Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juli 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 131 - 11. juli 2006 ] Stjørna á unglingaliðið Franski Steed Malbranque, sum spældir fyri enska felagið Fulham, situr ikki væl um sátt við leiðsluna í felagnum, og nú er hann sendur við unglingaliðnum hjá felagnum á venjingarlegu í Eysturríki. Malbranque hevur spælt í fimm ár í Fulham, og hann hevur verið sera væl umtóktur, men nú noktar hann at gera nýggjan sáttmála við felagið, og tað er ikki fallið í góða jørð í Fulham. 26 ára gamli fraklendingur sleppur tí næstu tíðina at venja við unglingaliðnum hjá felagnum. Real Madrid vil hava hotell hjá bretum Spanska stórfelagið Real Madrid vil gjarna sleppa inn á eitt ávíst gistingarhús í Eysturíki í sambandi við eina venjingarlegu har, men trupulleikin er, at einki pláss er á gistingarhúsinum. Orsøkin er, at enska felagið Plymouth Argyle hevur bókað hotellið í sambandi við eina venjingarlegu hjá sær. Real Madrid hevur spurt enska felagið, um teir vilja flyta til eitt annað gistingarhús, og afturfyri skulu teir sleppa at spæla ein venjingardyst ímóti Real Madrid. Plymouth, sum spælir í næstbestu ensku deildini, er sinnað at veita Real Madrid eina hjálpandi hon, og felagið leitar nú eftir einum nýggjum hotelli at búgva á. Knørrur er framvegis fremstur í FM kappingini, har tað væl kann hugsast, at Nevið Reyða fer at vera við til at gera av, hvør skal verða meistari 8-MANNAFØR Jóannes Hansen Luttakararnir eru fáir, men kappingin er stór. Hetta varð aftur staðfest í Vestmanna. Kvívíkingur luttók fyri fyrstu ferð í ár. Hann spældi ongan leiklut og endaði væl aftanfyri hinar. Argjabáturin, sum í fýra teimum fyrstu kappingunum ofta var bragdligur á fyrsta teininum, var ongantíð fremstur og endaði á fjórða plássi. Hinir tríggir bátarnir skiftust um at vera á odda. Ørvur hevði góðan start, Nevið Reyða fylgdi sera væl við og var eina løtu fremstur. So vóru tað favorittarnir á Knørri, ið áttu tørn. Teir løgdu seg framum hinar, og harvið tóktist tað sum um, at tað fór at enda, sum tað hevur gjørt fleiri ferðir fyrr í ár. Ørvur er vónin og álitið í sera miseydnaða róðrarárinum hjá Havnar Róðrarfelag. Tað verður tosað um, at tað eru ungu menninir á Ørvi, sum áður hava vunnið FM við 6- mannafarinum Gongurólvi, sum næstu árini skulu lyfta Havnarbátin fram hagar, sum tey í HR halda, at hann hoyrir heima, og sum hagtølini vísa, at hann so ofta hevur verið. Ørvur sveik ikki síni viðhaldsfólk. Í enda­spurtin­ um tók hann Knørr. - Vit vistu, at tað var neyðugt at fáa fult, um vit framvegis skuldu vera við í FM kappingini. Tað sama er galdandi næsta leygardag og aftur á Ólavsøku. Hesa ferð eydnaðist tað væl, og tað var fínt, at tað eydnaðist at koma afturíaftur, eftir at vit høvdu verið fremstir í startspurtinum og síðani høvdu mist nakað, siga teir umborð á Ørvi. Nevið Reyða var drúgvari hesa ferð, enn hann hevur verið fyrr í ár. Nú er hann mannaður við royndum rógvarum, sum áður hava smakkað FM rákan. Fleiri teirra eru útisetar. Tískil hevur tað ikki verið fyrrenn síðstu vikurnar, at umstøðurnar hava verið at venja, sum tað skal venjast. Nevið Reyða verður ikki meistari. Men tað verður mett ikki at vera óhugsandi, at Nevið Reyða fer at blanda seg í oddastríðið í teimum báðum róðrunum, sum eru eftir á skránni í ár. Um hetta gerst veruleiki, so verður Nevið við til at gera av, um tað skulu vera teir á Knørri ella Ørvi, sum fara at vinna FM. Higartil hava hesir báðir verið nógv bestir, og tað vilja teir sjálvandi vera bæði í Sandavági og á Ólavsøku. Tríggir bátar skiftust um at vera á odda hjá 8-mannaførunum, men í endaspurtinum var tað Ørvur, sum stakk seg fram um hinar bátarnar Mynd: Álvur Haraldsen Ein fløska varð tveitt inn á vøllin undir Formuladystinum millum VB/ Sumba og HB í Vági sunnudagin. Fløskan tóktist verða ætlað øðrum hjálpardómaranum, og hendingin er fráboðað til FSF, har kappingarnevndin fer at viðgera hendingina Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Seint í dystinum millum VB/Sumba og HB í Vági sunnudagin tveitti ein áskoðari eina fløsku inn á vøllin. Fløskan tóktist verða æltað øðrum hjálpar­ dómaranum í dystinum, men hon gjørdi ikki nakran skaða. Hinvegin fær hendingin eitt eftirspæl, tí dómarin í dystinum hevur sent FSF eina frágreiðing um tilburðin. - Eg fái ikki sagt nakað um hendingina í løtuni, men eg kann vátta, at eg havi skriva eina frágreiðing um hendingina til FSF, sigur Eiler Rasmussen, dómari. VB/S skal greiða frá Kappingarnevndin hjá Fót­ bóltssambandinum viðger slík mál, og formaðurin í nevndini váttar, at teir fara at viðgera hendingina í Vági sunnudagin. - Vanlig mannagongd í slíkum málum er, at vit biðja avvarðandi felagið um eina frágreiðing, og síðani taka vit eina støðu í málinum. Tað fara vit at gera, so skjótt sum VB/Sumba hev­ur latið okkum eina frágreiðing, sigur Høgni í Stórustovu, formaður í Kappingarnevndini hjá FSF. Líknandi tilburðir hava áður verið, og tá hevur revsingin vanliga verið ávaring ella bót. Formulaliðið Ítróttar-Sosialurin mannar Formulaliðið við spælarum, sum stóðu seg væl í 16. umfari av Formuladeildini um vikuskiftið Ørvur bjargaði sær ein møguleika afturat Fløska í Vági fær eftirspæl Dómarin Eiler Rasmusen ber fløskuna, sum varð tveitt inn á vøllin í Vági sunndagin, út av vøllinum. Nú fær hendingin eitt eftirspæl, og VB/Sumba kann fáa revsing fyri tilburðin Mynd: www.hb.fo Úrslit 8-mannafør 1 Ørvur 04:34.05 2 Knørrur 04:34.18 3 Nevið Reyða 04:36.21 4 Argjabáturin 04:40.12 5 Kvívíkingur 04:58.20