týsdagur 11. juli 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 11. juli 2006
11
tíðindi
Aftaná heldur óvæntað
stívt orðaljóð í farnu viku,
frá stjóranum í evropiska
miðbankanum,
Trichet,
eru sannlíkindini fyri eini
rentuhækking afturat í ár
økt. Marknaðurin hevur
frammanundan mett, at
leiðandi rentan, sum í dag
er 2,75%, verður hækkað
tvær ferðir í ár. Men nú
er sannlíkindið økt, fyri
at hendan kann hækka í
3,5% við árslok. Mánaðar-
liga
arbeiðsmarknaðar-
frágreiðingin í USA var
kunngjørd
fríggjadagin.
Hon vísti at færri fólk vóru
sett í starv enn væntað og at
mánaðarligi lønarvøksturin
fyri juni, var tann higartil
størsti seinastu fimm árini.
Frágreiðingin saman við
norðurkoreansku
missil-
royndarskjótingunum og
methøga
oljuprísinum
gjørdi partabrævaíleggjarar
ótryggar. Líkt er tó til,
at
marknaðirnir
geva
Norðurkorea lítlan ans,
tí í gjár hækkaði m.a.
suðurkoreanski
parta-
brævamarknaðurin. Tó fara
øll eygu at fylgja við, hvat
næsta stigið í Norðurkorea
verður.
GN Store Nord
ætlanir um sølu
av GN-ReSound
GN niðurmetti í farnu viku
útlitini fyri 2006 m.a. tí
sølan av hoyritólum hevur
gingið verri enn væntað.
Hoyritóladeildin
GN-
ReSound hevur eisini havt
minni vøkstur og verri
inntøkur enn kappingar-
neytar, sum eitt nú William
Demant. GN kannar tí í
løtuni møguleikan at sel-
ja deildina. Prísurin er
mettur til 8,25-10 mia. kr.
Prísurinkann gerast hægri,
um kappingarneytar og
møguliga kapitalgrunnar
fara at kappbjóða um
GN-ReSound. Hetta fekk
kursin á GN Store Nord
at hækka, meðan William
Demand lækkaði, tí teir
kunnu hugsast at keypa
GN-ReSound ov dýrt, um
teir keypa GN-ReSound.
Hesa vikuna
Næstu
vikurnar
verða
spennandi í partabræva-
høpi, nú heimsins leiðandi
virkir fara at kunngerða
roknskapir fyri fyrra hálvár.
Hesa vikuna kunngerða
m.a. Pepsi og General
Electric. Tíðindi frá hesum
og øðrum stórum virkjum
kunnu, fara at ávirka
gongdina á partabrøvum,
eisini um okkara leiðir,
men fleiri roknskapir mugu
til áðrenn ein týðulig mynd
sæst. Úr USA kunnu eisini
sølu og brúkaraálitistøl
fyri juni fara at ávirka
marknaðirnar.
Vika 28
2006
Marknaðarrák
!. $ Þ
).¥. Ù 2$ !- ! (!)$ Ù¥.[ !. (Ù.
!. !. $ ~ 2Ú.¥!.[
Trichet stívari enn væntað
Kloakkvatn úr rot
tangum rennur í Sand
agerð, og tí mælir
býráðið fólki frá at
svimja í ánni og í
ósanum
Dálking
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er ikki longur heilt
vandaleyst at svimja í Sand
agerði.
Tað boðar Tórshavnar
Býráð frá í dag.
Sostatt mælir býráðið
fólki til at ansa sær, áðrenn
tey fara út í Sandagerð at
dusa sær í góðveðrinum í
summar.
Og í sjálvari Sandá og í
Ósanum, verður beinleiðis
mælt frá at svimja.
Elin Lindenskov, for
kvinna Heilsu- og um
hvørvisverndini hjá Tórs
havnar Býráð, sigur, at
orsøkin til ávaringina er,
at Helsufrøðiliga Starvs
stovan hevur funnið ymsar
bakteriur í ánni og í Ósa
num.
Tað er í einum hyli oman
fyri Eikina, at mælt verður
frá at svimja, eins og tað
heldur ikki er ráðiligt at
fara útí í sjálvum ósanum.
Bæði í hylinum og í Ósa
num er annars heilt vanligt
at børn svimja og svansa í
góðveðrinum.
Annars er tað vandaleyst
at svimja longur úti á
Sandagerði og í Sanda gerðs
vík, tí har er onki funnið.
Dálkað av kloakkvatni
Tað eru koliformar bakteriur
og termotolerantar bakteriur,
sum Heilsufrøðiliga Starvs
stovan hevur funnið ov nógv
av í ánni og í ósanum.
Hetta eru bakteriur, ið
liva í maganum á fólki.
- Vit mugu staðfesta, at
tað er onkur kloakk, sum
lekur út í ánna og í òsan
við vatni úr septiktangum,
sigur Elin Lindenskov.
Og tað kann elva til sjúku,
serliga hjá smærri børnum,
fáa tey dálkað vatn í seg.
- Tað er rættiliga nógv
fólk í Sandagerði um
summarið og tí hildu vit,
at tað var rætt at binda
um heilan fingur, sigur Elin
Lindenskov.
Longu í fjør
Tað var longu í fjør, at Heils
ufrøðiliga Starvsstovan stað
festi og nógvar bakteriur í
ánni og ósanum. Men ein
kanning er ov lítið til at taka
eina avgerð á. Og tá ið vit
gjørdi eina kanning afturat,
varð verkfall og tí spiltist
kanningarnar.
Samstundis skal tað verða
ein ávísur hiti í luftini, tá ið
kanningarnar verða gjørdar
og tí eru tær ikki gjørdar
aftur, fyrrenn í ár.
Tað er helst kloakkir
frá onkrum síðugøtum til
Velbaðstaðvegin, sum eru
farnar at leka.
- Onkrar lekar hava vit
funnið og teir verða gjørdir.
Tað, sum er kommunalt,
ger kommunan og tað, sum
er privat, hava eigararnir
fingið boð um at gera
ístand.
Men um allir lekar eru
funnir, er ilt at siga.
Elin Lindenskov sigur,
at fáa fólk, kanska serliga
børn, bakteriur í seg,
kunnu tey gerast magasjúk
og tí hevur býráðið valt
at binda um heilan fingur
og ávara almenningin, til
viðurskiftini eru fingin í
rættlag aftur.
Nú verða so skelti sett
upp úti í Sandagerði, sum
siga frá, at mælt verður frá
at svimja í ósanum.
Annars skulu áhaldandi
kanningar gerast fyri at
vita, hvussu gongdin er og
fyri at staðfesta, um allir
kloakklekarnir, eru funnir.
Og ið Sandagerð er
reint aftur, verður boðað
frá,
beinanvegin,
sigur
forkvinnan í Heilsu- og
umhvørvisnevndini.
Hinvegin
sigur
hon,
at ongin vandi er fyri at
drepa grind í Sandagerði,
tí grindir verða dripnar
longur úti og tað verður
heldur ikki skorið upp í
Sandagerði.
Kunnu verða sjúk av at svimja í Sandagerði
- Fólk verða nú ávarað ímóti at svimja niðarliga í Sandá og í ósanum, tí tað kunnu fólk gerast sjúk av, serliga børn