mánadagur 10. juli 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 130 - 10. juli 2006 ]
Pirlo var besti maður
Ein fylgibólkur hjá UEFA valdi italska miðvallar
spælaran Andrea Pirlo til besta spælaran í HM-finaluni
í gjárkvøldið. Pirlo hevði ein týðandi leiklut á italska
miðvøllinum, og hann var eisini ein av spælarunum,
ið skoraði upp á brotsspark í endabrakinum frá
11 metrum. Pirlo hevur spælt sera væl fyri Italia
undir HM-kappingina, og í sínari støðu aftarliga á
miðvøllinum hevur hann havt spælstýrandi leiklutin,
sum Totti ongantíð fekk longur frammi á vøllinum.
– Hetta er tað
størsta, sum ein fót
bóltsspælari ella
venjari kann upp
liva, segði italski
landsliðsvenjarin,
Marcello Lippi, eftir
sigurin í HM- finaluni
sunnukvøldið
HM
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Eftir 911 dystir í undan
kappingum og endaspæli
stóð eitt land sunnukvøldið
eftir sum heimsmeistari í
fótbólti 2006 – Italia.
Finalan ímóti Fraklandi
var væl spæld og dramatisk.
Bæði liðini søktu at fyri at
skora frá byrjan, og longu
tá 17 minuttir vóru spældir,
høvdu liðini skorað eitt mál
í part.
Málsøkna spælið helt
fram, til kreftirnar gingu
undan í seinna hálvleiki,
og í umdystinum var lítið
veiggj
í
spælarunum.
Strævna HM-skráin og
krevjandi finalan gjørdu, at
spælararnir vóru útlúgvaðir,
og tað var einki annað at
gera, enn at avgera dystin
við brotsspørkum.
Italia, sum ongantíð áður
hevur vunnið brotssparks
skapping í HM, gjørdi bart,
og allir teir fimm skjúttarnir
skoraðu. Ein fraklendingur
misnýtti, og tað var innskifti
David Trezeguet.
Lippi á toppinum
Italski venjarin Marcello
Lippi var ovurfegin eftir
HM-sigurin, og hann hevði
allatíðina lagt dent á, at
tað var ikki nóg mikið at
koma í finaluna. Hansara
lið skuldi eisini vinna.
– Hetta er tað størsta,
sum ein fótbóltsspælari ella
venjari kann uppliva. Hetta
er besta løtan í mínum lívi,
segði Lippi og ognaði HM-
sigurin til sína familju.
– Eg má siga takk til
mínar spælarar. Teir hava
víst hjarta, persónligheit og
karakter, segði hann.
Zidane segði farvæl
Franski stórspælarin Zine
dine Zidane spældi sín
seinasta fótbóltsdyst á høg
um stigi nakrantíð sunnu
kvøldið. Hann spældi væl
á miðvøllinum og skoraði
franska málið. Harafturat
var hann líka við at skora
til 2-1 í umdystinum við
einum sera góðum stútara.
Og so endaði alt við, at
Zidane misti høvdið og
skallaði Matarazzi í bring
una. Tað endaði við, at
Zidane fekk reyða kortið
og noyddist av vøllinum 10
minuttir fyri tíð.
Hóast hendan keðiliga
enda, so kann hendingin
ikki skugga út yvir, at
Zidane man hava verið besti
fótbóltsspælari í heiminum
seinastu 20 árini, og hann
telist millum teir størstu í
fótbóltssøguni yvirhøvur.
Todi ímóti oddaliðnum
Lutakast hevur verið um, hvussu spælast skal í næsta
umfari av norsku steypakappingini í fótbólti. Todi
Jónsson og liðfelagarnir í Start vunnu seg í farnu viku
víðari eftir brotssparkskapping ímótu Haugesund,
og Todi skeyt avgerandi sparkið. Í næsta umfari fær
Start ein sera truplan dyst, tí teir skulu spæla ímóti
Brann, dysturin verður eftir øllum at døma spældur
á heimavøllinum hjá Start. Brann liggur í løtuni á
odda í norsku tippuliguni, meðan Start stríðist í skeiva
endanum.
Besta løtan í lívinum
Thierry Henry má standa
og hyggja at, meðan Fabio
Cannavaro tekur ímóti HM-
steypinum á Olympiska
leikvøllinum í Berlin í gjárkvøldið
Mynd: Scanpix
Zidane sigur farvæl við einum óskiljandi stútara í HM-finaluni, men hendingin kann ikki skugga út
yvir, at Zidane man hava verið besti fótbóltsspælari í heiminum seinastu 20 árini
Mynd: Scanpix