týsdagur 11. juli 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 131 - 11. juli 2006
Eitt gylt høvið:
Tórshavn - Róm - París
Hóast Italia og Frakland teljast millum heimsins
bestu fótbóltstjóðir mundu fá av okkum gáað um,
at tað skuldu blíva júst hesi bæði londini, sum
endaðu í HM finaluni í fótbólti. Og orsøkina til at
vit tosa um hesi bæði londini er tann, at Føroyar
skulu til at spæla móti nettupp Italia og Fraklandi
til komandi EM-undan kapping.
Nú hendi tað so ótrúliga, at Føroyar sum ein
hin minsta fótbóltstjóðin í heiminum, skal møta
teimum báðum størstu og entá í so frægum og
søguligum býum sum Rom og París.
Vit hava viðgjørt henda spurning áður á hesum stað
og inni í blaðnum, og vit kunnu tí bert endurtaka,
at vit eru ómetaliga heppin at skula spæla ímóti
teimum størstu. Hóast onkur vildi verið hetta
fyriuttan, tá hugsað verður um, at vit kunnu vera
fyri dyggiligum tapum, so er hetta kortini eitt
einastandandi høvi at marknaðarføra Føroyar
uppá. Henda nærsagt ókeypis reklama - verður
hon rætt brúkt - kann vera gullverd fyri okkum.
Vit fara av álvara at koma á heimskortið, og tað
kann vera við til at menna okkara ferðavinnu
eins og tað kann skapa áhuga fyri teimum mongu
vørum vit hava at bjóða umheiminum.
Latið okkum tilrættaleggja hetta væl og virðiliga.
Ikki bara sita og bíða og vita, hvat hendir. Her
eiga bæði myndugleikar, vinnulív og onnur at
seta hvørjum øðrum stevnu við eini dagsskrá:
hvussu fáa vit góð úrslit móti hesum londum og
hvussu kunnu vit brúka hesar fótbóltsdystir til at
profilera og marknaðarføra okkum sum tjóð.
Hvat við at almennu Føroyar, landsstýrið onk
ursvegna, sjálvt tekur stig til ítøkiliga at betra
um karmarnar hjá fótbóltslandsliðnum til kom
andi dystir. Hetta kann gerast uppá so nógvar
mátar. Tað verið seg at fáa okkum útlendska pro
fessiónella hjálp bæði á venjaraøkinum og til
servenjing av spælarum. Latið okkum tora at
hugsa ótraditionelt og øðrvísi, tí nettupp henda
støða vit eru komin í er ótraditionell og øðrvísi.
Eitt vælfyrireikað og vælspælandi landslið kann
skapa enn eina sensatión, og kanska eina, sum
er størri enn hon móti Eysturríki á sinni. Latið
okkum ikki formøblað henda einastandandi møg
uleika. Setið út í kortið nú.
Sosialurin
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
- Hendan framferð kann helst koma at kosta Starvsmannafelag
num dýrt, tí um felagið ikki virðir onnur fakfeløg, so kann Starvs
mannafelagið skjótt koma at standa einsamalt
Hans Joensen, form. Havnar Arbeiðsmannafelag
SAMBAND
eirikur lindenskov
post@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Nú hevur rættuliga nógv ver
ið frammi í fjølmiðlunum,
um royndirnar hjá Starvs
mannafelagnum at fáa port
ørarnar í felag teirra.
Eg skal ikki fara inn
í smálutirnar í hesum
ódámliga leiki, men greitt
er at formaðurin í Starvs
mannafelagnum
Gunn
leivur
Dalgarð
hevur
ikki sakliga upplýst um
fyrimunir og vansar við
limaskapi í ávíkavist Havn
ar Arbeiðsmannafelag og
Starvsmannafelagnum.
Hinvegin hevur framferð
in hjá Starvsmannafelag
num sett spurnartekin við
framtíðarsamstarv innan
føroyska fakfelagsrørslu.
Framferðin hjá
formanninum
Sum ein av portørunum
greiðir frá í lesarabrævi í
Dimmalætting í gjár, so hev
ur Gunnleivur Dalsgarð í
rúma tíð havt samband við
nakrar portørar umframt
at hann hevur vent sær til
Lønardeildina hjá Fíggjar
málaráðnum uttan at gretta
orð fyri okkum í Havnar
Arbeiðsmannafelag, og
endamálið hevur alla tíð
ina verið, at fáa samráð
ingarrættin fyri økið hjá
portørunum flutt frá Havn
ar Arbeiðsmannafelag til
Starvsmannafelagið.
Hetta
verður
gjørt
hóast Gunnleivur veit, at
Havnar Arbeiðsmannafel
ag altíð hevur havt hetta
sáttmálaøki, og at tað
eru portørunum og felag
okkara, sum hava æruna av,
at sáttmálaviðurskiftini hjá
portørunum eru so fræg,
sum tey eru í dag.
Tað er lætt hjá Starvs
mannafelagnum at royna at
yvirtaka eitt sáttmálaøki,
sum onnur hava bygt upp,
men neyvan nakar annar
fakfelagsleiðari í Føroyum
hevði kent seg freistaðan at
brúka so skitnan framferðar
hátt móti øðrum pørtum av
fakfelagsrørsluni, sum júst
Starvsmannafelagsformað
urin her hevur brúkt.
Orð og gerð samsvara
ikki hjá Gunnleivi
Nú Gunnleivur Dalsgarð
verður avdúkaður í sínum
skýmaspæli kemur hann
fram í fjølmiðlunum og sig
ur at partarnir eiga at tosa
saman.
Hesi úttalilsi eru bæði lát
urlig og grátulig, tí heldur
Gunnleivur veruliga, at vit í
Havnar Arbeiðsmannafelag
fara inn í nakað orðaskifti
við eitt felag ella ein fak
felagsleiðara,
sum
so
greitt hevur víst, at hann
og leiðsla felagsins als ikki
tykist at hava nakra sum
helst virðing fyri øðrum
fakfeløgum og sáttmálaøki
teirra.
Hví kom Starvsmann
afelagsformaðurin
ikki
fyrst til okkum í Havnar
A r b e i ð s m a n n a f e l a g ,
soleiðis at vit saman kundu
tosa opið um teir spurningar,
sum tørvur møguliga er at
tosa um?
Starvsmannafelagið tyk
ist bert at vilja hava sam
starv tá tað gagnar teirra
felag
Starvsmannafelagið hev
ur ofta tosað um samstarv
millum fakfeløgini, og
eisini hevur felagið verið
við til at tikið ítøkilig
stig til samstarv, tá t.d.
politiski
myndugleikin
gekk áhugamálunum hjá
føroyska
løntakaranum
ov nær. Vit sum umboða
onnur fakfeløg hava skilt,
at her var talan um ein
veruligan vilja hjá leiðsluni
í Starvsmannafelagnum til
samstarv millum føroysku
fakfeløgini, men tá vit í
dag kunnu staðfesta, at
Gunnleivur Dalsgarð so
dyggiliga hevur stungið
okkum í Havnar Arbeiðs
mannafelag í ryggin, so má
niðurstøðan vera tann, at
Starvsmannafelagið bert vil
hava samstarv, um tað tænir
teirra egnu áhugamálum.
Tá hetta er fyritreytin fyri
samstarvi, so er hetta sam
starv lítið vert.
Ber til at samstarva við
eitt fakfelag, sum onga
virðing hevur fyri øðrum
fakfeløgum?
Vit, og helst øll fakfeløg
í landinum, mugu í dag seta
sær spurningin, um tilber at
fara inn í nakað samstarv
við Starvsmannafelagið, tá
hetta felag als onga virð
ing hevur fyri øðrum fak
feløgum.
Fyri mítt viðkomandi
má eg ásanna, at trupult
verður hjá mær og nevndini
í Havnar Arbeiðsmanna
felag, at fara inn í nakað
framtíðarsamstarv við eitt
felag, har leiðslan fer aftan
fyri ryggin á øðrum fak
feløgum, og uttan fyrilit
roynir at kroysta seg inn á
sáttmálaøkið, sum altíð hev
ur hoyrt til annað fakfelag.
Starvsmannafelagið hev
ur við stuttskygdu framferð
sínari lagt lunnar undir
spjaðing innan føroysku
fakfelagsrørsluna í staðin
fyri at arbeiða fyri øktum
samstarvi.
Hendan framferð kann
helst koma at kosta Starvs
mannafelagnum dýrt, tí um
felagið ikki virðir onnur
fakfeløg, so kann Starvs
mannafelagið skjótt koma
at standa einsamalt, og
ábyrgdina fyri einari slíkari
gongd eiga teir sjálvir.
Tórshavn tann 6. juli 2006
Starvsmannafelagið hevur stungið
Havnar Arbeiðsmannafelag í Ryggin?
Formaður, Havnar
Arbeiðsmannafelag
hans
joensen