týsdagur 11. juli 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 131 - 11. juli 2006
vinnusíður
SAMBAND
Jan Müller
JAN@sosialurin.fo
tlf 341800
Íslendska
barnasendingin Lazy
Town hevur veruliga
fótað sær á altjóða
marknaðinum.
Hon verður nú
víst á stórum
sjónvarpsrásum
ymsastaðni
í heiminum.
Spurningurin er,
um tær føroysku
barnasendingarnar
eisini kunnu
vera ein møgulig
útflutningsvøra
ÚTFLUTNINGUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Leingi hevur í Føroyum
verið tosað um, at finna
alternativa
útflutnings-
vøru.
Mest
sum
allir
samfelagsfrøðingar og bú-
skaparfrøðingar eru samdir
um, at útflutningsvøran í tí
altjóðagjørda heiminum í
størri mun verður vitanar-
og undir-haldsvøra.
Í Føroyum er ein sera stórur
partur av útflutningi okkara
óvirkað rávøra, og tað er
ikki heilt í trá við ímyndina
av einum framkomnum og
altjóðagjørdum samfelag.
Ísland hevur havt eydnu við
at umleggja teirra búskap
og eru slóðbrótarar innan
nógv øki við teirra vitan og
mentanarliga førningi.
Føroyingar
tosa
eisini
nógv um hetta, og vit hava
leingi vónað, at tónleikur-
in kann gerast ein nýggj
útflutningsvøra.
Hóast
summir tónleikarar hava
klárað seg væl uttanlands,
so vantar enn tað stóra
gjøgnumbrotið.
Ein íslendsk barnasending
kallað “Lazy Town” hevur
veruliga sligið ígjøgnum
á altjóða marknaðinum.
Sendingin er bygd á nøkur
“show”, har ið skemt og
sjónleikur verður nýtt til at
fremja ein sunnan livihátt.
Endamálið við sendingini
er at fáa børn at liva eitt
sunt lív við sunnum mati og
nógvari rørslu.
Sendingin er vorðin sera væl
umtókt av børnum orsakað
av undirhaldsvirðinum og
skemtiliga stílinum. Hon
er eisini sera væl umtókt
av foreldrunum orsakað
av sunna boðskapinum og
sterka moralinum.
Trúði uppá hugskotið
Tað er íslendingurin Mag-
nus Scheving, sum hevur
skapað konseptið Lazy
Town. Hann er rithøvundur,
fimleikari, entreprenørur og
undirhaldari. Hann gjørdist
evropeiskur
meistari
í
fimleiki í 1994 og 1995. Í
Íslandi er hann væl dámdur
sum fyrilestrarhaldari, og
hansara bakgrund sum
ítróttamaður sæst aftur í
hansara fyrilestrum.
Magnus vil fegin hjálpa
foreldrum og børnum teirra,
so at børnini kunnu fáa ein
sunnan uppvøkstur við
nógvari rørslu, ábyrgdar-
fullari umsiting av pengum
og sterkum etikki. Í 1991
skrivaði hann bókina “Go,
Go Lazy Town” og nú nógv
ár seinni hevur hugskotið
ment seg, og Lazy Town
er
eisini
at
síggja
í
sjónvarpinum.
Tað, sum er áhugavert við
hesum, er, at ein maður
fekk eitt hugskot, og hann
trúði veruliga uppá tað.
Sendingarnar gjørdust væl
umtóktar í Íslandi og nú
hava tær fingið sítt veruliga
gjøgnumbrot. Tó kom tað
stóra gjøgnumbrotið langt
eftir, at hann av fyrstan tíð
byrjaði við sendingunum.
Barnasendingar
møgulig
útflutningsvøra
Í Føroyum hava vit nakrar
barnasendingar, sum eru
væl umtóktar. Spurningurin
er, um vit skuldu lagt størri
orku í at marknaðarføra tær
barnasendingar, sum verða
gjørdar.
Tað er eingin loyna, at
Angela
og
Hannibal,
Likkulikkuleia og Trølla-
pætur er eitt tað besta
føroyska
sjónnvarps-
tilfarið, sum er framleitt
yvirhøvur. Kanska hetta
tilfarið kann roynast væl á
altjóða marknaðinum.
Tey føroysku konseptini
minna
um
konseptið
hjá Lazy Town, og hóast
tað er langt síðani, at
sendingarnar komu fram í
Føroyum, so kunnu tær enn
vera áhugaverdar í øðrum
londum.
Fyrimunurin
í Føroyum er, at tann
føroyska vøran er fyrst
roynd á ein minni marknaði
(les: tí føroyska),og kann
hon tí vera væl brýnd til
at fara út á tann altjóða
marknaðin.
Útflyta barnasendingar
Niklas Heri Jákupsson
er maðurin aftanfyri
Trøllapætur og Kular
Røtur. Hann sær ein
stóran møguleika í at
útflyta vøruna hjá sær
ÚTFLUTNINGUR
Heini S Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Trølla Pætur er veruliga
við at fóta sær á íslendska
marknaðinum. Væntandi
verður filmurin skjótt vístur
í íslendska sjónvarpinum.
Eisini er ein avtala við
eitt stórt DVD-felag um at
koma undir land.
Niclas
Heri
Jákupsson
stendur fyri konseptinum
við Trølla Pæturi. Tá ið
hann verður spurdur, um
føroyingar kunnu útflyta
barnasendingar og filmar,
er hann avgjørdur:
- Hetta er veruliga tað,
sum vit satsa uppá, og tað
eigur at bera til. Vit hava
allatíðina havt vísjónir um
at koma útum landoddarnar
við okkara vøru, men tað
eru nógvar forðingar. Men
nú sær sera gott út, sigur
Niklas Heri.
- Tá ið vit byrjaðu, vóru
vit púra grønir á økinum,
og tí vóru tveir teir fyrstu
filmarnir kanska ikki so
góðir.
Men
børnunum
dámdu teir væl kortini, og
tað sigur mær, at konseptið
er gott. Figurarnir hava ein
ávísan fólkatokka, og tað er
ein stórur fyrimunur, sigur
hann.
Íslendingar taka
Trølla Pætur til sín
Í Íslandi hevur leingi verið
áhugi fyri konseptinum.
Síðsti
filmurin
„Trølla
Pætur
og
Mafian“
er
umsetur
til
íslendskt,
danskt, norskt og enskt.
Tað er ein frásøgumaður,
sum fortelur, hvat hendir.
Men íslendingar eru ikki
heilt nøgdir við tað, og
teir eru tí í holt við at
fáa synkroniseraða talu í
filmin. Málið er so at fáa
filmin í íslendskt sjónvarp.
Teir hava eisini umsett teir
bestu sangirnar hjá Kulum
Røtum og Trølla Pæturi til
íslendskt og givið teir út á
fløgu og til jóla kemur ein
nýggj fløga út við Trølla
Pæturi á íslendskum.
- Vit eru sera spentir uppá
samstarvið við íslendingar.
Vit vænta, at teir eisini
kunnu hjálpa okkum at fáa
konseptið út í onnur lond.
Teir duga væl at geva teirra
vøru ein altjóða dám, og
vónandi kunnu teir hjálpa
okkum eisini, sigur Niklas
Heri.
- Íslendingar hava fingið
búnar hjá Trølla Pætur og
Trølla Ommuni, og hava vit
verið í Íslandi og upplært
sjónleikararnar.
- Vit hava einki ímóti,
at teir skulu fáa ein
part av rættindunum til
konseptið, um teir kunnu
marknaðarføra tað væl
betur enn vit duga. Vit vilja
heldur eiga ein lítlan part av
nógvum enn at eiga nógv
av lítlum, sigur hann.
Samráðast við
stórt DVD-felag
Fólkini aftanfyri Trølla-
pætur eru beint nú í
samráðingum við Elap,
sum er størsta DVD-felag
í Skandinavia. Hetta kann
eisini vera við til at gera
Trølla Pætur kendan í
okkara grannalondum.
- Avtalan hevur við sær, at
ELAP fær tær fyrstu fimm
túsund
DVD-fløgurnar
ókeypis. Vit geva teimum
fløgunar fyri at fáa betri
marknaðarføring.
Beint
nú ræður bara um, at so
nógv sum gjørligt síggja
filmarnar og koma at kenna
Trølla Pætur.
Eigur at bera til
Niclas Heri heldur, at tað
eigur at bera til at útflyta
tílíka vøru.
-
Rithøvundarnir
og
manuskripthøvundarnir
í Føroyum eru eins góðir
og alla aðrastaðni. Um
karmarnir høvdu verið
til staðar, so hevði eingin
trupulleiki verið. Tað verður
nógv tosað um, at ov stórur
partur av okkara útflutningi
er fiskur, men eingin torir
veruliga at royna nakað
øðrvísi.
- Mær dámar ikki at brúka
orðið stuðul, men í einari
vinnu, sum er nýggj og
sum kann kasta nógv av
sær, kundi kanska verið
eitt slag av stuðli. At gera
film kostar sera nógv, og
tað er tungt um somu fólk,
sum skriva og spæla, eisini
skulu út at skaffa stuðul frá
vinnuni og handilslívinum.
- Vit satsa nú alt uppá Trølla
Pætur og Mafiuna. Vit hava
handa hesa verkætlan til
íslendingar, og vóna vit nú,
at teir kunnu verða við til at
fáa tað stóra gjøgnumbrotið
uttanlands, sigur Niklas
Heri Jákupsson.
Trøllapætur nærkast
altjóða gjøgnumbroti