær heim til HB at spæla
næstu árini
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Leygardagin boðaði HB frá, at landsliðsspælarin Rógvi
Jacobsen hevur gjørt sáttmála við teir.
Klaksvíkingurin hevur seinastu tvey kappingarárini
spælt fyri íslendska felagið KR, men hann gevst tú í
Íslandi. Ístaðin leitar hann sær heimaftur til Føroyar at
spæla.
HB og Rógvi hava gjørt ein avtalu, sum er galdandi
fram til kappingarlok 2008, og Rógvi flytir beinanvegin
heim til HB at spæla. Rógvi kundi ikki spæla við í
dystinum í Vági sunnudagin, tí spæliloyvið er ikki flutt
til HB enn, men roknað verður við, at Rógvi spælir við
HB í dystinum ímóti B68 sunnudagin.
Ikki nøgdur KR
Tá ið Rógvi í 2004 fór til Íslands at spæla, gjørdu HB
og KR eina avtalu um, at um Rógvi gavst at spæla í KR,
áðrenn sáttmálin gekk út, skuldi HB hava fyrsta rætt at
fáa hann aftur. Hendan rættin gjørdi HB sær dælt av,
og HB skal gjalda KR eitt endurgjald fyri at fáa Rógva
leysan av sáttmálanum beinanvegin.
HB ynskir Rógva vælafturkomnan í felagið, og gleða
vit okkum til, at hann tørnar út fyri HB aftur, skrivar
HB á heimasíðu sínari.
- Eg havi ikki verið heilt nøgdur við mín leiklut í
KR, og sáttmálin við teir gekk út um tríggjar mánaðir.
HB er komið við einum tilboði, sum eg havi tikið av,
og teir eru eisini blivnir samdir við KR um, at eg skal
skifta til HB beinanvegin, segði Rógvi Jacobsen við
ítróttartíðindini hjá Útvarpinum leygarkvøldið.
Gull og landslið
Rógvi Jacobsen er 27 ára gamal og úr Klaksvík. Hann
spældi síni barna- og ungdómsár í KÍ, og hann spældi
eisini á besta liðnum hjá KÍ í fleiri ár, áðrenn hann skifti
til HB at spæla. Har var hann týðandi spælari á liðnum
hjá HB, sum vann trý FM-heiti ár rað.
Rógvi kom á landsliðið í 1999, tá hann eisini hevði
ein avgerandi fingur við í spælinum í FM-heitinum hjá
KÍ. Síðani hevur Rógvi spælt 36 ferðir á landsliðnum,
og hann hevur skotið 6 mál. Rógvi verður framvegis
roknaður sum ein stuðulsspælari á landsliðnum, sum nú
fer undir nýggja EM-undankapping.
Við sannførandi sigri
í lyklauppgerðini í
Sarpugerði hevur EB/
Streymur beina kós
móti FM heitinum,
sum ongantíð áður
hevur verið á Mølini
GÍ-EB/STREYMUR
Jóannes Hansen
Tá
ið
dómarin
hevði
bríkslað fyri síðstu ferð í
góðveðrinum í Gøtu sunnu
dagin, var lagið sera gott
innanfyri vøllin, meðan tað
var minni gott á síðuni móti
ánni og felagshúsinum.
Orsøkin var eyðsýnd.
GÍ hevði tapt, og harvið
varð
vánaliga
gongdin
seinastu vikurnar staðfest
í síðstu uppgerðini undan
summarsteðginum. Eingin
ivi um, at gøtufólk undan
kappingarbyrjan sum einki
høvdu góðtikið plaser
ingina, sum GÍ nú hevur
á talvuni, men hon er ikki
so góð, sum fínu avrikini
og úrslitini fyrr í summar
bendu á, at hon skuldi
verða.
Orsøkin til fagnaðin í
hini leguni var ikki minni
eyðsýnd. Við meistarligum
avriki hevði EB/Streymur
staðfest, at tað skal takast
í ramasta álvara, at teir
eru fremsta evni til at
vinna fyrsta FM heitið
nakrantíð. Eingin kemur í
nánd av teimum í favoritt
rokningini,
og
leikliga
avrikið móti GÍ bendi ikki
á nakað annað, enn at EB/
Streymur stýrir við fullari
ferð og blíðum byri móti
meistaraskapinum.
Gøtumenn vóru á ongan
hátt niðurspældir. Men teir
megnaðu ikki meiri enn
tað, sum úrslitið boðar
frá. Álopstyngdin var ov
lítil. Í 1. hálvleiki hevði
miðvallarin í høgru, Símun
Louis Jacobsen, dupult
roynd, eftir at hann var
komin í brotsteigin. Og í
síðstu løtuni, tá ið GÍ tveitti
alt varni fyri borð, høvdu
teir eftir horna bóltin á
tvørtrænum. Tað var tað.
Máttu gera broytingar
EB/Streymur var væl skip
að. Egil á Bø og Marni
Djurhuus høvdu framman
fyri trygga René Tórgarð
gott tak á Gunnari Nielsen
og teimum, sum royndu at
hjálpa honum. Gert Hansen
og John Heri Dam vóru
tryggir í verjuborðunum.
Ronnie Samuelsen hjálpti
væl til í verjupartinum,
umframt at hann dugdi
at stýra og spjaða spælið.
Bárður
Olsen
hevur
fínt hegni í framrættaða
partinum, Rafael arbeiddi
meiri, enn hann ofta hevur
gjørt, og sera arbeiðssami
Hans Pauli Samuelsen,
Sorin Anghel og Arnbjørn
høvdu tyngd og hugflog, tá
ið teir fóru í álop.
Tað var stórur missur, tá
ið Sorin so tíðliga noyddist
av vøllinum. Tá varð liðið
umskipað. Knút Vesturtún
varð settur á verjukenda
miðvøllin, har setningurin
hjá honum serliga var at
taka sær av Sámali Joensen,
og so var Arnbjørn Hansen
GÍ-EB/Streymur 0-2 (0-1):
EBS framdi meistara
Avrikið hjá EB/Streymi í
Gøtu var meistarligt, meðan
GÍ aftur noyddist at lúta
Mynd: Álvur Haraldsen
EB/S
GÍ