týsdagur 11. juli 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 11. juli 2006
13
Mikudagin 14. juni fóru
55 fólk úr Tilhaldinum í
Havn í leigaðum bussi til
Klaksvíkar at síggja gamla
spinnaraíið
hjá
Monu
Olsen. Har vóru vit væl
móttikin. Olga Biskopstø
greiddi frá at Sp/f Filana
varð stovnað í 2003. Tað
var systirdóttir Monu ,
Maria, ið tók hetta stigið.
Maria savnaði ein bólk av
fólki, ið hevði áhuga í og
vóru sinnað at fara undir at
framleiða tógv á virkinum
hjá Monu.
Útgangsstøðið fyri virk-
seminum var frá byrjan av
at skapa eitt virki, ið byggir
á fleiri súlur, hesar eru:
framleiðsla, gransking og
menning av føroyskari ull
og tógvi, frálæra og ment an.
Málið er, at framleiða og
selja dygdar tógv úr tí
føroysku ullini. Úrvalið
verð ur breitt, bæði sið-
bundið og nýmótans, eisini
hvat litum viðvíkir. Filana
verður eitt "konsept" har
kundin fær trygd fyri at
vøran er spunnin úr bestu
føroysku ullini. Har teir
serligu góðu eginleikarnir,
ið bert rein føroysk ull
hevur m.a. í køldum og vát-
um umhvørvið, vera varð-
veitir.Um ikki so langa tíð,
verður fyrsta tógvið, ið er
framleitt á virkinum, at fáa
til keyps. Í sølubúðini Fil-
ana og kring landið, men
inn til tá, er høvi at hyggja
inn á gólvið til ein kaffi/
temunn og eitt tógv/ulla
prát.
Góðskustýring og spor-
føri skal tryggja eina høga
góðsku og trygd hjá kund-
a num, um at vøran er upp-
runalig.Tað er ein styrki
hjá okkum segði Olga, at
vit hava kunnleika tøkan
bæði til góðsking av rá -
vøruni og til spuna. Tað er
eisini ein styrki, at vit hava
ein hóp av royndum, ið
Mona Olsen gjørdi, meðan
hon hevði spinnaríið. Hesar
royndir eru skrásettar og
nýttar sum útgangsstøði
fyri framleiðsluni av sið-
bundna tógvinum.
Spinnaríið hjá Monu
varð tikið í nýtlsu 1967.
Tað var Mona Olsen sum
tók stig til at byggja virkið,
beint eftir at Spinnaríið hjá
Kjølbro hevði latið aftur
mitt í 1960´unum. Mona
keypti maskinurnar frá
Kjølbro, tí hon helt, at tað
var stór skomm, at onki
spinnarí var í Norðoyggj-
um. Bygningurin er 23,3 x
8,5 m til støddar, Poul
Nolsø
Kjølbro
teknaði
bygningin og sniðgav hann
soleiðis, at maskinurnar
passaðu neyvt inn í høllina.
Maskinurnar hjá Monu
gjørdust "heimskendar" tá
hon í sjónvarpinum greiddi
frá hvussu nógv hol (1100)
hon skuldi smyrja. Men
maskinurnar,
sum
eru
millum 80 og 100 ára gaml-
ar, eru væl hildnar. Teir
maskin menn, ið settu tær í
gongd fyri kortum, søgdu
at tað var ein fragd at síggja
hvussu væl tær virkaðu.
Mona gekk sera høgt upp í
sítt arbeiði á spunavirkinum.
Hon vaskaði og turkaði
sjálv alla ullina heima,
síðani bar hon ullina á
spinnaríið at spinna.Mask-
inurnar passaði hon við
nærlagni og tað er tiltikið
hvussu tær væl tær vóru
smurdar.
Eftirspurningurin
Eftirspurningurin av tógv-
num hjá Monu var stórur
bæði her og uttan lands.
Tógvið varð selt so hvørt
tað varð spunnið. Eini 6
fólk
arbeiddu
fast
á
virkinum í mong ár. Tá
nýggjar tíðir komu, steðg-
aði arbeiðseftirlitið virki-
num hjá Monu. Men Mona
sjálv helt áfram at hava
spinnaríið í gongd høgt
upp í aldurin.
Fyri Monu var handfar-
ingin av ullini hjartatátt ur-
in í tógvframleiðsluni.
Skuldi tógvið vera gott, var
neyðugt at nýta góða ull,
og hon var meistari í at lýsa
eginleikarnir hjá ullini og
meta um góðskuna.Tað
sjálvsama við tógvinum
hjá Monu er, at tað hevði
ein annan snúður.
Men fyri Monu var tað at
spinna tógv ikki bert ein
vinna, men eisini eitt
týdningarmikið mentunar-
ligt arbeiði. Hennara lívs-
yrki var hjúkla um og
menna tað ellgamla ull-
handverkið og bera kunn-
leikan um hetta víðari til
komandi ættarlið. Mona
fýltist á, at skúlin gjørdi ov
lítið við at geva børnunum
henda kunnleika.
Olga segði frá, at Mona
bant
ymisk
pløgg
til
fiskimenn. Hon bant m.a.
nógvar hosur á tí gomlu
svensku bindimaskinum. Í
2002, 88 ára gomul, bant
Mona saman við starvsfólki
fleiri enn 700 pør av hosum
at selja umborð á Skálabergi
og Nærabergi.
Vit ynskja kvinnunum á
Filana góða eydnu við
spinnaríinum
og
vóna
sjálvandi at øll klaksvíks-
fólk og Føroya fólk fara at
nýta høvi, at vitja spinnarí-
ið (nú er laga manni at
ferðast undirsjóartunnillin
er komin um Leirvíks-
fjørð). Somuleiðis at keypa
sær tógvið tá ið tað verður
at fáa á marknaðinum.
Aftaná vitjanina á spinn-
aríinum var ein góður
drekkamunnur góður og
hann fingu vit í Klingruni
hjá Jórun. Ein prýðilig og
rúmlig kafé og bakarí við
úrsýni yvir Borðoyarvík
gjøgnum stór panorama-
vindeygu.
Tað var forkunnugt at
kunna keypa sær breyð og
køkur úr Klaksvík við
heimaftur.
Afurkomin í Steinatún
takkaðu vit væl nøgd fyri
ein góðan túr.
Tilhaldsfólkini
Tilhaldsfólkini vitjaðu
á gamla spinnaraínum
ÚTFERÐ
1
u
m
1
Gamla spinnaríið hjá Monu eitur í dag Filana
Margit Hansen var eitt av Tilhaldsfólkunum sum vitjaðu í Klaksvík. Her er ein kaffistøðgur inni
á bakarínum “Hjá Jórun”
Tilhaldsfólk inni á spinnarínum