týsdagur 11. juli 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 11. juli 2006
17
betrast, má veiðitrýstið minka
fiski, sum verður fiskað við
einum høgum veiðitrýsti.
Hinvegin er talan í størri
mun um stóran fisk, tá ið
veiðitrýstið er lágt – og í
seinna enda er tað eitt lágt
veiðitrýst, sum gevur besta
úrslitið, sigur hann.
Hagfrøðingurin vísir á,
at við høgum veiðitrýsti
gerast sera fáir fiskar eldri
enn sjey ár og lítið og einki
sæst til teir, sum gerast eldri
enn 10 ár.
- Við einum lágum veiði
trýsti er hinvegin fitt av
toski, sum verður eldri enn
sjey ár, leggur hann aftrat.
Toskur veksur væl
Í greinini lýsir hann eisini
við talvu, hvussu stórur
partur av einum árgangi
av toski undir høgum
veiðitrýsti doyr av ávikavist
veiði – og av náttúrligum
ávum.
- Tað hevur sjálvandi
áhuga at staðfesta, hvat
veiðitrýst gevur mest úrtøku
pr. rekrutt, men stórur
munur er millum veiðitrýst,
sum gevur mestu veiði – og
veiðitrýst, sum gevur mesta
virði, sigur hann.
Í sínum útrokningum
viðger Regin eisini upsa
og hýsu, og her er lutfallið
millum roynd og virði ikki
eins og lutfallið millum
roynd eftir toski og virði.
- Hetta kemst av, at
toskur veksur væl og heldur
á at veksa – eisini eftir,
at hann er rekrutteraður til
fiskiskapin. Av tí, at toskur
veksur skjótt, fæst meira
burtur úr við at lata ein
størri part av honum fáa
frið, soleiðis at møguleikin
fyri at fiska hann, tá ið
hann er størri, økist.
Regin vísir á, at hýsa
stórt sæð heldur uppat við
at veksa, tá ið hon er sjey
ára gomul.
- Tí loysir tað seg betur
við einum hægri veiðitrýsti
fyri hýsu enn fyri tosk,
leggur hann aftrat.
Trýstið ov stórt
- Tað er eingin loyna,
vísir Regin á, at fiskifrøð
ingar sum heild halda,
at
veiðitrýstið
undir
Føroyum hevur verið alt
ov høgt seinastu árini.
Grundgevingarnir fyri, at
veiðitrýstið er høgt, byggja
í stóran mun á, at stovnarnir
skulu verða burðardyggir,
og at gýtingarstovnurin skal
verða væl fyri.
Hagfrøðingurin sigur, at
tað eisini eru ”veiða pr.
rekrutt” viðurskifti, sum
liggja
aftanfyri
grund
gevingarnar hjá fiskifrøð
ingum.
-
Samanumtikið
eru
orsøkir, sum tala bæði
fyri og ímóti at miðja eftir
einum
veiðitrýsti,
sum
liggur omanfyri tað trýst, ið
gevur mest virði fyri hvønn
fiskin. Um hædd skal
takast fyri útreiðslunum av
at fiska við einum ávísum
veiðitrýsti, fæst besti rakst
urin hjá flotanum, um
miðjað verður eftir einum
veiðitrýsti,
sum
liggur
niðanfyri ta trýst, ið gevur
mest virði fyri hvønn
fiskin. Hinvegin veksur
fiskurin eitt sindur seinni,
og tilgongdin er ofta eitt
sindur verri, um stovnurin
er ov stórur.
Regin ásannar, at hetta
tískil talar fyri einum veiði
trýsti, sum liggur omanfyri
tað trýst, ið gevur mesta
virði fyri hvønn fiskin.
Toskur, upsi og hýsa
Niðurstøðan hjá honum er
tó, at tað ivaleyst – og í
longdini – loysir seg best
at miðja eftir tí trýsti,
sum gevur mesta virði
og sum samstundis verjir
fiskastovnarnar.
- Undir øllum umstøðum
liggur verandi veiðitrýst fyri
tosk og upsa langt omanfyri
tað, sum gevur mest fyri
hvønn fiskin. Hinvegin er
veiðitrýstið eftir hýsu eitt
vet lakari enn tað, sum
gevur mest virði.
Hagfrøðingurin er onga
løtu í iva um, at serliga
veiðitrýstið
eftir
toski
seinastu árini hevur verið
púrasta úr vón og viti.
- Seinastu fimm árini
hevur veiðitrýstið eftir upsa
og toski verið ávikavist
tvær ferðir og tríggjar ferðir
so stórt, sum tað veiðitrýst,
ið kann væntast at geva
størstu úrtøkuna.
Regin Reinert slær tí
fast, at skal raksturin hjá
føroyska
fiskiflotanum
betrast, er neyðugt við
munandi skerjingum í veiði
trýstinum.
- Heldur enn at miðja
eftir tí veiðitrýsti, sum
gevur mesta virði, hevði
verið rættari at miðjað eftir
tí veiði, sum gevur størsta
vinningin til flotan. Tað er
ikki lætt at rokna kostnaðin
av at reka fiskiskap eftir
ymisku botnfiskasløgunum
undir Føroyum – og tískil
er sera trupult at staðfesta,
hvat veiðitrýst gevur mesta
vinningin til fiskiflotan.
Men eyðsæð er, at tað
veiðitrýst, sum gevur mesta
vinningin til flotan, liggur
niðanfyri tað trýst, sum
gevur hægsta virði fyri
hvønn fiskin.
Tilgongdin
Hagfrøðingurin vísir á, at
hóast sambandið ikki er
serliga týðiligt, er helst
samband millum støddina
á ávísa fiskastovninum og
tilgongdina.
- Tað er nakað, sum bendir
á, at ein góður árgangur
sjáldan kemur undan einum
stórum gýtingarstovni. Hin
vegin hava góðu árgangirnir
í føroysku fiskastovnunum
lyndi til at koma undan
einum heldur minni gýt
ingarstovni.
Hann vísir á, at hóast
sjálvur gróðurin í sjónum
er tann faktorurin, sum
hevur størstu ávirkanina á
vøksturin hjá fiskinum á
landgrunninum, so hevur
eisini stovnsstøddin eftir
øllum at døma eisini nakað
at siga.
- Tá ið stovnurin minkar,
minkar eisini kappingin
um føðina, og tá veksur
fiskurin betur. Hetta talar
hinvegin fyri einum hægri
veiðitrýsti. Samanumtikið
eru orsøkir, sum tala fyri og
ímóti einum veiðitrýsti, sum
liggur omanfyri ta trýst, ið
gevur mest virði fyri hvønn
fiskin, sigur Regin Reinert,
hagfrøðingur.
- Heldur enn at miðja eftir einum veiðitrýsti, sum
gevur mesta virði, hevði verið rættari at miðjað eftir
einum trýsti, sum gevur størsta vinningin til flotan,
heldur Regin Reinert
Mynd: Vilmund Jacobsen
vinnusíðurnar