Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juli 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 131 - 11. juli 2006 Regin Reinert, hagfrøðingur á Fiski­ rann­sóknar­stovuni, sigur, at veiðitrýstið eftir upsa og toski seinastu fimm árini hevur verið ávikavist tvær ferðir og tríggjar ferðir so høgt, sum tað veiðitrýst, ið kann væntast at geva størstu úrtøkuna Veiðitrýst Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Regin Reinert, hagfrøð­ ingur, hevur um dagarnar eina áhugaverda grein á heimasíðuni hjá Fiski­ rannsóknarstovuni um veiðitrýst, og hvussu hann heldur, at tað loysir seg best at fiska fyri at fáa størstu úrtøkuna. Í greinini eru orðini, ”veiða pr. rekrutt” afturvendandi, og tí er neyðugt at skilja, hvat liggur í hesum. Hagfrøðingurin heldur, at veiða pr. rekrutt er eitt gott amboð til at finna fram til, hvat veiðitrýst vit eiga at leggja okkum eftir fyri at fáa sum mest burtur úr veiðini og úrtøkuni. Ein ”rekruttur” Áðrenn vit fara víðari við greinini um ”veiða pr. rekrutt”, skulu vit lýsa, hvat Regin Reinert leggur í hesi orðini: - Rekruttur merkir í hesum føri ein fiskur, sum er við at fáa ein aldur, har hann byrjar at vísa seg í veiðini. Hjá toski á føroyska landgrunninum verð­ur vanliga roknað við, at tvey ára gamlir tosk­ar eru rekruttar, sigur hag­ frøðingurin. Hann vísir á, at út­gangsstøðið í veiði pr. rekrutt-útrokningum er ein einstakur rekruttur, sum svimur út á føroysku grunnarnar. - Hvussu leingi kann hesin rekruttur – ella fiskur – rokna við at sleppa at svimja á grunnunum, og av hvørjum kann hann í seinasta enda rokna við at doyggja. Og Regin Reinert heldur fram: - Er veiðitrýstið høgt, verður fiskurin helst ikki gamal av tí, at vandin fyri at verða veiddur er stórur. Er veiðitrýstið hinvegin lágt, er væntandi, at fiskurin livir longri – men tá kemur hann í fleiri førum at doyggja av náttúrligum ávum og verður ikki fiskaður. Hetta merkir, sigur hag­ frøðingurin, at eitt lágt veiðitrýst gevur lítla úrtøku, tí nógvur fiskur doyr av náttúrligum ávum. - Men eitt høgt veiðitrýst gevur eisini vánaliga úrtøku, tí fiskurin tá ikki sleppur at veksa seg stóran, áðrenn hann verður fiskaður. Avbjóðingin er tí at finna tað veiðitrýst, sum gevur mest. Stóran týdning - Fyri at gera veiði pr. rekrutt-útrokningar, er neyðugt at vita, hvussu fiskurin veksur. Um ein fiskur veksur skjótt, loysir tað seg best at hava eitt lágt veiðitrýst og í stóran mun at lata fiskin fáa frið. Tá økist møguleikin fyri at fiska hann, tá ið hann er eldri og størri. Um fiskurin hinvegin veksur spakuliga, er lítil orsøk til at lata hann fáa frið, tí vandin fyri, at hann doyr av náttúrligum ávum, økist. Í greinini lýsir Regin eisini spurningin millum stødd á fiski og avreiðingarprísir. - Talið av fiski, sum verður fiskaður við einum lágum veiðitrýsti, er væl minni enn talið av Skal raksturin hjá fiskiflotanum vinnusíðurnar - Tað vísir seg, at góðu árgangirnir í føroysku fiskastovnunum eru komnir undan einum heldur minni gýtingarstovni. Tá stovnurin minkar, minkar eisini kappingin um føðina, og tá veksur fiskurin betur, sigur Regin Reinert, hagfrøðingur Mynd: Rógvi Mouritsen