Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juli 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 131 - 11. juli 2006 Helga Strømsten, Norðagøta, andaðist sunnudagin, 78 ára gomul. Kistan kemur í kirkjuna týskvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Gøtu kirkjuni miku­ dagin kl. 14. Kistan við Henry Heinesen fer frá Kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mikukvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni, hósdagin kl. 13.30. Tey, sum vilja minnast Henry, kunnu lata eina peningagávu til KFUM- og K. Sverri Eidesgaard fer til gravar úr Oyndarfjarðar kirkju, týsdagin 11. juli, kl. 14. Tey, sum vilja minnast Sverra, kunnu lata Oyndarfjarðar kirkju ein peningagávu. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Tað verður við hesum gjørt kunnugt, at okkara kæra systir, mostir, fastir og gumma Anna Højsted ættað úr Hvalvík andaðist á Plajecentret Henriksdal í Taastrup fríggjadagin 30. juni. Jarðarferðin verður úr Hvalvíkar kirkju hósdagin 13. juli kl. 14.00. Kistan kemur í kirkjuna mikukvøldið kl. 20.00. Sungið verður úr sálmabókini. Fyri tey avvarðandi Haldis Eikhólm og Atli Hansen Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Helga Strømsten Norðragøta andaðist sunnudagin 9. juli, 78 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Gøtu kirkju mikudagin 12. juli kl. 14.00. Familjunnar vegna Ludvig, Regin, Jóhan, Jákup Sigurð og Eyðfríð Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri pápi, verpápi og abbi okkara Meinar Augustinussen Vágur andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum í kapellinum á Suðuroyar sjúkrahúsi. Tøkk til prest fyri troystarrík orð. Tøkk til sangarar og kirkjutænarar, berarar og gravara. Tøkk fyri uppringingar, blómur og kransar og tit øll, ið hjálptu á annan hátt. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Harrin signi tykkum øll. Døturnar 12. juli. Heinrikur, deyður ár 1024. Týski keisrain Heinrikur II var giftur við Húngunn, sum læt byggja bæði kleystur og kirkjur. Pavin Eugen III skírdi Heinrik halgimenni í árinum 1146. Upprunaliga tyskt navn, samansett av orðunum heim og ríkur. Dagurin Jonhard Vang Jacobsen Til minnis um Leygardagin 10. juni and­ aðist Jonhard á Ríkis­ sjúkrahúsinum. Tað kom okkum øllum dátt við, at Jonhard ikki var millum okk­um meira. Jonhard hevur verið sjúkur í meiri enn 20 ár, men hevur livað eitt hampuligt lív kortini. Hann kláraði væl at passa húsið og at gera fastur døgurða, tá hon kom úr arbeiði, og hann koyrdi hana aftur og fram á Fiskavirkið hvønn dag. Hann diggaðist eisini við seyð, passaði væl upp á abbabørnini og nú eisini langabbasonin Páll Eirik. Hann var altíð glaður, tá Jonhard og Esther komu heim at vitja. Eg kann minnast, at tá Jonhard bleiv sjúkur fyri gott 20 árum síðani, búðu vit í Essalág í Havn. Fastur og Simona komu til okkara at kóka havrasuppu til Jonhard, tí tað kundi styrkja hann, og tað man hava hjálpt. Fastur, tú gjørdi alt, fyri at hann skuldi klára seg, og tað gjørdi hann eis­ini. Sjálvt um hann ikki bleiv 100 prosent, fekst tú hann aftur til Gøtu. Jonhard var ein stillur og friðarligur maður. Tá man kom at vitja, og eg og fastur flentu eftir onkrum stutt­ligum, og vit so nøkunlunda vóru lidnar at tosa um tað skemtiliga, kom altíð ein viðmerking frá Jonhardi, sum var stuttligur, men kundi eisini vera speiskur. So vit aftur at flenna. Mær untist at kenna Jonhard væl. Eg minnist, at tá Simona og Páll fingu tvíburðarnar Hjørdis og Poulu, var Jonhard so stoltur, tí hann var blivin abbi at tvíburum, og hann tosaði eisini altíð um tær. Hann var eisini góður við tær og tær við hann, og heimið hjá Jonhardi og fastur hevur verið sum eitt annað heim hjá teimum. Jonhard gleddist um síni børn, Simonu og Hans Petur. Simona eigur í dag tríggjar deiligar gentur, Hjørdis, Poulu og Leilu. Eg eri sjálv gumma Poulu. Hans Petur eigur eisini tvey deilig børn, Esther og lítla Jonhard. Eg kann minnast dagin, tá lítli Jonhard, sum eg og Árni eru fadrar at, fór til dópin. Eg bar lítla Jonhard, og tá vit komu út úr kirkjuni, kom Jonhard til mín og segði, at nú eru vit tvær Jonhard'ar. Eg sá, hvussu rørdur hann var, nú hann var blivin uppkallaður. Jonhard var eitt deiligt menniskja í allar mátar og góður við øll. Eg misti pápi í 1989, og eg minnist, góða fastur, at tá var tú ein góður stuðul hjá mammu og okkum systkinum. Tú hevur ikki altíð havt tað so lætt, men at hjálpa øðrum gloymir tú ongantíð. Fastur, eg vóni, at Harrin styrkir teg, børnini, svigar­ børnini, ommubørnini og langommusonin ígjøgnum hetta. Eg veit, at tað er ikki lætt hjá tær, nú Jonhard er farin. Hann var altíð hjá tær, og tú var altíð hjá honum, alt døgnið. Men góða fastur. Orð eru so fátæk, men eg biði um, at tú fært styrki. Eg veit, at tað er einsligt hjá tær nú, men tú hevur tíni børn og ikki minst ommubørnini rundan um teg. Góða fastur. Vit báðar hava havt so nógv sam­ band, og tað koma vit framvegis at hava. Eg eri glað fyri at eiga eina so dýrabæra fastur sum teg. Eg skal heilsa tær hjá mammu og systkinum mínum. Harrin styrki teg í sakninum, góða fastur. Hvíl í friði, góði Jonhard. Ulf Vág Nolsøe: Pappa Ulf við nýggjari fløgu »Kvøða til Vágsfjørð« eitur nýggja fløgan, ið vágbingurin Ulf Vág Nolsøe hevur givið út. Á fløguhúsanum nevnir hann seg Pappa Ulf. Á fløguni eru sangirnir »Kvøða til Vágsfjørð«, sum Jákup Olsen í Vági hevur skrivað tekstin til, og sangurin »Dear Lord, push me the way«, sum Ulf hevur gjørt bæði orð og lag til. Eisini er »Kvøða til Vágsfjørð« sum instru­ mental-lag, Ulf hevur sjálvur gjørt lagið. Fløgan er at fáa í Vági á hesum støðum: hjá Ellen Dahl, á Heimavirkinum, hjá D.J. Vilhelm á Gørð­unum og á Shellstøðini. Ulf býr í dag í Viborg í Danmark.