Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juli 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 131 - 11. juli 2006 9 tíðindi Fyrr í vikuni endaði tekningin av nýggjum partabrøvum í føroyska oljufelagnum Atlants Kolvetni. Føroyingar, men eisini aðrir útlendingar hava teknað í hesum umfarinum. Í løtuni eru tey í ferð við at skráseta íløgurnar, men nevndarformaðurin, Kjartan Hoydal, ið er nøgdur við úrslitið, heldur tað vera óvæntað at eingir íslendskir íleggjarar vóru partabrØV Johan Jacobsen johan@sosialurin.fo Við hesi kapitalhækking er felagið fíggjarliga styrkt og miðjar eftir framhaldandi at uppbyggja eitt sterkt olju- og gass- felag. Frammanundan var miðjað eftir at røkka eini samlaðari kapitalhækking á 200 milliónir. Men úrslitið endaði við 121,4 milliónum. Tó er stjórin í Atlantskolvetni ikki vón- brotin av úrslitinum. - Vit eru væl nøgdir. Nei, hetta er als ikki nakað vónbrot. Hatta var í ordan, og serliga, tá ein hugsar um, at fyri tíðina hava íleggjarar á peningamarknaðinum verið varnir. Úr skrivinum kann ein lesa, at umleið 350 nýggir íleggjarar eru nú skrásettir við navni. Umleið 92 % av teimum skrásettu íleggj- arunum búgva í Føroyum, og føroyingar mynda um- leið 85% av íløguni. Størri danskir íleggjarar Men, hvør í útlandinum velur at keypa partabræv hjá Atlants Kolvetni? Har eru fleiri útlendskir íleggjarar, sum eru uppi í spælinum. Í sambandi við kapital- hækkingina verður sagt, at í alt koma nú íleggjararnir frá 16 ymiskum londum. M.a. eru nakrir størri danskir íleggjarar, fortelur stjórin á Atlants Kolvetni. Útlendskir eiga hvør sær uppundir 5 % av felagnum. Undir hesum markinum eru íleggjarar ikki noyddir alment at skráseta seg og seta navn undir. – Flestu íleggjarar á heimsmarknaðinum hava ikki fyri neyðini at vera stórpartaeigarar og hava ávirkan á sjálvt felagið, sum teir investera fyri at fáa avkast. Um teir ikki hava álit á leiðsluni, so fara teir aðrastaðni við sínum peningi, soleiðis sigur Finn Danbjørg úr Føroya Sparikassa, ið umsitur kapitalhækkingina hjá At- lants Kolvetni. Hann metir hetta við íløgumentan vera eitt munavíst nýtt fyribrigdi hjá føroyingum. – Hetta er tað ein skal venja seg við í dag. Ein fer kanska inn í eitt felag við peningi fyri at stuðla tí av ymiskum orsøkum. Men í síðsta enda er tað jú fyri at vinna pening. Føroyingar hava keypt meiri, enn teir hava selt. Men hetta broytist, og tað er gott fyri búskapin og spennandi. Eingir íslendskir íleggjarar Kjartan Hoydal, nevndar- formaður hjá Atlants Kolvetni, er fyri tað mesta væl nøgdur við úrslitið. – Tað einasta, sum er eitt sindur óheppi – og eisini óvæntað – er, at eingir íslendingar vóru millum íleggjararnar. Vit hava gjørt eitt ávíst arbeiði fyri at røkka íslendararnar, men teir hava ikki keypt frá okkum. Møguliga hava teir aðrar raðfestingar, tá ið teir keypa partabrøv. Men, at ein tílík nøgd av peningi kemur inn í felagið, er stak gott. Tey eru í ferð við at skráseta nýggju íløgurnar, so yvirlit fæst ikki á øllum íleggjarunum enn. - Úr Noreg var ein ávísur áhugi, men eg kann ikki siga enn, um hesin áhugin bleiv ítøkiligur. Spennandi tíðir fyri felagið Felagið fer ígjøgnum spennandi tíðir. Felagið er við í Faroese Partnership og er við í leitingini við Brugdumiðið. Og um úrslitið verður gott har kann tað broyta alt, sigur Kjartan Hoydal. Felagið er við í teimum báðum leitingunum í før- oyskum sjóøki, í loyvunum 13 og 14. Men tað er í bretskum øki, at felagið fyrst væntar at vinna pening burturúr framleiðslu. Hetta er longu fyrst í næsta ár. Manglandi áhugi úr Íslandi 350 nýggir íleggjarar Íleggjarar hjá Atlants Kolvetni koma úr 16 lond 92% av skrásettu íleggjarunum búgva í Føroyum 85% av samlaðu íløguni hevur føroyskan uppruna Felagið miðjar eftir at gerast fremsta oljufelagið í Føroyum Atlants Kolvetni er nýliga flutt skrivstovu sína oman í nýggj hølir í Gongini, Hjá Villejus