Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juli 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 131 - 11. juli 2006 7 tíðindi -fyri at fáa forstáilsi hjá politikarunum í hinum Norðurlondum fyri fullum føroyskum limaskapi sigur Edmund Joensen, tingformaður, sum eisini fegnast um, at ongar løgfrøðiligar forðingar eru fyri limaskapi Norðurlandaráð Jan Müller jan@sosialurin.fo Løgtingið var vertur, tá formanskapurin í Norður- landaráðnum hevði fund í Havn herfyri. Edmund Joensen, tingformaður fór sjálvur við á fundin saman við formonnunum fyri allar flokkar á tingi. Sjálvur heldur Edmund Joensen, at hetta var ein sera góður fundur fyri Føroyar. –Eg helt tað vera rætt at vera við á fundinum, tí ynskið at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum er nakað, sum alt løgtingið vil, og tí vildi eg bara undirstrika henda veruleika við at vera við á fundinum, ikki bara vísa hetta í skrivt men ítøkiliga við at vera við. -Tað sum stóð eftir aftaná fundin var, at nú er tað ikki longur ein løgfrøðiligur spurningur, um Føroyar kunnu fáa fullan limaskap. Tað er avklárað. Nú er tað ein politiskur spurningur. Nú mugu vit so gera tað neyðuga lobbyarbeiðið fyri at fáa politiska undirtøku fyri málinum. Edmund Joensen sigur, at tað var hansara varhugi, at allir gestirnir vóru sera væl nøgdir við túrin í Føroyum. Nú mugu vit so til at gera politiskt arbeiði fyri at skapa forstáilsi fyri okkara ynski. Og hetta kunnu øll gera hvør í sínum lag men fyrst og fremst umboð fyri politisku flokkarnar í Føroyum men eisini føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum, løgmaður og løgtings- formaðurin sjálvur. Edmund Joensen sigur, at tað, sum nú hendir, er í tráð við nýskapanaruppskotið, sum Sambandsflokkurin hevur skotið upp. Har stendur, at Føroyar skulu vera sjálvstýrandi tjóð í ríkinum, og hetta er fult í samsvar við tað. –Vit hava alla tíðina sagt, at tað er ikki neyðugt at vera eitt fullveldi fyri at fáa fullan limaskap. Tí er tað vigtugt fyri okkum at kunna vísa á, at tað ber til at fáa eina sjálvstøðuna umboðan uttan at skula vísa á, at man er ein suveren tjóð. Edmund Joensen heldur tí, at bæði teirra egna nýskaparupp- skot og uttanríkispolitisku heimildarlógirnar prógva so staðiliga, at tað ber til at fáa fullan limaskap. Eisini løgtingsformaðurin er sera fegin um arbeiðið hjá formanninum í Norður- landaráðnum. –Vit hava í Ole Stavad ein sera góðan formann. Eg havi størstu virðing fyri tí arbeiði hann ger. Og eg havi stórt álit á, at hann fer at koma langt við málinum. Og havi varhugan av, at ríkið stendur saman um hetta. Edmund Joensen viðgongur, at tað kunnu vera onnur støð, har skógvurin trýstir, eitt nú í Svøríki, Noregi og Finlandi, men hann heldur tað ber til at koma ígjøgnum kortini við okkara limaskapi. -Eg havi ikki varhugan av, at tað eru tær stóru forðingarnar men Helsinkforsavtalan skal so broytast, og vit hava varhugan av, at slík mál taka tíð. -Tað verður ringt hjá hinum limalondunum at argumentera ímóti limaskapi, nú einki løgfrøðiligt forðar, og um Føroyar, Grønland og Danmark eru samd um eitt nú føroyskan limaskap sigur Jógvan á Lakjuni, landssstýrismaður, sum hevur varhugan av, at danir eru fyri fullum føroyskum limaskapi. Norðurlandaráð Jan Müller jan@sosialurin.fo Jógvan á Lakjuni umsitur Norðurlandamál í lands- stýrinum. Hann fegnast um úrslitið av fundinum í formansskapinum í Norður- landaráðnum, sum varð hildin í Føroyum herfyri. Sum landsstýrismaður í norðurlandamálum luttekur hann vegna Føroyar á ráðharrafundum saman við hinum ráðharrunum í Norðurlondum. Tað er har avgerðin um fullan føroyska limaskap skal takast. Á fundinum í formansskapinum í ráðnum í Havn kom fram, at ongar løgfrøðiligra forðingar eru fyri, at Føroyar gerast fullgildugur limur í Norðurlandaráðnum. Hetta fegnast Jógvan á Lakjuni um. Hann sigur, at tað hevur verið arbeitt við hesum málinum í eina tíð, og á tí seinasta ráðharrafundinum í Ålesund var ser- frøðingafrágreiðingin um løgfrøðina í sambandi við limaskap hjá teimum sjálvstýrandi økjunum frammi men avgjørt var at útseta viðgerðina av henni til fundin í september. Nú hevur so formans- skapurin í Ráðnum viðgjørt hesa frágreiðing og hevur harvið rudda slóð fyri eini loysn á málinum. Jógvan á Lakjuni sigur, at hetta er ein sera spennandi og góð frágreiðing, og tað segði hann eisini á fundinum í Ålesund. -Eg førdi fram, at føroyingar halda fast við, at vit vilja hava fullan lima- skap í Norðurlandaráðnum. Hetta hava allir flokkar á tingi einmælt samtykt, og við hesi seinastu ser- frøðingafrágreiðingini eru vit komin eitt týðandi stig víðari fram móti endaliga málinum. Góðan formann Jógvan á Lakjuni er tí eisini sera fegin um úrslitið av fundinum, sum varð hildin í Havn og hann sigur seg vera sera væl nøgdan við viðgerðina hjá formanninum Ole Stavad, sum hann heldur er opin fyri øllum møguleikum. Og landsstýrismaðurin sigur víðari, at hann kann bara taka undir við Ole Stavad, Inge Lønning og Gabriel Romanus, sum herfyri úttalaðu seg í Sosialinum um, at hetta er ikki longur ein spurningur um løgfrøði men um politiskan vilja. Tí er hetta nú ein spurningur um at finna praktiskar loysnir. Jógvan á Lakjuni heldur tað eisini vera vert at hava í huga ymisku støðurnar hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi. -Tað er ikki vist, at øll hesi økini eru komin líka langt og hava somu meining. Tí er avtalað at halda fund við grønlendingar og álendingar í august, soleiðis at vit fáa eina felags støðu, áðrenn fundur verður í Ráðharraráðnum í september. Jógvan á Lakjuni sigur, at tað eru føroyingar, sum hava biðið um fullan limaskap, og tí er vigtugt, at vit kunnu fáa stuðul fyri okkara søk frá hinum sjálvstýrandi økjunum. At vit kunnu finna eina pragmatiska loysn, sum sigur, at ein loysn nýtist ikki at vera tann sama fyri Føroyar, Grønland og Áland. Týðandi fundur Fundurin í Ráðharraráð- num verður 7. september. Her kunnu ráðharrarnir úr øllum Norðurlondum møta, alt eftir hvørji mál eru til viðgerðar, men bara tey sjálvsstýrandi londini hava atkvøðurætt. Tað er hesin atkvøðurætturin, sum nú skal takast upp til nýggja viðgerð, um so er at eitt nú Føroyar skal fáa fullan limaskap. Tað verður ringt hjá hinum limalondunum at ar- gumentera ímóti limaskapi, nú einki løg-frøðiligt forðar, og um Føroyar, Grønland og Danmark eru samd um eitt nú føroyskan limaskap sigur Jógvan á Lakjuni, sum eisini hevur varhuga av, at danir ganga inn fyri føroyskum limaskapi. Landsstýrið hevur heitt á Halgir W Poulsen, um at gera eina meting av sseinastu frágreiðingini. Henda meting skal so vera klár til fundin millum umboð fyri Føroyar, Grønland og Áland í august. Jógvan á Lakjuni sigur at enda, at tað er sera umráðandi frá føroyskari síðu at gera greitt, at vit eru ómetaliga fegin um samastarvi í Norðurlandaráðnum og sipar hann eisini til ta stóru játtan, ið Norðurlandaráðið letur til eitt nú virksemi hjá Norðurlandahúsinum. -Vit hava luttikið í norðurlanda- ráðsarbeiðinum í nógv ár og vit eru sera fegin fyri hetta samstarv og fyri teir pengar, sum vit m.a. fáa til Norðurlandahúsið. Vit vilja eisini fegin lata fleiri pengar til hetta samstarvið, tá vit verða mett sum egin tjóð við egnum máli og mentan – á egnum kjøli. Jógvan á Lakjuni, landsssstýrismaður sær ljós fyri framman í spurninginum um fullan føroyska limaskap í Ringt at argumentera ímóti føroyskum limaskapi -Vit øll mugu gera eitt lobbyarbeiði Ole Stavad formaður í Norðurlandaráðnum var sera fegin um fundin í Føroyum. Her er hann saman við øðrum av løgtingsumboðunum í Ráðnum, Óla Breckmann og Edmundi Joensen, tingformanni. Mynd Jan Müller