mikudagur 12. juli 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 12. juli 2006
5
tíðindi
Hálvføroyski
rithøvundurin Bjarni
Åkesson Filholm,
sum annars arbeiðir
sum bókavørður í
Hjørring, er í hesum
døgum í Føroyum
og samlar inn tilfar
um danska skipið
“Norske Løve” sum
sakk á Lambavík fyri
skjótt 300 árum síðan
søga
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Søgan um “Norske Løve”,
sum fór á land og sakk
á Lambavík nýggjársaftan
1707,er tann at skipið ið
var á veg úr Danmark á
handilsferð, als ikki skuldi
vera í føroyskum farvatni,
men tað kom í eitt ógvusligt
ódnarveður og rak hendan
vegin. “Norske Løve” var
eitt skip hjá Dansk Ost-
indisk Kompagni.
Vit vita um ymiskar lutir
frá skipinum, t.d. er ein
skipsklokka í Havnar kirkju
og ein ljósastaki sum er á
Handels- og Søfartsmuseet
á Kronborg í Danmark. Í
Havnar kirkju hongur eisini
eitt modell av skipinum,
sum sigst vera gjørt stutt
eftir, at skipið sakk á Lam-
bavík. Fleiri royndi hava
verið gjørdar at finna vrak-
ið av skipinum á Lambavík,
men tað hevur enn ikki
eydnast.
Fyri tveimum árum síðan
setti Bjarni Åkesson Fil-
holm sær fyri at finna fram
tilfar og geva út eina bók
um “Norske Løve”. Í hesum
sambandi er hann nú komin
til Føroyar at fáa til vega
tað síðsta tilfarið, áðrenn at
bókin kemur út í heyst.
Umframt hesa bókina,
eru tvær aðrar bøkur hjá
honum á veg, ein skaldsøga
og eitt ritsavn. Tað er
danska forlagið “Forlaget
Nautilus” sum gevur bøk-
urnar út. Forlagið bleiv
upprunaliga stovnað í 1999
við tí endamáli at geva út
bøkur um danskar ferjur
og ferðamannaskip, men
gevur eisini út aðrar bøkur.
Eitt plátufelag er eisini í
ferð við at geva út nakað av
tí beat-musikki, sum Bjarni
og hansara “rockband”
spældu í 60-unum, tá hann
búði á Bornholm. So hann
hevur nógv jørn í eldinum
í løtuni.
Tá vit spyrja Bjarna,
hvussu hann fær tíð til
at fáast við allar hesar
útgávurnar,
samstundis
sum hann hevur sítt fasta
starv sum bókavørður, sigur
hann, at tað er hugurin
sum drívur verkið. Hann
ger júst tað, sum honum
dámar best. Eisini er hann
sera hugtikin av Føroyum,
føroyingum og tí hita
og tryggleika, sum hann
kennir, tá hann er saman
við føroyingum. Kanska
er tað tí, hann sjálvur er
hálvur føroyingur og skilir
ta føroysku mentanina.
Bjarni hevur annars gi-
við fleiri aðrar bøkur út,
sum flest allar hava við
føroyska skipasøgu at gera
sum t.d. bókin um Smiril,
sum var bygdur í 1932,
bókin „Tjaldur“ um ferða-
mannaskipið Tjaldur hjá
Skipafelagnum Føroyar, ið
kom sum nýtt til Føroya í
1953, og ein bók um tey
fýra ferðamannaskipini hjá
Skipafelagnum við navn-
inum Tjaldur. Hann gav
eisini út bókina “Nordsøens
hurtigløbere” sum er um
DFDS-ferðamannaskipini
Kronprinsesse Ingrid og
Kronprins Frederik, sum
eisini sigldi upp á Føroyar
í fleiri ár.
Føddur í Vestmanna
Bjarni Åkesson Filholm
er føddur í Vestmanna í
1952. Pápin er danskari og
mamman er føroysk, ættað
av Tvøroyri, ið er tann
bygdin í Føroyum, sum
Bjarni kennir best.
Familjan
búði
nøkur
ár í Føroyum, tey búðu
í Vestmanna, í Havn, og
á Tvøroyri. Pápin, ið var
verkfrøðingur, var settur í
starv hjá Føroya Løgtingi
sum eftirlitsmaður, hann
hevði eftirlit við ymiskum
byggiarbeiði, sum t.d. vatn-
byrgingunum í Vestmanna
og ymiskum byggiarbeiði í
Havn og á Tvøroyri.
Mamman, Sonja Åkes-
son Filholm, er dóttir ein
svenskan innflytara, Al-
bin Åkesson og Mathilde
Mortensen,
ættað
av
Tvøroyri. Abbin, Albin
Åkesson kom úr Svøríki í
byrjanini av 1900-talinum
og arbeiddi í kolanámum
og upp á veg í Suðuroynni.
Hann var við til at byggja
vitarnar í Akrabyrgi og í
Mykinesi. Familjan flutti til
Danmarkar, tá Bjarni var 3
ára gamal.
Eftir tað ferðaðust tey
ofta til Føroyar í sum-
marfrítíðini.
Familjan
ferðaðist millum lond við
ferðamannaskipinum Tjal-
dur hjá Skipafelagnum.
Tað var um hesa tíðina, at
Bjarni bleiv so hugtikin av
hesum so sera vakra skipi.
Familjan Filholm bú-
settist seinni á Bornholm,
har Bjarni gekk í skúla og
tók studentsprógv í 1972.
Hann lærdi til bókavørð
á Danmarks Biblioteks-
højskole og bleiv útlærdur
í 1976. Síðan hevur hann
arbeitt sum bókavørður.
Seinastu meira enn 20
árini hevur hann arbeitt á
Hjørring Bibliotek.
Rithøvundur við nógvum
jørnum í eldinum
Bjarni Åkesson Filholm ínni í Havnar kirkju saman við modellinum av Norske Løve
Mynd: Álvur Haraldsen
Familjan Filholm uttan fyri Havnar kirkju, f.v.: sonurin
Mikkel, Bjarni, konan Mette-Lise, og dótturin Mathilde.
Foreldrini hjá Bjarna giftust í hesi kirkjuni í 1951
Mynd: Magnus Gunnarsson
Bjarni Åkesson Filholm: