mánadagur 10. juli 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 130 - 10. juli 2006 ]
Federer vann aftur
Wimbledon
Sunnudagin var finalan í Wimbledon tenniskappingini spæld,
og fjórða árið á rað var tað Roger Federer úr Sveis, sum vann
kappingina. Hesaferð var finalan ímóti spanska Rafael Nadal,
sum hevur vunnið fleiri dystir ímóti Federer. Nadal vann eisini
eitt sett í dystinum, men annars var tað Federer, sum var omaná.
Settini endaðu 6-0, 7-5, 6-7 og 6-3. Hjá kvinnunum var tað
Amelie Mauresmo úr Fraklandi, sum vann kappingina. Hon
er fyrsta franska kvinna í 81 ár, sum vinnur tenniskappingina
í Wimbledon.
Símun spælir týðandi dyst
í morgin
Íslendska felagið Keflavík, har føroyski landsliðsspælarin
Símun Samuelsen spælir við, skal í annaðkvøld spæla
týðandi dyst í íslendsku landskappingini. Dysturin er á
heimavølli í móti ÍBV av Vestmannaoyggjunum. Keflavík
og ÍBV liggja ájavnt við 11 stigum í Landsbankadeildini, og
liðið, sum vinnur dystin, kann draga eitt sindur frá botninum.
ÍA liggur aftast við 9 stigum, síðani hava Keflavík, ÍBV og
Breiðablik 11 stig, so tað er tætt millum aftastu liðini.
Bæði í Klaksvík og í
Havnini settu heima
liðini uppflytaraevni
upp á pláss, og so
eydnaðist tað leirvík
ingum rættuliga at
koma upp í part aftur
1. DEILD
Jóannes Hansen
Eftir at teir í fleiri vikur
hava verið niðanfyri upp
flytingar strikuna, eru leir
víkingar eftir 16. umfar
aftur á uppflytingarplássi.
Tað eru teir, eftir at teir
sjálvir vunnu stórsigur á
heimavølli móti VB/Sumba,
og tí at AB rudduliga snáv
aði í Klaksvík.
B71 heldur tørn um odda
sessin. Hesa ferð var upp
gávan hjá teimum lættari,
enn teir sjálvir høvdu vónað.
Royn møtti ikki upp á Sandi.
Sambært B71 heimasíðuni
bóðu hvalbingar týskvøldið
um, at uppgerðin varð flutt
frá leygardegnum og til
sunnudagin. Tað varð játtað
av øllum myndugleikum.
Leygarkvøldið
boðaðu
teir í Royn frá, at tað ikki
bar teimum til at manna
lið. Harvið vinnur B71 øll
stigini.
Ein
onnur
avleiðing
verður, at B71 ikki skal til
Hvalbiar í 25. og triði síðsta
umfari, sum er á skránni 30.
september. Tá skal Royn
norður til Sands.
Hvalbingar vóru í Lítlu
Dímun leygardagin. Tað
varð sagt at vera orsøkin til,
at tað tann dagin ikki bar
teimum til at fara norður
um at spæla fótbólt. At
dysturin ikki varð spældur
er sjálvandi harmuligt, og
sovorðið eigur ikki at koma
fyri. Men tað er ivaleyst
uppaftur torførari at manna
lið, enn tað plagar at vera,
tá ið tað skal gerast mitt í
summarfrítíðini.
17. og síðsta umfarið
undan summarsteðginum
verður á skránni nú leygar
dagin. Skráin sigur, at Royn
tá skal spæla á heimavølli
móti TB. Hinir dystirnir
eru FS Vágar04-AB, SÍ-
HB, VB/Sumba-B71 og
LÍF-KÍ.
Á Jóansøku skuldu VB/
Sumba og Royn havt spælt.
Dysturin varð útsettur, og
hann er ikki spældur enn.
KÍ-AB 3-0
Argjamenn vóru merkiliga
tamir. Tað bar teimum
næstan ikki til at spæla
seg til møguleikar. KÍ var
stinnari í verjupartinum,
har Jan Andreasen og Ovi
Nysted vóru í miðverjuni,
og teir høvdu størri tyngd í
álopspartinum.
Øll trý málini komu innan
stórt korter kring steðgin.
Jan Andreasen legði stutt
undan steðginum heima
liðið framum, tá ið hann
eftir horna og út frá fluktaði
í málið. Erling Fles stútaði
tveir minuttir eftir steðgin
til 2-0 eftir frísparksinnlegg,
og tá ið ein tími var farin
var tað altíð vandamikli
Jósup Henriksen, sum varð
spældur leysur og skoraði.
Í 2. hálvleiki hevði KÍ
fleiri aðrar møguleikar.
Gunnar á Steig, sum er
klaksvíkingur og ferðast til
Eiðis at venja, vardi AB
málið, og hann var besti
maður á vitjandi liðnum.
Magnus Poulsen, sum plag
ar at verja AB málið, sigst
vera við B36 á Europa Cup
ferð í Letlandi.
TB-SÍ 3-2
Serliga í 2. hálvleiki var tað
hendingarríkt á Sevmýri. Tá
sóu áskoðararnir fýra mál,
og teir vóru eisini vitni til,
at tveir spælarar – ein frá
hvørjum partinum – vórðu
riknir av vøllinum. Í báðum
førunum var orsøkin tvey
gul kort. Tann fyrri var Kim
Roest úr TB. Tað var í 66.
minutti, tá ið SÍ var á odda
2-1, og tann seinni var Jón
Nielsen úr SÍ. Tað var í 77.
minutti, tá ið støðan var
tann sama, sum hon var, tá
ið SÍ misti ein mann.
Olivur Abrahamsen legði
við langskoti umvegis stólp
an TB framum beinanvegin.
Tveir minuttir eftir stegðin
javnaði Jón Nielsen. Teir
vóru tveir sørvingar, sum
gjørdust leysir innanfyri
TB verjuna. Tá ið knappur
tími var farin, legði Messias
Perreira SÍ framum. Við
høvdinum stýrdi hann bóltin
um í málið eftir horna.
Tað restaðu tíggju minutt
ir, tá ið Kaj Roest eftir
innlegg og eitt sindur av
aftur og fram javnaði til 2-
2. Tíggju sekund restaðu av
teimum fýra minuttunum,
sum dómarin hevði lagt
afturat, tá ið Kaj Roest við
langskoti, sum tók í stólpan,
áðrenn bólturin fór í málið,
syrgdi fyri, at øll stigini
vóru eftir á Sevmýri. Hetta
var fjórða ferðin á rað, at
TB fekk øll trý stigini.
HB-FS Vágar04
Teir í Sandavági hava spælt
tríggjar ferðir, síðani venj
arin varð skiftur út. Enn
hevur tað ikki eydnast teim
um at fáa stig.
Hesa ferð vitjaði FSV04
teir næstbestu í HB. Fyrsta
hálva tíman royndi FSV04
at halda høga leikferð, og
tá var eitt sindur torført hjá
HB veteranunum at fylgja
við, men so gekk tað fyri
seg eftir teirra treytum,
og tá var eingin slingur í
valsinum hjá heimaliðnum.
Eftir innlegg úr høgru
legði Hendrik Rubeksen
beinanvegin HB framum.
Tíggju minuttir seinni javn
aði Sonny Johansen, tá
ið hann var fyrstur á eftir
skotroynd á stólpan.
Innanfyri stórt korter
kring steðgin fekk HB trý
mál og avgjørdi harvið.
Uni Arge var meistari fyri
tveimum teimum fyrru.
Í báðum førum var upp
skriftin, at hann mitt fyri
megnaði at fara frá ikki
so sannførandi miðverjuni.
Í fyrra førinum sneiddi
veteranurin framvið Trygva
Askham, áðrenn hann trill
aði bóltin í málið.
Bárður Mortansson, sum
er HB spælari í summar
frítíðini frá lesnaði í Skot
landi, økti til 4-1, tá ið hann
sendi fríspark upp undir
samankomingina.
LÍF-VB/Sumba 11-0
Tá ið LÍF 10. juni hevði tapt
á heimavølli móti AB, sá tað
svart út at røkka málinum,
sum er at flyta upp. Síðani
hevur LÍF vunnið allar fýra
ferðirnar við málmuninum
18-0! Góða gongdin sæst
aftur á støðutalvuni, tí nú er
LÍF næstovast.
Hesa ferð var talan bara
um
avgreiðsluspurning.
Marlon Kjærbo og Janus
Kjærbo vóru veteranar á
VB/Sumba liðnum, sum
annars var mannað við ung
um monnum úr 22 árum og
niðureftir.
Bárður á Lakjuni og
Adrian Joensen skoraði
fýra ferðir í part fyri LÍF.
Merkisvert var tað, at trý
tey fyrstu málini vórðu
stútað. Bárður átti høvdið
á tveimum teimum fyrstu
eftir innlegg úr høgru frá
Andriasi Lava Olsen, og
Magnus Skoralíð átti tað
triðja, eftir at Bárður á
Lakjuni hevði sent innfyri
úr vinstru.
Adrian Joensen varð skrá
settur fyri tvey mál undan
steðginum. Ì fyrra førinum
var tað eftir innlegg úr
vinstru, og í seinna førinum
var tað eftir at skotroynd
hjá Símuni Waag Høgnesen
hevði rakt í hælin á unga
manninum. Magnus Skora
líð syrgdi við frísparki úr
22 metrum fyri 6-0 dygst
undan steðginum.
Eftir steðgin var fram
vegis einvegis ferðsla. At
ferðin fór niður, og at LÍF
ikki tók seg saman at vera
mál, fyrrenn eitt korter var
farið, vórðu teir neyvan
kliktir niður á av væl nøgdu
áskoðarunum.
Tey næstbestu eru betri enn tey bestu
TB vann aftur hetta vikuskiftið. Hesaferð var tað ímóti SÍ á heimavølli
Mynd: Áki Bertholdsen