Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juli 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 131 - 11. juli 2006 ] Koffein til norskar spælarar Norska felagið Løv-Ham gav í síðstu viku spælarunum hjá sær koffeintablettir undan einum steypadysti ímóti Aalesund. Koffein skal virka stimbrandi, og hevur staðið á dopinglistanum í Noregi, men tað ger koffein ikki longur. Leiðslan í Løv-Ham sigur, at tað er ikki vanligt at geva spælarunum koffeintablettir áðrenn ein dyst. - Vit vita væl, at hetta er á markinum, og vit brúka tað ikki regluliga. Hetta er eitt sindur individuelt, summir trúgva at tað hjálpir, aðrir trúgva tí ikki, sigur læknin Asle Kjellsen við Bergens Tidende. Og so skal tað líka leggjast afturat, at Løv-Ham tapti steypadystin ímóti Aalesund. Stórfeløg vilja hava Nistelrooy Ruud van Nistelrooy er fallin í ónáðir í Manchester United, har hann hevur spælt seinnu árini. Hann og venjarin Alex Ferguson hava havt fleiri samanbrestir, og tað plagar at merkja, at spælarin rýkur út. Fleiri søgur hava verið um, hvar Nistelrooy skal spæla eftir summarferiuna, og nýggjastu søgurnar eru, at Bayern Munchen og Real Madrid sýna honum stóran áhuga. - Hann vil gjarna til Bayern Munchen, sigur Karl-Heinz Rumenigge, stjóri í Bayern Munchen, við heimasíðuna hjá felagnum. Og úr Real Madrid verður sagt, at nýggi venjarin har, Fabio Capello, fegin vil hava Nistelrooy til spanska felagið. Eyka konditiónsvenj­ ing var uppskriftin, sum sást aftur í fyrsta sigrinum til genturnar av Argjum síðani á Norðoyastevnu 5-MANNAFØR GENTUR Jóannes Hansen Tað er lagt upp til tætta kapping um FM heitið mill­ um genturnar. Kapp­ingin stendur millum Frúnna, sum framvegis er á odda við 27 stigum, og Blik, sum hevur 26 stig. Í Vestmanna vóru argja­ gentur umborð á Bliki tær stinnastu. Tær løgdu seg fremst beinanvegin, og tær hildu skansan, inntil tær komu á mál. Frúgvin fekk einki serlig­ an start, og miðvágsgentur vóru eina løtu mitt í røðini. Í endaspurtinum gekk Frúgv­ in væl, men tær megnaðu ikki at vinna seg longri fram enn á triðja plássið, sum tær eisini endaðu á í Vági. Hvassi av Oyri vann tøttu kappingina um næstfremsta plássið. Havfrúgvin, sum eftir glæsiliga sigurin í Vági var vónin hjá vertunum fyri Fjarðastevnuni, kiksaði heilt og endaði á sætta plássi. Firvaldur og Drekin endaðu á stigaplássunum frammanfyri Havfrúnna. Umborð á Bliki, sum ikki hevði vunnið síðani á Norðoyastevnu, var lagið gott. Tær eru rættuliga við aftur í FM kappingini, og uppskriftin er bæði einføld og hørð. Tað sigur Eirin Wiberg Holm, sum er ein av rógvarunum. – Vit hava alla tíðina vant nógv og hart. Síðani á Jóansøku hava vit vant uppaftur meiri konditión, og tað hevur givið úrslit. Nú eru vit ógvuliga spentar upp á tvær tær síðstu kapp­ ingarnar. Við sigri í Vestmanna stýrir Klaksvíkingur móti FM heitinum, sum teir umborð á Eysturoyingi ikki hugsa um, tá ið teir gera støðuna upp 10-MANNAFØR Jóannes Hansen Eysturoyingur og Klaks­ víkingur borð um borð. Tað var myndin á startsmálinum á Fjarðastevnu í Vestmanna. Eftir startspurtin lógu teir bestu framvegis borð um borð. So fór Klaksvíkingur eitt vet framum, og hóast munurin leingi ikki var so ógvuliga stórur, so vóru tað teir umborð á hvíta bátinum, sum sóu aftur á Eysturoying. Klaksvíkingur økti, og tá ið munurin var vorðin tað mesta av einari bátslongd, og endaspurturin nærkaðist, gjørdist tað ikki soleiðis, sum tað við undanfarnu kappingum í huga, kundi hugsast, at tað fór at verða. Eysturoyingur megnaði ikki at svara aftur, og á málinum var Klaksvíkingur gott og væl leysur av kapp­ ingarneytanum. – Startspurturin hjá okk­ um var ikki nóg góður, og tað kostaði, staðfesta teir umborð á Eysturoyingi. Klaksvíkingur er undan tveimum teimum síðstu kappingunum stórfavorittur at vinna FM. Eysturoyingar ætla sær ikki at leggja kong­ in í kappingini. Men teir hugsa ikki um FM heitið: – Nú hava vit vunnið tveir róðrar í kapprógving við Klaksvíking, og Tá ið Klaksvíkingur leygarmorgunin róði málið í Vestmanna, var eykamaður umborð, tí ein av føstu monnunum lá heima við fepri 10-MANNAFØR Jóannes Hansen Alla síðstu viku vandi Klaksvíkingur í Vestmanna. Fyrrapartin leygardagin løgdu teir síðstu hond á fyrireikingina. Tá flotaðu teir bátin, og so róðu teir málið heilt spakuliga. Hetta gjørdu teir fyri at loysa vøddarnar. Leygarmorgunin var eykamaður umborð. Ein av føstu rógvarunum lá heima við hús, tí hann hevði fingið fepur. – Vit ivaðust ongantíð í, at maðurin, sum leygar­ morgunin hevði fepur, fór at rógva við seinnapartin. Men hann kom ikki norður til Vestmanna fyrrenn stutt undan róðrinum, og hóast hann hevði nakrar strikur, so gekk tað upp á stás, staðfestir bátsformaðurin umborð á Klaksvíkingi, Svein Rógvi Nielsen. Hava tit eykamann, sum er í somu venjing, sum tit aðrir eru í? - Vit hava eykamann, sum altíð er tøkur at tørna til. Venjingarstøðan er góð, men tað sigur seg sjálvt, at tað hevði komið sera illa við, um ein av føstu monnunum ikki hevði verið tøkur. Vandin er altíð til staðar fyri, at ein skal verða skaddur, og sjúku ber illa til at verja seg helt ímóti. Klaksvikingur venur hvønn einasta dag. Tá ið teir vandu í Vestmanna fríggjakvøldið var rættuligt illveður. Leygarmorgunin var so vakur, sum tað ber til at ímynda sær, at veðrið er í Føroyum um sumrarnar. Seinnapartin var tað rættu­ liga skiftandi: - Teir bíðaðu við at leggja 10-mannaførini til fasta startin, inntil rákið linkaði. Tað var sera ónossligt at liggja og bíða. Tað regnaði rættuliga nógv, og tað var illfýsið og kalt. Men hetta hugsa rógvararnir ikki so nógv um. Tað ræður um at hava fokus á málinum, sum er sjálvur kappróðurin, sigur Svein Rógvi Nielsen. Undan Ólavsøku plagar at vera vanligt at síggja fremmandar bátar venja á Havnarvág. At bátar venja aðra staðni enn heima hjá sær sjálvum kemur ikki so ofta fyri undan øðrum kappingum. Fríggjakvøldið hildu teir umborð á Klaksvíkingi seg síggja tveir aðrar fremmandar bátar venja í Vestmanna. Tað verður roknað Úrslit 10 mannafør 1 Klaksvíkingur 04:27.11 2 Eysturoyingur 04:30.13 3 Vestmenningur 04:35.20 4 Havnarbáturin 04:36.20 5 Skálabáturin 04:38.06 6 Nólsoyingurin 04:38.24 7 Vágbingur 04:45.17 Vunnu við sjúkum manni Blikur í uppaftur betri útgávu Úrslit 5-mannafør gentur 1 Blikur 05:17.09 2 Hvassi 05:18.13 3 Frúgvin 05:18.15 4 Firvaldur 05:20.21 5 Drekin 05:21.05 6 Havfrúgvin 05:21.06 7 Ørnin 05:32.24 8 Dúgvan 05:33.24 9 Sílið 05:42.12 Genturnar av Argjum, sum rógva við Bliki,vóru stinnastur í kappróðrinum í Vestmanna Mynd: Álvur Haraldsen