mánadagur 10. juli 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 130 - 10. juli 2006 ]
Klinsmann hugsar seg um
Týski landsliðsvenjarin Jurgen Klinsmann hevur ikki gjørt av, um
hann vil halda fram í starvinum hjá týska fótbóltssambandinum.
Týskland stóð seg væl undir HM-endaspælinum á heimavølli, og
týska fótbóltssambandið vil hava Klinsmann at halda fram sum
venjari.
- Tað er hent so nógv seinastu dagarnar, at eg havi ikki fingið hugsað
meg um. Gev mær nakrar dagar afturat, sigur Klinsmann.
Tað sigst annars, at Klinsmann hevur fingið tilboð um at gerast
landsliðsvenjari hjá USA, um hann gevst í Týsklandi. Klinsmann býr
í USA, haðani kona hansara eisini er ættað.
Illa skerdir
á Skála
Jónhard Frederiksberg
staðfesti, at hetta avrikið
ikki hevði verið á hædd
við tey, sum Skála hevur
sýnt seinastu ferðirnar:
– Vit vóru óvanliga
tamir, og hóast tað ikki
var so ógvuliga nógv
ferð yvir KÍ, so høvdu
teir sigurin uppibornan.
Kanska hevði tað tikið
seg øðrvísi upp, um
Meinhardt Joensen ikki
hevði havt bjargað so
framúr væl, sum hann
gjørdi, tá ið eg fekk høvi
at royna móti málinum
eftir skjótálop.
Hugsaðu tit ov nógv um
UEFA Cup?
– Tað høvdu vit avrátt,
at vit ikki skuldu gera.
Nú hugsa vit um Start.
Í kvøld fara vit at venja
á Toftum. Hetta kenna
vit
sum
spennandi
avbjóðing, sigur Jónhard
Frederiksberg.
Í Klaksvík saknaðu
skálamenn Bárð Dan
ielsen umframt bæði
Bjarna Jørgensen og
Pætur Dam Jacobsen.
– Vit hava ikki ov
nógv av fólki, og tað
kennist eyka meint, at
ein lyklaspælari verður
skaddur afturat, tá ið
tveir frammanundan sita
uttan fyri, heldur lands
liðsspælarin.
Summarfrí
tíðin kemur
illa við
Klaksvíkingar
hava
havt viðrák seinastu vik
urnar. Tí er tað ikki so
undarligt, at teir einki
høvdu havt ímóti, at alt
var, sum tað skuldi havt
verið:
– Vit høvdu einki
havt ímóti at spælt tvær
hálvfinalur í steypa
kappingini móti Skála
nú. Tær eru útsettar, og
nú hava vit fingið frí
frá venjing í tvær vikur.
Talan er kortini ikki um
púra at halda frí, tí allir
spælararnir hava fingið
venjingarætlan at hava
við í frítíðini, sigur KÍ
liðformaðurin Heðin á
Lakjuni.
Andrew og teir taptu stórt
Fremad Amager spældi leygarmorgunin fyrsta venjingardystin
í fyrireikingini til nýggja kappingarárið í Danmark, sum byrjar
um tríggjar vikur. Fremad Amager vitjaði hjá AaB í Aalborg, og
dysturin endaði við stórsigri til AaB, sum spælir í eini deild hægri
enn Fremad Amager. AaB vann dystin 5-0. Hvørgin av teimum
føroysku spælararunum í AaB vóru við í dystinum, tí teir eru
skaddir. Andrew av Fløtum var ein av spælarunum, sum spældi
fyri AaB í hesum dystinum. Tá ið tað manglaðu 11 minuttir av
dystinum, var AaB frammanfyri 2-0, men seinatu løtuna skoraðu
teir tríggjar ferðir afturat.
Fyri aðru ferð í ár
eydnaðist tað KÍ at fáa
fult á heimavøllinum,
har teir í næstu
royndini skulu spæla
festival fótbólt móti
oddaliðnum
KÍ-SKÁLA
Jóannes Hansen
Tað var góða lag í fína
summarveðrinum í Klaksvík
sunnudagin. Kanska var
leikliga avrikið ikki so
nógv at rópa hurrá fyri.
Men tað ganga tey neyvan
so høgt uppí í Klaksvík.
Undan sunnudegnum hevði
KÍ bara vunnið eina ferð á
heimavølli í ár. Tað var 23.
apríl, tá ið teir í Klaksvík
í 5. umfari vunnu 3-0 á
VB/Sumba.
2-1 sigurin móti Skála
ber við sær, at KÍ aftur
er við í stríðnum um heið
ursmerkini. Nú er KÍ farið í
tvær vikur summarfrí. Hvat
heystið skal snúgva seg um
verður ikki minst treytað av,
hvussu tað fer at hilnast í
næstu royndini. Hon verður
eisini á heimavølli. 5.
august verður EB/Streymur
mótstøðuliðið. Hetta verður
festival sunnudagin, og um
veðrið fer at skikka sær
hampuligt, so er einki at
ivast í, at áskoðarametið fer
at verða hótt.
Tvær tær seinastu ferð
irnar hevur Skála megnað
javnleik móti bæði topp
liðnum
EB/Streymi
og
GÍ. Tá vóru góðir leikligir
glottar at hóma. Soleiðis
var tað ikki í Klaksvík,
har Skála tóktist linligt og
møguliga við ov nógvum
fokus á Svangaskarði, har
teir hósdagin fyri fyrstu
ferð nakrantíð skulu spæla
í UEFA Cup.
Spenningur í
alla tíðina
Heimaliðið, sum hevði
Hjalgrím Elttør á beinkinum,
meðan Kristoffur Jacobsen í
ein tíma fekk høvi at royna
seg í høgra miðvallarborði,
legði fyri sum ódnarveður.
Talan var leingi um støð
ugt trýst á Skála málið.
Spentar
støður
stóðust
eftir deyðbóltar, men tað
gekk illa at spæla seg til
upplagdan málmøguleika.
Skála dúvaði upp á snar
álop, og tað var um reppið,
at tað eydnaðist teimum at
leggja seg framum, áðrenn
KÍ fekk hol á. Pauli G.
Hansen stakk fram til Boga
Gregersen í vinstra borði,
innleggið frá honum var
flatt og neyvt, Jónhard
Frederiksberg fekk skot á,
og Meinhardt Joensen bjarg
aði væl til horna.
Eftir stóran hálvan tíma
fekk KÍ hol á. Aftastu
sentralu spælararnir áttu
málið. Atli Danielsen, sum
hesa ferð var verjukendur
miðvallari, legði fríspark
úr vinstru í brotsteigin, har
aftasti KÍ verjuskansin,
Sinisa Jovanovic, tveitti seg
fram og við høvdinum stýrdi
bóltinum í málið aftanfyri
stinna Vlada Filipovic.
Hóast KÍ hevði bóltin
størsta partin av tíðini, og
hóast Skála var friðarligt
og ikki so ofta megnaði at
spæla seg til møguleikar,
so kendist nervin støðugt.
Sinisa Jovanovic var fram
síggin og tryggur aftasti
KÍ verjumaður, og Jónhard
Frederiksberg, Bogi Greg
ersen og Alexandur Johan
sen høvdu ikki langar teym
ar.
2. hálvleikur var summ
arfrítíðar kendur. KÍ hevði
bóltin nógv, men klaks
víkingar megnaðu ikki at
spæla seg til upplagdar mál
møguleikar. Skála verjan
var stinn, og treytirnar hjá
Clapson og Lundberg í
fremstu KÍ røðini vóru ikki
góðar.
Tíggju
minuttir
eftir
steðgin var um reppið, at
Skála eftir margháttliga
støðu fekk javnað. Heðin
á Lakjuni var óheppin, tá
ið hann í egnum brotsteigi
royndi at rudda burtur.
Hann sat mest sum við
bóltinum millum beinini,
og tað var um reppið, at
Poul N. Poulsen megnaði at
prika bóltin í kassan.
Gamal heilivágur
Fyrr í ár spældi KÍ mest
sum bara við longum send
ingum. Seinastu dystirnar
hava klaksvíkingar roynt
fram eftir vøllinum og við
nógvum stuttum sending
um. Tá ið teir øktu til 2-0
var talan um langa sending.
Paul Clapson var fyrstur
á, hann legði tvørtur um
til Christian Lundberg, sum
dró eitt sindur, áðrenn hann
smekkaði til, og bólturin
streyk inn við stólpanum.
Tað
restaðu
seytjan
minuttir, og heimasigurin
kendist vísur. Tað gjørdi
hann bara í sjey minuttir.
Debus
Danielsen,
sum
var innskiftur, tá ið seinna
umfarið var tíggju minuttir
gamalt, var væl upplagdur
hjá Skála. Hann lá fleiri
ferðir framvið, og tað eydn
aðist hjá honum, tá ið tað
restaðu tíggju minuttir. Væl
upplagdi Levi Hanssen
stríddi seg til baklinjuna
í høgru, legði innfyri, og
Debus Danielsen stýrdi
bóltin í kassan.
Heimafólkið kendi kanska
trýst á sær, men skálamenn
vóru ongantíð rættuliga
vandamiklir. Síðstu fimm
minuttirnar stóð Christian
Lundberg fyri tað mesta
við bóltinum undir horna
flagginum. Seinna gula
kortið kostaði Arnholdi
Berg leikbann næstu ferð,
tá ið Skála skal spæla á
heimavølli móti B36.
Gott festival upplegg í Klaksvík
Fyri aðru ferð í ár eydnaðist tað KÍ at vinna á heimavølli, tá ið Skála var á vitjan sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Skála
KÍ