mánadagur 10. juli 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 130 - 10. juli 2006 ]
Javnleikur
var vónbrot
Verjuálitið hjá HB,
Rasmus Nolsøe, var
vonbrotin um, at tað
ikki eydnaðist HB at
vinna dystin í Vági
sunnudagin.
– Vit fóru til Vágs
eftir øllum trimum stig
unum, tí vit høvdu brúk
fyri teimum, og tað var
skuffandi, at tað ikki
eydanðist okkum at
vinna, segði hann.
– VB/Sumba fekk eitt
mál tíðliga í dystinum,
og so kundu teir spæla
verjuspæl restina av
tíðini. Tað var sera
trupult hjá okkum at
spæla okkum til opnar
kjansir, tí teir lógu so
aftarliga og vardu við
so nógvum spælarum.
Sunnudagin skal HB
spæla seinasta dystin
fyri summarsteðgin, og
tá vitjar B68 í Gunda
dali.
– Kravið hjá okkum
til tann dystin er sera
einfalt, vit skulu hava
øll trý stigini, sigur Ras
mus Nolsøe.
– Vit kundu
havt vunnið
Venjarin
hjá
VB/
Sumba
var
harmur
um, at hansara lið ikki
kláraði at hála sigurin
í land. Tey trý stigini
gjørdust til eitt stig
seint í dystinum, tá ið
HB javnaði við brots
sparki.
– Vit kundu havt vunn
ið dystin, tí vit vardu
sera væl. Brotss parkið,
sum HB fekk, skuldi
ikki verið dømt, sigur
Ole Andersen.
Hann heldur, at sein
astu dystirnir hava víst
eina positiva gongd hjá
VB/Sumba. Fyri viku
síðani vann VB/Sumba
á útivølli í Fuglafirði,
og í gjár fingu teir javn
leik ímóti HB.
– Vit eru á rættari
leið, og vit hava góðar
vónir til restina av kapp
ingini, sigur Ole Ander
sen.
Campbell gevst í Arsenal
Verjuspælarin Col Campbell hevur nú boðað frá, at hann fer at skifta
felag. Seinastu fimm árini hevur Sol Campbell spælt fyri enska
felagið Arsenal, og tann 31 ára gamli verjuspælarin hevur spælt 197
dystir fyri Arsenal hesa tíðina. Nú er tað greitt,a t Campbell fer at
spæla fyri eitt annað felag, tá ið europeisku kappingarnar byrja aftur
í august. Campbell kundi hugsa sær at roynt seg í útlandinum.
- Sol hevur verið ein risi fyri okkum, men vit virða hansara avgerð
um at skifta felag, sigur Arsenal-venjarin Arsene Wenger.
Campbell spældi við í einum av dystunum hjá Onglandi undir HM í
Týsklandi og hevur samanlagt spælt 69 landsdystir fyri Ongland.
Rógvi rýmir undan Millwall
Rógvi Jacobsen valdi um vikuskiftið at leita heimaftur
til føroyskan fótbólt at spæla, og fram til 2008 skal
hann umboða HB í føroysku kappingini. KR, sum Rógvi
hevur spælt fyri seinatu tíðina, skal týskvøldið spæla
venjingardyst ímóti enska felagnum Millwall, sum er farið
á venjingarlegu í Íslandi. Millwall hevur spælt ein dyst
ímóti Drátti og tapti 2-0. Týskvøldið royna teir seg ímóti
KR, sum nú ikki longur hevur Rógva Jacobsen millum
spælararnar.
VB/Sumba skoraði
tíðliga í dystinum
og so løgdu teir dent
á verjuspælið. Tað
var líka við, at teir
kláraðu at fáa øll trý
stigini heim, men
í seinna hálvleiki
javnaði HB við
brotssparki
VB/Sumba-HB
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mest óvæntaða úrslit hetta
vikuskiftið var í Vági, har
VB/Sumba fekk javnleik
ímóti HB. Víst var VB/
Sumba á heimavølli, og
víst hava teir fingið onkur
góð úrslit í ár, men tey
flestu mundu roknað við,
at HB fór at reisa seg eftir
stórtapið ímóti B36.
Dysturin hjá HB ímóti
botnliðnum úr Suðuroy
spældi tó ikki soleiðis av,
sum HB’arnir fegnir høvdu
viljað. VB/Sumba kom á
odda tíðliga í dystinum, og so
hevði HB stóru uppgávuna
at bróta ígjøgnum tøttu suð
uroyarverjuna. Tað eydn
aðist sjáldan, og tí fekk
HB ikki teir mongu stóru
kjansirnar, sum stóra leik
liga yvirvági legði upp til.
Einaferð eydnaðist tó
at skora, og tað var, tá ið
dómin bríkslaði fyri brots
sparki. Teir á heimaliðnum
hildu ikki, at nakað brot
varð gjørt ímóti Jákupi á
Borg, men dómarin ivað
ist ikki og peikaði á brots
sparksblettin.
Nógvar broytingar
hjá VB/Sumba
VB/Sumba
legði
seg
fram um 1-0 eftir bert 12
minuttir. Málskjútti var
Palli Augustinuss en, sum
er heima í summarfrí og
hjálpir gamla felagnum hjá
sær. Birgir Jørgensen, sum
skuldi royna at temja nógvar
langar bóltar í dystinum,
var við í uppspælinum til
málið, sum kom óvart á
vertirnar.
VB/Sumba stillaði aftur
hesaferð við tveimum serb
iskum spælarum á liðnum,
men teir vórðu noyddir at
umskipa longu eftir góð
ar 20 minuttir, tá ið verju
spælarin
Kári
Lisberg
noyddist av vøllinum við
skaða.
Fleiri av føstu spælarun
um manglaðu – Evrard Ble,
Hallur Dam Joensen, Súni
úr Hørg og Dan Djurhuus
– og tí kom tað væl við, at
Dánjal Johan Joensen og
Palli Augustinuss en vóru
tøkir.
HB manglaði spælstýrar
an á miðvøllinum. Kári
Nielsen hevði leikbann eftir
fimm gul kort, og tí var
tað litið upp í hendurnar á
Vagni Mohr Mortensen at
spæla á miðvøllinum saman
við Ólavi í Ólavss tovu og
Róki av Fløtum Jespersen.
Fáir stórir kjansir
Eftir at VB/Sumba hevði
lagt seg fram um 1-0, løgdu
teir seg aftur á vøllin at
verja. HB trýsti nógv, og
tað var viðvirkandi til, at
spælið gjørdist rættiliga ein
vegis tað, sum eftir var av
dystinum. HB royndi við
øllum hugsandi snildum at
lata verjuna hjá VB/Sumba
upp, men tað gekk einki
serligt við tí.
HB hevði sjálvsagt roynd
ir á málið, men teir stóru
kjansir vóru ikki nógvir í
tali. Skotini úti frá bitu ikki
rættiliga á Marcin Dawid í
málinum hjá heimaliðnum,
og ferð eftir ferð komu
verjuspælararnir í vegin, tá
ið HB royndi at spæla ella
renna seg til kjansir.
Miðskeiðis í seinna hálv
leiki fekk HB forloysandi
málið, og tað skoraði Vagn
ur Mohr Mortensen við
brotss parki. Eftir hetta legði
HB alt meira fyri í royndini
at fáa sigursmálið, men teir
á heimaliðnum stríddust
manniliga, og tað eydnaðist
teimum at fáa javnleik burt
ur úr dystinum.
VB/Sumba hevur fingið
fimm stig burtur úr teimum
seinastu trimum dystunum,
og tað er munandi meira,
enn liðið hevur fingið í
miðal í teimum undanfarnu
dystunum í kappingini.
HB kláraði ikki rættiliga
at fóta sær eftir tapið ímóti
B36, og eitt stig í tveimum
teimum seinastu dystunum
er ikki nóg mikið til at
halda fast í oddinum. HB
fær ein nýggjan møguleika
sunnudagin, tá ið B68 vitjar
í Gundadali.
HB
VB/S
VB/Sumba-HB 1-1 (1-0):
VB/Sumba vardi seg til javnleik
HB stríddist av
øllum alvi fyri at
skora, men teir
á heimaliðnum
vardu manniliga
allan dystin, og tað
var um reppið, at
teir fingu øll trý
stigini burturúr
dystinum
Mynd: Áki Bertholdsen