Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juli 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 131 - 11. juli 2006 ] Laudrup fer at halda frí Danski fótbóltsvenjarin Michael Laudrup, sum júst er givin sum venjari hjá Brøndby, fer eftir øllum at døma at taka frí sum venjari í eitt ár. Laudrup hevur annars verið nevndur í sambandi við starvið sum venjari hjá spanska stórfelagnum Real Madrid, men har er italiumaðurin Fabio Capello settur í starvið. - Michael hevur sagt við meg, at hann fer helst at halda frí í eitt ár, nú tað ikki bleiv til nakað við Real Madrid. Hann ætlar sær at brúka meira tíð til annað enn fótbólt í eina tíð, sigur Bayram Tutumlu, umboðsmaður hjá Laudrup, við BT. B36 í eldin á Malta Stóri hitin á Malta er ein eyka mótstøðumaður hjá B36 í dystinum ímóti Birkirkara í dag. B36-venjarin ætlar at leggja størri dent á verjuspælið, enn liðið vanliga ger, men hann trýr upp á møguleikan at koma víðari í kappingini Europa Cup Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í kvøld spælir B36 fyrra av teimum innleiðandi dystum í Champions League kappingini ímóti Birkirkara av Malta. Fyrri dysturin verður spældur á Malta, og har hevur B36 seinastu dagarnar fyrireika seg til uppgávuna. - Tað er gott fyri okk­ um, at vit kunnu verða nakrar dagar á Malta undan dystinum, so vit fáa vant okkum eitt sindur við tann nógva hitan, sigur Fróði Benjaminsen við heimasíðuna hjá UEFA. Venjarin hjá B36 sigur, at liðið í kvøld fer at leggja meira dent á verjuspælið, enn liðið vanliga ger í heimligu kappingini. - Hópurin hjá okkum er broyttur nakað sein­ asta árið, og okkara spæli­ stílur verður helst meira verjukendur, men vit halda okkum hava tað, sum skal til fyri at koma víðari í kappingini, sigur Sigfríður Clementsen við uefa.com. Stóri vinningurin av einum samlaðum sigri í fyrsta innleiðandi um­­far­ inum er, at í næsta umfari bíðar ein dystur ímóti turk­iska stórfelagnum Fener­bahce. Dómarabólkurin til dystin í kvøld kemur úr Hvítarusslandi, meðan UEFA-umboðið er úr Onglandi. Dysturin millum Birkirk­ara og B36 verður spældur klokkan 18.30 lokala tíð. Kvinnurnar umborð á Jarnbardi vóru ikki ovfarnar av, at tað eydnaðist teimum at vinna í Vestmanna. Tað høvdu tær roknað við eftir óvæntaða sigurin á Jóansøku 6-MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Alt er aftur vorðið, sum tað plagar at vera. Jarnbardur við kvinnum vinnur hvørja ferð. Jarnbardur var fremstur í Vági, og Jarnbardur var fremstur í Vestmanna. Jarnbardur stakk seg framum hinar beinanvegin, og so gjørdist munurin stóran part av teininum størri. Eina løtu var hann eina bátslongd. Men í endaspurtinum bjóðaði Riddarin orduliga av. Munurin minkaði, men Riddarin megnaði kortini ikki at hótta Jarnbard, sum á málinum var meiri enn hálva bátslongd. Tær umborð á Ridd­ ar­anum vunnu á Norð­ oya­stevnu og aftur á Eyst­anstevnu. Hinar ferð­irnar hava tær verið næst­fremstar. Avrikið hesa ferð var - sammett við tað hjá Jarnbardi – á sama støði. Endaspurturin var kanska betri, og tað kundi møguliga bent á, at Riddarin aftur fer at gera um seg á Vestanstevnu. Umborð á Jarnbardi vóru tær ikki ovfarnar av, at tað hesa ferð eydnaðist teimum at vinna: - Vit høvdu ikki roknað við at vinna í Vági. Tá settu vit nøsina eftir at gerast nummar trý. Vit høvdu ikki trappað niður, sum vit plaga at gera. Tí vóru vit ovfarnar av tí sigrinum. Hesa ferð vóru fyrireikingarnar góðar, og tað kendist væl at rógva, sigur ein av royndu rógvarunum umborð á Jarnbardi, Brynhild Klein. Hvussu tað verður við FM heitinum siga tær umborð á Jarnbardi seg ikki hugsa so nógv um enn. Nú hava tær fokus á leygardegnum og kappróðrinum á Sandavági. Um tað tá aftur fer at eydnast at fáa fult, verður møguleiki fyri, at tað, sum inntil á Jóansøku tóktist ómøguligt, fer at gerast til veruleika. Jarnbardur er um at vera við í kappingini um FM. Dygg venjing og stórt sinniligt yvirskot bóru við sær trivaligan sigur á næsta kappingarneytanum, sum nú hevur mist takið í FM stríðnum 6-MANNAFØR MENN Jóannes Hansen Á Jóansøku var neyðugt at gera av í umróðri, hvør skuldi vinna sjey stig. Ta ferðina vann Sølmundur á Sundabátinum. Eftir umróðurin vildu onkrir umborð á Sundabátinum vera við, at róðrarteinurin hjá Sølmundi hevði verið styttri, enn hann hevði verið hjá teimum. Vísningurin á málinum í Vági er soleiðis háttaður, at tað beinenvegin ger mun, tá ið tað ikki verður stýrt heilt beint. Hetta vildu teir á Sølmundi ikki hava sitandi á sær. Jón Rozenblad er venjari hjá teimum, og tær báðar vikurnar undan Fjarðastevnu, hevur hann rættuliga tikið sær av ungu manningini – í kropsligari venjing, í tekniskari venjing og ikki minst í arbeiðnum at seta teir sinniliga upp til avrik, sum skuldi vera soleiðis, at eingin ivi skuldi vera um, hvør manningin er tann besta í kappingini millum 6-mannaførini við monnum. Sølmundur sprakk avstað, og hóast Sundabáturin eina løtu royndi at bjóða av, so var eingin ivi. Á málinum var guli báturin meiri enn eina bátslongd frammanfyri næsta kappingarneytan, og nú skal vilja sera illa til hjá Sølmundi, um hann ikki skal gerast meistari. - Vit vandu ógvuliga hart í vikuni eftir Jóansøku. Síðani trappaðu vit niður, og vit róðu sera væl í Vestmanna, siga teir umborð á Sølmundi. Kappingin um triðja plássið var ógvuliga tøtt. Tað var leyst frá Sundabátinum og aftur til Jarnbard. Síðani komu teir næstu fýra mest sum í einum roki á mál. Smyril á sætta plássi var minni enn eina bátslongd aftanfyri Jarnbard. Ítróttardómstólur til arbeiðis í morgin Mikudagin fer Ítróttardómstólurin hjá ÍSF undir at viðgera kæruna frá HB viðvíkjandi spæliloyvinum hjá Páll Mohr Joensen. Kappingarnevndin og Dómsnevndin hjá FSF hava viðgjørt málið, og tey hava dømt HB at tapa steypadystin ímóti VB/Sumba, tí Páll spældi uttan galdandi spæliloyvi. HB hevur kært hesa avgerð inn fyri Ìtróttardómstólin hjá ÍSF, sum fer undir sína viðgerð av málinum mikudagin. Roknað verður við, at dómstólurin kemur við sínum úrskurði seinni í hesi vikuni Jarnbardur vann aftur á Fjarðastevnu, men kvinnurnar umborð siga seg ikki hugsa um FM- heitið Mynd: Àlvur Haraldsen Hesum høvdu tær roknað við Tað skúmaði umborð á Sølmundi Úrslit 6-mannafør kvinnur 1 Jarnbardur 05:15.12 2 Riddarin 05:17.06 3 Lómur 05:22.13 4 Hvessingur 05:23.11 Úrslit 6-mannafør menn 1 Sølmundur 04:43.18 2 Sundabáturin 04:46.11 3 Jarnbardur 04:49.22 4 Hósvíkingur 04:50.01 5 Gongurólvur 04:50.04 6 Smyril 04:51.18 7 Lómur 04:57.07   8 Páll Fangi 04:57.18 9 Víkingur 04:59.05 10 Kollfriðingur 05:00.02 11 Árnfjarðarbáturin 05:07.15 GK 12 Fortuna 05:08.05 Sølmundur tók eitt stórt tak fram móti FM-heitinum hjá 6-mannaførunum við monnum, tá báturin vann róðurin á Fjarðastevnu Mynd: Álvur Haraldsen