Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juli 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Leingi hava vit vóna at onkur føroyskur tónleikari veruliga hittar og gerst eitt heimsnavn. Men mentan er annað enn tónleikur og undirhaldsvinnan er eisini breiðari enn tað. Íslendska fyribrygdi LazyTown, er dømi upp á ein mann við einari visjón, sum mennist til nakað stórt. Okkara sjálvsavmarking liggur oftani í at vit meta okkum verða ov smá til at gera veruligan vørr, men tað má tann einstaki sjálvur meta um. Í greinini hyggja vit at íslenska barnakonceptinum LazyTown (Latibær á íslendskum), sum sær út til at kunna gerast næsta stóra hittið við innihalds- ríkum barnasendingum. Í vinnuhøpi er nágreiniliga innihaldði ikki tað um- ráðandi. Umráðandi í hesi søguni er, at talan er um ein einstakling við eini visjón, sum hann byrjar at arbeiða við og sum mennir seg til nakað heilt stórt, helst nógv størri enn dreymarnir kundu droyma um. Kjarnin er visjónin LazyTown vísir, at tað er neyðugt við árræði, hørðum og miðvísum arb- eiði og at tora at menna stig víðari. LazyTown er grundlagt av íslendingum Magnús Scheving, einum fyrrverandi altjóða aerobic- meistara. Hann byrjaði við at greiða barnaskúlaflok- kum frá um sunnan livihátt, og er nú høvuðspersónurin í einum nýggjum barna- sjónvarpskoncepti, ið verður sent í nærum 100 londum og sum m.a.. verður víst á stóru fylgisveinarásini Nick Jr. LazyTown byrjaði sum ein verkætlan at læra íslendsk børn at eta sunt og duga at handfara pengar. Hetta bleiv gjørt við eini útvarpsending og bókum, fíggjað av fleiri íslendskum vinnufeløgum Søgan hevur eisini verið spæld sum sjónleikur, áðrenn hon bleiv til eina sjónvarpsrøð. Frá skúlastovu til alheim Lazy Town er dømi um eitt hugskot, sum veksur frá at verða lokalt, til knappliga at gerast alheims. Men at hetta er umvegis hart arbeiði, við at halda fast um kjarnuna og við at søkja samstarv. Kanska er júst styrkin í at verða eitt lítið samfelag, at tað ber til at koma fram við einum hugskoti uttan at tað er ov tengt at handilsúrtøku, soleiðis at kjarnan er tryggari, tá handilsparturin kemur uppí leikin.. Her hevur eydnast at gera samstarv við umráðandi partar í sjónvarpsídnaðinum og t.d. Fisher Price at selja lutir frá sendingunum. Sendingin, sum er tann mest vaksandi barnasendingin í heiminum, byggir á at læra børn at eta og liva sunt, men eisini at føra seg og at hava virðing fyri øðrum. Somuleiðis er tað bygt á at skula fíggjast við sølu av tónleiki, dvd og øðrum, sum er knýtt at sendingini, sum skulu gjalda tær 170 mill. kr. fyrstu 35 partarnir hava kostað. Hinvegin so er skoðsmálið sendingin fær í islandi serliga góð, har stórur partur av heiðurinum fyri, at ovurvektin hjá íslenskum børnum er steðgað og minkað og at sølan av frukt og grønmeti er vaksin, verður latin Magnúsi og Lazytown. Handilslig krøv Talan er her um eina visjón, sum verður fíggjað við lýsingum og sølu av tí sum hoyrir til og sum er al- neyðugt hjá barninum fyri at fylgja við í sendingini. Tí hevur sendingini eisini henda ovurhandilsliga dámin, sum helst fellur mongum fyri bróstið. Men tað er prísurin fyri at koma á ein slíkan markna, tí barnaundirhald er jú ein gevandi vinna í harðari kapping. Her rakar Lazytown í eina tíð tá foreldur og lond eru komin í dýrastu neyð av passivi- tetinum kunningartøknin hevur elvt til, við m.a. fiti og ósunnum mati. Føroyar Spurningurin er, um vit í Føroyum ikki eisini eiga hugskot, sum hava møgu- leika at mennast til eina altjóða vøru á hesum øki, tí vit hava fleiri serstakliga góð barnakoncept í filmi, sjónvarpi, útvarpi, tónleiki, sjónleiki og bókum. Og, um ikki Lazytown ikki átti at verið umsett til føroyskt og sent sum barnasending. Lazy town - Latibær Nr. 131 - 11. juli 2006 VINNUSÍÐUR cand.scient.pol Bogi EliasEn  Kanska er júst styrkin í at verða eitt lítið samfelag, at tað ber til at koma fram við einum hugskoti uttan at tað er ov tengt at handilsúrtøku, soleiðis at kjarnin er tryggur, tá handilsparturin kemur uppí leikin Barnið og omman, tað er alheims Ein góð samanseting, sum eisini er stutlig uttanfyri Føroyar.