týsdagur 11. juli 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 131 - 11. juli 2006 ]
Hvat segði Matarazzi
Nógvar gitingar eru nú um, hvat italski spælarin
Marco Matarazzi skal hava sagt við Zinedine
Zidane, áðrenn franski stórspælarin stútaði hann
í bringuna. Fólk, sum duga munnlestur, hava
givið síni boð um, hvat varð sagt, meðan onnur
vísa til søgur, sum hava gingið eftir dystir. Onkur
vil verða við, at Matarazzi kallaði Zidane fyri ein terrorist. Ein italskur serfrøðingur heldur, at
Matarazzi segði, at hann ynski Zidane og familju hansara ein andskræmiligan deyða. Zidane hevur
umvegis umboðsmann sín boðað frá, at hann seinni í vikuni fer at greiða frá, hvat hendi, tá ið hann
fekk reyða kortið í HM-finaluni.
Finn hjálparvenjari
hjá VB/Sumba
Finn Johannesen virkar nú sum hjálparvenjari
hjá besta liðnum hjá VB/Sumba. Tað skrivar
heimasíðan hjá VB. Finn Johannesn hevur
áður virka sum ungdómsvenjari í eitt nú KÍ
og B36, men nú hjálpir hann Ole Andersen
við Formulaliðnum hjá VB/Sumba. Umframt
hesa uppgávu er Finn Johannesen eisini annar
av venjarunum hjá U17 landsliðnum hjá FSF.
Eftir fjórða sigurin
á rað skal vilja heilt
illa til hjá Ritu
dreingjunum, um
FM heitið skal gleppa
teimum av hondum
5-MANNAFØR
DREINGIR
Jóannes Hansen
Tað gongur strúkandi hjá
dreingjunum umborð á
Rituni norðuri í Sundi. Í
Vestmanna
vunnu
teir
fyri fjórðu ferð á rað. Á
Norðoyastevnu endaðu teir
á triðja plássi. Síðani hava
teir vunnið hvørja ferð, og
undan tveimum teimum
seinastu kappingunum eru
teir seks stig frammanfyri
Jallin, sum er einasti møgu
ligi kappingarneytin til FM
heitið.
Ritan fekk saman við
Kolli, Sílinum og Jallinum
besta startin. Ritan legði
seg skjótt framum hinar.
Jallurin royndi at bjóða av í
endaspurtinum, og munurin
millum teir báðar fremstu
var ikki meiri enn lítil hálv
bátslongd, og tað var ikki
leyst aftur til Sílið og Koll
á triðja og fjórða plássi.
Men á málinum var tað
kortini eingin ivi um, at
Ritan hevði hildið tørn um
fremsta plássið, sum teir
tíðliga í róðrinum høvdu
vunnið sær.
Strípan av Strondum, sum
í Vági gjørdi orduligan vørr,
og harvið lá mitt í feltinum
í Vestmanna, gjørdi ongar
skreytir hesa ferð. Hon
endaði á fimta plássi og var
meiri enn tvær bátslongdir
aftanfyri Rituna.
Starturin hevur sambært
rógvararnar á Rituni alt
avgerandi týdning:
– Vit leggja nógv fyri
í strembanini beinanvegin
at taka okkum framum
hinar. Tað er lættari, tá ið tú
hevur kappingarneytarnar
aftanfyri. So ræður um
at halda og økja, og í
endaspurtinum geva vit alt,
sum vit eiga, er einfalda
uppskriftin. Men hon hevur
higartil verið effektiv.
Ritudreingirnir vilja ikki
renna undan, at teir nú eru
favorittar at vinna FM:
– Tað sær gott út. Men
vit ætla ikki at hvíla á
sigrunum í undanfarnu
kappingunum. Nú hava vit
fokus á Vestanstevnuni.
Har ætla vit okkum eisini
at gera alt, sum tað ber til,
fyri at fáa fulla úrtøku.
Tað var ikki fyrrenn
eftir Jóansøku, at
Klaksvíkingur fór at
venja stutta teinin
soleiðis, sum hann
eigur at verða vandur
10-MANNAFØR
Jóannes Hansen
Tað eru nógvir størri og
smærri lutir í globaliseraða
veruleikanum, ið skulu
ganga upp í hægri eind,
um
tað
skal
eydnast
soleiðis, sum teir umborð á
Klaksvíkingi ætla og vilja,
at tað skal gera.
Fram til Norðoyastevnu
vandu
teir
mest
sum
bara á maskinum. Síðani
hava teir vant í bátinum.
Tað er Stephan Mølvig,
danski OL gullvinnarin,
sum síðsta árið hevur búð
í Oxford í Onglandi, sum
sigur teimum umborð á
Klaksvíkingi, hvussu teir
skulu venja.
Stephan róði við Nevinum
Reyða í fjør, og tá var hann
týðandi liður í góðum
dagsskránni í neystinum í
Klaksvík. Hóast hann nú er
burtur úr Klaksvík, so hevur
hann varðveitt sambandið á
so mangan hátt, og hann
er spentur, tá ið tað verður
kappast:
– Stephan lurtar eftir
Útvarpi Føroya á netinum,
tá ið tað er kappróður,
so hann veit, hvussu tað
gongst hjá okkum, sigur
Svein Rógvi Nielsen, báts
formaður umborð á Klaks
víkingi.
Eftir
jóansøkuróðurin
var niðurstøðan í Klaksvík,
at talan hevði verið um
svipsara:
– Kanska var talan um
misskiljing. Vit fóru ov seint
undir at innrætta venjingina
til at rógva á túsund í staðin
fyri á 2000 metrum. Hetta
hevur fyrst og fremst við
ferðina ella tempoið at
gera. Í Vestmanna kendu vit
beinanvegin, at tempoið var
soleiðis, sum tað skuldi.
– Súkklarar plaga at siga,
at teir hava góð bein, tá ið
tað gongur væl. Umborð
hjá okkum kendu vit allir
leygardagin, at tøkini vóru,
sum tey skuldu vera. Í Vági
vóru vit ov títtir. Síðani
hava vit vant og vant fyri at
fáa róðurin at verða meiri
seigan. Tað eydnaðist í Vest
manna. Harvið fingu vit
tað gagnið burturúr nógvu
venjingini, sum skuldi til
fyri at vinna, sigur Svein
Rógvi Nielsen.
Klaksvíkingur hevur vunnið
tvær ferðir móti okkum.
Tað stendur altso 2-2, og
tað eru tvær kappingar eftir.
Í okkara verð telur róðurin
á
Skálafjørðinum
ikki
við. Tá kappróðu vit als
ikki, verður sagt umborð á
Eysturoyingi.
Staðfesta at
teir eru best
Eingin fer at taka fyrsta
FM heitið nakrantíð frá
Klaksvíkingi. Men sjálvandi
fara teir har umborð at
gera alt, sum tað ber til
at gera, fyri at staðfesta,
at eisini í kapprógving við
næsta kappingarneytan er
Klaksvíkingur bestur. Tað
er altso framvegis nógv
eftir at vísa og kappast um.
Unga manningin umborð
á Vestmenningi vísti við at
vinna triðja plássið, at tað
er góður møguleiki fyri, at
Vestmenningur um ikki so
langa tíð aftur fer at verða
á aldukambinum. Fjórða
plássið hjá Havnarbátinum
var enn eitt vónbrot í
róðrarárið, sum heilt má
roknast at vera miseydnað,
tá ið hugsað verður um
søguna hjá bátinum og
ætlanirnar og vónirnar fyri
hesum árinum.
Skálabáturin og Nólsoy
ingurin vóru í tættari kapping
um fimta plássið. Teir
komu á mál lítla bátslongd
aftanfyri Havnarbátin. Vág
bingur, sum framvegis er
stigaleysur, var aftastur.
upp á tveir mátar
Klaksvíkingur er undan
tveimum teimum síðstu
kappingunum stórfavorittur
at vinna FM. Eysturoyingar
ætla sær ikki at leggja kongin
í kappingini. Men teir hugsa
ikki um FM heitið
Mynd. Álvur Haraldsen
Stephan stýrir úr Oxford
Úrslit 5-mannafør
dreingir
1 Ritan
04:58.09
2 Jallurin
04:59.03
3 Sílið
05:00.15
4 Kollur
05:00.19
5 Strípan
05:03.00
6 Havfrúgvin
05:06.03
7 Drekin
05:09.14
8 Blikur
05:26.01
Starturin
hevur alt
at siga
Tað gongur strúkandi hjá dreingjunum umborð á Rituni
norðuri í Sundi, og í Vestmanna vunnu teir fyri fjórðu ferð á
rað
Mynd: Álvur Haraldsen