Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 130 - 10. juli 2006 ] Forlan heldur framí Villareal Diego Forlan hevur longt sáttmálan við spanska felagið Villareal fram til 2010. Eftir at Forlan hevði ein minni eydnuríka tið í Manchester United, hevur hann av álvara havt flog í sponskum fótbólti, har hann í tvey kappingarár hevur gjørt 35 mál fyri Villareal. Forlan hevur verið settur í samband við fleiri onnur feløg, men hann hevur nú gjørt av, at hann heldur fram í Villareal í fleiri ár afturat. – Eg trívist væl í felagnum, so eg havi ongantíð hugsað um at skift felag, sigur Forlan við heimasíðuna hjá Villareal. Frem tapti stórt Danska felagið Frem tapti greitt í fyrsta venjingar­dystinum undan nýggja kappingarárinum í donsku 1. deild. Frem vitjaði hjá Lolland-Falster Alliancen (LFA), og teir taptu dystin heili 4-0. Jónas Tór Næs spældi allan dystin á høgra bakki, meðan Atli Gregersen varð settur inn í hálvleikinum, tá ið Frem gjørdi fleiri broytingar. Gunnar Nielsen var ikki við til dystin. LFA skorað tvey mál í hvørjum hálvleiki og vann harvið 4-0 á Frem. Eingin boksspælari Gøtumenn vóru vónbrotnir av, at tað heldur ikki hesa ferð eydnaðist at vinna ella at fáa stig. – Hetta var ikki nóg gott. Okkum restar tyngd í álopspartinum. Vit hava alla tíðina vitað, at vit ikki hava nakran typiskan boksspælara. Leingi gekk tað kortini, tí tað vóru so nógvir aðrir, sum skoraðu mál, men nú er turkur, staðfestir Magni Jarnskor. GÍ fer nú av landinum við kós til Letlands, har teir hósdagin skulu spæla í UEFA Cup. - Vit fara at brúka tríggjar dagar eyka at venja saman í. Tað vóna vit fer at gagna okkum. Sammett við í fjør kunnu vit ikki vera annað enn nøgdir við úrtøkuna higartil í ár. Men gongdina seinastu vikurnar mugu vit koma burturúr, heldur GÍ veteranurin. Arnbjørn hevur gott høvd Nýggja álopsessið hjá EB/Streymi er Arnbjørn Hansen. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur hann skorað fýra mál. Móti GÍ stýrdi hann bóltin í kassan eftir fínt innlegg úr vinstru. Tá ið B68 vitjaði á Mølini, skoraði Arnbjørn trý mál, sum hann øll gjørdi við høvdinum. Arnbjørn Hansen, sum spælir við stórum sjálvsáliti, hevur tilsaman skorað sjey mál. Seks av teimum hevur hann skorað við høvdinum. Umframt tey omanfyri nevndu hava tey verið móti VB/Sumba í Vági og í Gundadali móti HB. Einasta málið við fótinum var á Mølini móti EB/Streymi. – Tað er hugaligt at spæla á so góðum liði. Eg havi ongantíð gjørt nakað serligt burturúr venjingum í høvuðspælinum. At eg altíð havi spælt hondbólt ber við sær, at avsettið er í lagi, og tað kemur til góða í álopsspælinum, heldur 20 ára gamli Arnbjørn Hansen, sum á høgra bakki eigur 22 ára gamlan beiggja. Hann eitur Gert Hansen. Tá ið Arnbjørn verður spurdur, hvussu nógv mál hann hevur skorað undanfarnu árini í bestu deildini, er svarið einfalt: – Eg havi ongantíð áður skorað mál í bestu deildini, tí eg havi einki spælt. Tað er ikki fyrrenn í ár, at eg rættuliga havi fingið møguleikan. Tað hevur gingið hampuligt, og tá ið tú fært nógva spælitíð, so økist sjálvsálitið. Tað er góð ringrás, sigur Arnbjørn Hansen, sum orsaka av skaða fyri stuttum sat uttanfyri tvær ferðir. Sorin Anghel hevur í fleiri ár verið fremsta álopsessið hjá EB/Streymi. Eftir keðiliga takling varð hann við nógvari pínu fluttur á børu av vøllinum í Gøtu. Sorin verður ikki við móti ÍF hóskvøldið: – Einki er brotið. Smeiturin var dyggur, men vit rokna við, at Sorin verður komin fyri seg aftur, tá ið vit eftir summarsteðgin skulu spæla í Klaksvík, sigur Magnus á Stongum, Eiðis lækni, sum altíð er á EB/Streyma beinkinum, og sum hevur gott fótbóltsinnlit: – Hetta var framúr avrik. Í 1. hálvleiki var spælið so gott, sum tað ikki hevur verið fyrr í ár, heldur Magnus á Stongum, sum hevur gott mót um tað, sum er eftir at hesum kappingarárinum. – Samanhaldið er gott, venjingarstøðan er góð, avtalurnar halda, og vit hava einstaklingarnar, sum eru førir fyri at taka sakina í egnar hendur, um tað stendur á. aavrik í Gøtu – ofta stuðlaður av Bárði Olsen ella Hans Paula Samuelsen – einsamallur á toppinum. Arnbjørn Hansen stýrdi miðskeiðis í 1. hálvleiki við høvdinum bóltin í málið til 1-0. John Heri Dam sendi langt og neyvt innfyri úr vinstru, og í økinum millum vongverjan og annan mið­ verjan var maðurin við mál­ tevinum á rætta staðnum í røttu løtuni. Hart spæl Eftir steðgin kom Poul Ennigarð, sum leingi hevur verið skaddur, inn á GÍ miðvøllin. GÍ, sum legði so nógva fysiska orku í, sum dómarin loyvdi – hann loyvdi ov hørðum spæli - at leggja trýst á, men teir gjørdust ongantíð vandamiklir. Tað líkaði EB/Streymi væl at liggja eitt sindur aftarlaga og viðhvørt at skjóta við kontragift, og eitt korter fyri leiklok gjørdist tað púra greitt, at øll stigini skuldu avstað við gestunum. Eftir uppspæl í høgru og diagonalsending stakk Hans Pauli Samuelsen í Laudrup stíli Bárð Olsen leysan í vinstru, og miðvallarin var púra tryggur, tá ið hann kom í brotsteigin og setti framvið annars trygga mál­ verjanum. Nú er takið hjá Piotr Krakowski og Sámali Erik Hentze at fáa fagnaðin at leggja seg, so tey trý stigini, sum hóskvøldið bíða í heimauppgerðini móti ÍF kunnu koma á kontina. Í hinari leguni kemur summarsteðgurin væl við. Hann skal brúkast fyri at rætta kumpass í Gøtu.