týsdagur 11. juli 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 131 - 11. juli 2006
tíðindi
Sjamil Basayev
skipaði fyri
gíslatøkunum á
skúlanum í Beslan
og í Dubrovka-
leikhúsinum í
Moskva. Nú er
uppreistrarleiðarin
deyður.
Russland
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
-Hann fekk ta revsing, hann
hevði
uppiborið,
segði
Vladimir Putin, forseti, tá
hann frætti tíðindini um,
at kekenski uppreistrar-
leiðarin Sjamil Basayev var
deyður.
Upprunaligu
vildi
ein
talsmaður hjá kekensku
uppreistrarmonnunum
vera við, at Basayev doyði,
tá ein bumba brast av
misgáum í bili hansara,
men tað avsannaðu rus-
sisku
myndugleikarnir
beinanvegin.
Interfax og Reuerts skrivaðu
í gjárkvøldið, at Nikolaj
Patrushev, sum er ovasti í
russisku tryugdartænastuni,
hevði kunnað Vladimir
Putin, forseta um, at trygdar-
hermenn vóru komnir fram
á Basayev í Ingusjetia, og
at teir høvdu beint fyri
honum og fleiri øðrum
uppreistrarmonnum.
-Hetta er ein hóskandi
revsing til brotsmenninar,
sum myrdu okkara børn í
Beslan og Budnnovsk, og
sum framdu fleiri atsóknir
í Moskva og aðrastaðni í
Russlandi, segði Putin við
sjónvarpið.
Sjamil Basayev var tann
hernaðarligi leiðarin hjá
teimum kekensku upp-
reistrar-
og
loysingar-
monnunum.
Hann
var
ímyndin hjá teimum mest
víðgongdu, og hann gjørdi
átrúnaðin til ein part av
stríðnum við russar, sum
ikki vildu hoyra talan um at
tingast við hann.
Eygleiðarar, sum hava fylgt
við stríðnum í kekenia,
siga, at tað fær neyvan
nakra stórvegis ávirkan
á kekenska uppreisturin,
at Basayev er deyður. Tað
sama siga talsmenn hjá
uppreistrarmonnunum.
-Vit hava ungar kreftir, sum
eru til reiðar at taka við,
segði ein av talsmonnunum
við Reuters í gjárkvøldið.
Bøðilin í Beslan
deyður
Átøk ímóti
fátækradømi
skulu avmarka
flóttafólkastreymin
um Miðjarðarhavið.
Flótrtafólk
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Á hvørjum ári koma umleið
600.000 fólk ólógliga úr
Afrika til Evropa, og
minst 2.000 fólk doyggja á
vegnum um Miðjarðarhavið
ella Atlantshavið.
Nú skal okkurt gerast fyri
tálma streyminum, og teir
seinastu dagarnar hava
ráðharrar úr umleið 60
londum umrøtt støðuna á
fundi í Marokko. Har var
semja um, at tað ræður
fyrst og fremst at bøta um
fátækradømið í teimum
vesturafrikonsku londunum
so sum Mauritania og
Senegal, so fólk kunnu
støðast har heldur enn at
leita til Evropa.
ES hevur í fyrsta umfari
lovað eina hálva milliard
krónur til endamálið, og
Spania hevur harumframt
játtað 75 milliónir krónur
í íverksetarastuðuli. Har-
umframt eru ES-londini
sinnað at bera so í bandi,
at flóttafólk, sum longu eru
í Evropa, kunnu fáa okkurt
at venda heimaftur til.
Ætla at steðga
streyminum
Meiri olju úr
Murmansk
Russisku oljufeløgini Rosneft og Lukoil ætla at flyta
munandi meiri olju ígjøgnum Kolanesi til avskipingar
í Murmansk, og tað fer at hava við sær, at russar fara
at flyta munandi meiri olju fram við norðurnorsku
strondini enn nú, skrivar Aftenposten.
Sambært upplýsingunum ætla tey bæði feløgini at
økja framleiðsluna á Kolanesinum, sum hon verður 12
milliónir tunnur um árið, og tað er næstan fýra ferðir
meiri, enn framleiðslan var í fjør. Endalig avgerð er tó
ikki tikin enn, men feløgini ætla at koma til eina semju
í heyst, skrivar Aftenposten.
Norski umhvørvisverndarfelagsskapurin Bellona er
alt annað enn fegin um russisku ætlaninar. Bellona
sigur, at tann stóri russiski oljuflutningurin fer at hava
við sær, at fimm risastór tangaskip fara at sigla fram
við norðurnorsku strondini um vikuna. Felagsskapurin
hevur fyrr víst á, at tað kann fáa sera álvarssamar
avleiðingar fyri fiskiríkidømið í Barentshavinum, um
leki kemur á eitt av teimum stóru tangaskipunum.
Pólendingar
óttast tvíburðar
Nógvir pólendingar eru misnøgdir við, at Lech
Kacynski, forseti, hevur sett tvíburðarbróður
sín, Jaroslav Kacynski, í embætið sum landsins
forsætisráðharri. Tað gjørdi forsetin, tá stjórnin hjá
Kazimerz Marcinkiewicz bað um at sleppa frá. Enn
hevur Jaroslav Kacynski ikki skipað stjórn, men um
fjúrtan dagar fer hann ætlandi at biðja tjóðartingið
góðkenna ta nýggju stjórnina.
Nógvir pólendingar vísa á, at teir báðir brøðurnir hava
ongar uttanríkispolitiskar royndir, og at tað kann fara
at skaða umdømi landsins uttanlands. Teir hava heldur
ongar búsksparpolitiskar royndir, og báðir eru kendir
fyri at hava sera tjóðskaparlig sjónarmið.
Ein meiningakanning avdúkar eisini, at flestu
pólendingar eru ímóti, at tveir brøður manna forseta-
og forsætisráðharraembætið. 60 prosent siga, at tað
er óheppið at savna alt vald hjá tveimum brøðrum,
og bara 21 prosent vænta, at teir fara at gera eitt gott
arbeiði fyri landið og fólkið.
Biskupur stríðist
fyri hítum
-Vit
mugu
koma
burtur frá teirri gomlu
uppfatanini,
sum
sigur, at hjúnarlagið
verjir kvinnuna ímóti
eyðkvæmi og øðrum
slíkum sjúkum, sigur
fyrrverandi biskupurin í
Oslo, Gunnar Stålseth.
Hann vísir á, at kvinnurnar eru teir størstu tapararnir
í londunum sunnan fyri Sahara, og at helmingurin
av kvinnunum har, sum hava eyðkvømi, hava fingið
smittuna frá sínum egnu monnum. Tí noyðast vit
at ásanna, at hjúnarlagið verjir ikki kvinnuna ímóti
smittu, sigur fyrrverandi Oslo-biskupurin.
Gunnar Stålseth er ráðgevi hjá Neyðhjálp Fólka-
kirkjunnar og ein av leiðarunum á einari altjóða
ráðstevnu, sum skal viðgera ymsar spurningar
í sambandi við eyðkvæmi. Har fer at royna at
fáa átrúnaðarleiðarar at góðtaka, at hítin verður ein
náttúrligur partur av hjúnarlagnum.
Gunnar Stålseth sigur við NTB, at hann er ikki sørt
vónsvikin av, at tann katólska kirkjan er ímóti, at giftir
menn brúka hít. Hann uggar seg tó við, at pávin hevur
ikki sagt sína hugsan um evnið, og at tað tí kanska ber
til at ávirka ta katólsku kirkjuna.
* Sjamil Basayev hevur elingi verið ein av fremstu
kekensku leiðarunum í bardaganum við russar, og
hansara áskoðan var, at allir russar, eisini børn, vóru
lóglig mál í bardaganum.
* Basayev gjørdist kendur í 1995, tá hann skipaði
fyri álopinum á eitt sjúkrahús í russiska býnum
Budennovsk. Meiri enn 150 fólk lógu eftirá.
* Í oktober í 2002 sendi Basayev 41 uppreistrarmenn
inn í Dubrovka-leikhúsið í Moskva, har teir tóku umleið
800 gíslar. Atsóknin kostaði øllum álopsmonnunum
og 126 gíslum lívið.
* Basayev átók sær eisini ábyrgdina av atsóknini at
einum skúla í russiska býnum Beslan í 2004, har meiri
enn 1.000 børn og vaksin vórðu tikin gíslar. Atsóknin
kostaði 330 teirra lívið. Tey flestu vóru børn.
FAKTA
-Hann fekk ta revsing, hann hevði
uppiborið! (Vladimir Putin, forseti, um
deyða Basayev’s).
”
Sjamil Basayev.