mánadagur 10. juli 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 130 - 10. juli 2006
29
tíðindi
Síðsta oyggin fær WC-kummu
lítla dímun
2006, og so kom wc-kumm
an. Tað er eftir hondini
fleiri ár síðan at fyrsta WC-
kumman kom til landið.
Men Lítla Dímun hevur bíð
að leingi, og nú er hon so
komin.
Ígjár setti tyrlan hjá Atlant
ic Helicopters wc-kumm
una niður á Lítlu Dímun.
Hvalbingar hava lagt funda
ment til nátthúsið og somu
leiðis var ein vatntangi
lagdur nakað omanfyri hús
ið. Og hvalbingarnir tóku
eisini ímóti sjáldsama førn
inginum hjá tyrluni.
Tey fyrstu, ið kunnu gera
brúk av hesum hentleiku
num er ein bólkur av ungum
sjónleikarum, ið luttekur á
eini serligari verkætlan við
heitinum Kvirra oyggin.
Í hesum bólkinum eru
23 ungdómar, ið koma
úr Noreg, Íslandi og Før
oyum. Tey skulu undir
heilt serligum umstøðum
møtast og arbeiða saman
í eina viku. Tey skulu
vera úti á Lítlu Dímun í
tríggjar dagar og í hesum
tíðarskeiðnum hava tey
ikki loyvi at nýta klokku,
telefon
ella
myndatól
– luttakararnir skulu ikki
hava nakað samband við
umheimin. Ætlanini við
verkætlanini er, at tey skulu
rannsaka friðin og keðsemi.
Verkætlanini endar við eini
sermerktari og nýskapandi
framførslu við sjónleiki,
dansi, tónleiki, myndum og
ljósi í Losjuni í Gøtu 17.
juli. Á heimasíðuni www.
silentisland.com kann ein
fylgja við í verkætlanini.
Hesi kunnu so, sum tey
fyrstu, gera brúk av wc-
kummuni í teir tríggjar dag
arnar tey skulu vera har.
jj
Lítlu Dímun hevur fingið wc-kummu. Her heintar tyrlan førningin