Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juli 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 131 - 11. juli 2006 19 ÍTRÓTTUR SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 – Tú ert sonur eina terrorist-skøkju. Tað, sum Marco Matarazzi sambært fólki, ið dugir munnlestur, skal hava sagt við Zidane, áðrenn Zidane stútaði hann í bringuna Úrslitini í Vestmanna lagaðu tað soleiðis, at fýra bátar fara at vinna FM, tá ið tað leygardagin fer at verða kappast á Vestanstevnu KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Í trimum av sjey róðrum var talan um sama vinnara í Vestmanna leygardagin, sum tað var í Vági tvær vikur frammanundan. Ritan við dreingjum, Jarnbardur við kvinnum og Sølmundur við monnum endurtóku sigursbragdið úr Vági. Í fýra av róðrunum var talan um annan vinnara. Genturnar á Havfrúnni megn­aðu ikki í heimasjógvi at endurtaka óvæntaða bragd­ið í Vági. Í Vestmanna var tað Blikur, sum vann gentukappingina. Sílið við kvinnum vann fyri fyrstu ferð í ár í Vági. Í Vestmanna var avrikið hjá Sílinum tað vánaligasta í ár. Ørnin, sum hevði vunnið tríggjar tær fyrstu kappingarnar, var aft­ ur hesa ferð ógvuliga sann­ førandi. Spennandi hjá teimum stóru 8-mannafarið Ørvur vann í Vestmanna. Knørrur vann tvær tær fyrstu ferðirnar. So vann Ørvur á Eystanstevnu. Tað vil siga, at Ørvur og Knørrur nú fleiri ferðir hava skiftst um at vinna sera tøttu kappingina. Og so var tað Klaksvík­ ingur, sum við sera sannfør­ andi róðri setti Eysturoying upp á pláss. Eysturoyingur vann trivaligan sigur á Jóan­ søku. Úrslitini í Vestmanna bera við sær, at tað í fýra av teimum sjey FM kapp­ ingunum ivaleyst verður avgjørt í Sandavági leygar­ dagin, hvør verður meistari. Ørnin við kvinnum er tættast at meistaraheitinum. Tær í Sandavági eru átta stig undan Sílinum, og tí er alt lagt upp til, at Ørnin í heimasjógvi fer at ogna sær FM. Sjálvandi er ynskið hjá teimum umborð á Ørnini, at tað skal gerast við manér. Summi mugu bíða til ólavsøku Dreingirnir á Rituni eru seks stig frammanfyri Jall­ in, menninir á Søl­mundi eru seks stig framman fyri Sundabátin, og Klaks­vík­ ingur er seks stig undan Eysturoyingi. Í trimum kappingum bendir nógv á, at tað verður neyðugt at bíða inntil á Ólavsøku, áðrenn meistarin verður funnin. Í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum hevur Riddarin 29 stig, Lómur hevur 25 stig, og Jarnbardur hevur 24 stig. Tað er ein lítil møguleiki fyri, at Riddarin fer at vinna FM leygardagin. Ørvur rennur aftaná Knørri í kappingini millum 8-mannaførini. Um Knørrur ikki skal gerast meistari, so skal Ørvur ivaleyst vinna bæði á Sandavági og á Ólavøku. Mest spennandi kappingin er tann millum 5-mannafør við gentum. Frúgvin, sum fyrr í summar var rættuliga sannførandi, er framvegis fremst, men fjarstøðan aftur til Blik er bara eitt stig. Sannførandi sigurin á Fjarðastevnu var staðilig uppreisn eftir einstaka kiksaran á Jóansøku 5-MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Tað var púra óvæntað, tá ið Ørnin ikki kom fyrst á mál á Jóansøku í Vági. Gongdin í trimum teimum fyrstu kappingunum var, at sigrarnir gjørdust alt meiri sannførandi. Og so var tað, at Ørnin á Jóansøku varð tikin av Sílinum. Í Vestmanna var yvirhøvur eingin ivi. Ørnin var millum teir fremstu beinanvegin. Eftir startspurtin løgdu tær úr Sandavági seg framum fleiri bátar, sum vóru í tættari kapping um næstfremsta plássið. Á málinum var Ørnin meiri enn leys av teimum næstu. Kappingina um næst­ fremsta plássið vann Jall­ urin, sum var ein skut framm­an fyri Rituna og Sílið. Eingin ivi var umborð á Ørnini um, hví sigurin í Vestmanna var so sann­ førandi, og hví tað ikki hilnaðist so væl í Vági: – Hesa ferð hildu vit alla tíðina avtalurnar, sum vit hava innanhýsis. Tað gjørdu vit ikki í Vági. Hesa ferð gjørdu vit tað, sum vit hava arbeitt okkum fram til undir venjingunum, og tað var stóri munurin millum sigurin hesa ferð, og tá ið vit ikki vunnu í Vági, søgdu tær á Ørnini eftir fjórða sigurin í ár. Ørnin hevur nú 33 stig, meðan Sílið, sum stóð seg minni væl í Vestmanna, hevur 25 stig. Eingin annar kann røkka Ørnini uttan Sílið. Átta stig eru millum tveir teir fremstu bátarnar, og harvið skal tað vita sera illa við hjá Ørnini, um tað ikki skal eydnast at vinna FM heitið í heimasjógvi nú leygardagin. Støðan í FM- kappróðrinum 5-mannafør dreingir 1. Ritan 32 2. Jallurin 26 3. Kollur 19 4. Havfrúgvin 12 5. Sílið 10 GK 6. Strípan 9 7. Blikur 2 8. Drekin 0 6-mannafør kvinnur 1. Riddarin 29 GK 2. Lómur 25 3. Jarnbardur 24 4. Smyril 15 5. Hvessingur 11 5-mannafør gentur 1. Frúgvin 27 2. Blikur 26 GK 3. Drekin 17 4. Havfrúgvin 17 5. Hvassi 14 2GK 6. Firvaldur 4 7. Ørnin 3 8. Dúgavn 3 9. Firildur 0 10. Sílið 0 5-mannafør kvinnur 1. Ørnin 33 2. Sílið 25 3. Jallurin 19 GK 4. Ritan 17 5. Junkarin 9 6. Drekin 7 GK 7. Tekla 0 GK 8. Tjaldrið 0 GK 9. Báran 0 GK 10. Blikur 0 6-mannafør menn 1. Sølmúndur 33 2. Sundabáturin 27 3. Jarnbardur 20 4. Smyril 10 5. Gongurólvur 9 6. Hósvíkingur 8 7. Páll Fangi 3 8. Kollfirðingur 0 9. Lómur 0 10. Arnfjarðabáturin 0 GK 11. Fortuna 0 12. Víkingur 0 8-mannafør 1. Knørrur 31 GK 2. Ørvur 29 GK 3. Argjabáturin 19 4. Nevið Reyða 16 5. Kvívíkingur 2 GK 10-mannafør 1. Klaksvíkingur 31 2. Eysturoyingur 25 3. Havnarbáturin 18 4. Skálabáturin 15 5. Vestmenningur 14 GK 6. Nólsoyingur 7 7. Vágbingur 0 Tríggir mugu bíða til á Ólavsøku Fýra bátsmanningar kunnu vinna føroyameistaraheitið longu í næstseinasta FM- rórðinum á Vestanstevnu. Aðrar kappingar verða ikki avgjørdar endaliga fyrr enn á ólavsøku Mynd: Álvur Haraldsen Ørnin helt avtalurnar Úrslit 5-mannafør kvinnur 1 Ørnin 05:11.02 2 Jallurin 05:15.13 GK 3 Ritan 05:16.02 4 Sílið 05:16.11 5 Drekin 05:17.03 6 Junkarin 05:20.24 7 Tjaldrið 05:22.09 GK 8 Tekla 05:32.12 GK 9 Blikur 05:59.06