Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juli 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 132 - 12. juli 2006 tíðindi Fiskavirking spennir eg út fyri at tryggja framleiðsluna og arbeiðið á virkjunum og tað heldur stjórin, er neyðugt Fiskivinna Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta var ein áhugaverdur møguleiki. Og hetta var eisini ein møguleiki at styrkja fyritøkuna og fram- leiðsluna. Tað er er orsøkin til, at Fiskavirking nú hevur keypt virksemið hjá Beta í Saltangará. Í gjár visti Útvarpið at fortelja frá enn einum handli, har skip og fiskirættindi skifta eigara. Hesuferð er tað Fiskavirking, sum hevur keypt alt virksemið hjá Beta, sum fyrst og fremst er kent fyri at eiga teir trolararnar, sum á mannamunni mest verða nevndir kubatrolararnir. Beta eigur í dag tveir trolarar og tveir eru í gerð og harafturat eru loyvi til tveir trolarar afturat. Meinhard Jacobsen, stjóri í Fiskavirking, sigur, at virksemið hjá Beta verður yvirtikið í næstu viku. Hann heldur, at í ávísum førum er tað ein fyrimunur at skip og virki hoyra saman og í hesum ítøkiliga føri var tað ógvuliga áhugavert fyri Fiskavirking at fáa fatur á veiðiliðnum eisini. Hann vísir á, at serliga á upsamarknaðinum er kappingin hørð og at tað er torført at sleppa av við upsa. - Tí seta keyparar sera stór krøv til leveringstrygd og tað er serliga í hesum sam- bandi, at vit halda, at tað er ein stórur fyrimunur at fáa skipini tættari knýtt at virkjunum. - Tað kann gera sítt til at vit varðveita eina góða framleiðslu í landinum, leggur hann afturat. Sigur onki um prís Meinhard Jacobsen vil ikki siga, hvussu nógv tey hava keypt virksemið hjá Beta fyri. -Tað hava vit avtalað við keyparanum um at halda okkara millum, sigur hann. Frá keldum í vinnulívinum hevur Sosialinum fingið at vita, at keypsprísurin var 150 milliónir, men tað hevur stjórin í Fiskavirking onga viðmerking til yvirhøvur. Frammanundan eigur Fiskavirking tveir triðingar í trolarunum Jaspis og Ametyst. Nú eru tað ikki so mong ár síðani, at tað varð hildið at vera rótin til alt ónt, at skip og virki hoyrdu sa- man. Mett var, at tað fór at máa grundarlagið undan kappingini um fiskin og at tað tískil eisini fór at føra við sær, at skipini fóru at vera bundin av at avreiða til ávís virki, uttan at hugsa so nógv um at fáa bestan prís. Og tað rakar bæði i n n t ø k u g r u n d a r l a g i ð undir skipinum og inn- tøkugrundarlagið hjá manningini. - Spurningurin er um tað ikki er ein yvirtulking at leggja skyldina fyri mót- gangin á, at skip og virki hoyra saman. - Skipini skulu so bera seg undir øllum umstøðum. Og tað gera tey ikki við at selja fiskin til undirprís. Sostatt ivast Meinhard Jacobsen í um akkurat tann vandin er so stórur. Hann vísir eisini á, at hetta er ikki einasta dømi um, at skip og virki hoyra saman. - Tað sama ger seg galdandi í Hvalba fyri at nevna eitt dømi. Og tað kann vera ein orsøk til, at tað er so frægt virksemi á virkinum í Hvalba, sum tað er. Loysir seg ikki altíð Meinhard Jacobsen ásannar kortini, at tað er ikki altíð at tað loysir seg hjá virkjum at eiga skip eisini. - Tí er tað ikki altíð tann besta loysnin at hava skip og virki hvør sær. Har er ongin ævigur sannleiki, men tað er ein spurningur, sum má metast um í hvørjum einstøkum føri - Men júst í sambandi við upsa halda vit, at tað er tað rætta, tí kappingin um upsan er so hørð og tí verða stór krøv sett til leverings- trygd. Stjórin í Fiskavirking vísir eisini á, at tey ymsu fiska- virkini í Føroyum eru ikki ikki bara í kapping við hini fiskavirkini í landinum. - Vit eru í stóran mun í eini sera harðari, altjóða kapping og tað mugu vit fyrihalda okkum til, sigur Meinhard Jacobsen. Sostatt er Fiskavirking ikki keypt Beta við tí endamáli at forða fyri, at onnur fara við fiskinum og fyri sostatt at seta kappingarneytum fótonglar í vegin. Beta er keypt fyri at styrkja Fiskavirking og ikki fyri at máa støðið undan onkrum øðrum. - Men fyri tað um hetta er ein fyrimunur í sambandi við upsan, er ikki sagt, at tað loysir seg í sambandi við onnur fiskasløg, har eftirspurningurin er størri, sigur stjórin í Fiskavirking. Kann tað so hugsast, at Fiskavirking fer at keypa fleiri skip? - Tað vil tíðin vísa. Stinga møguleikar seg upp, sum vit halda vera áhugaverdar, hyggja vit sjálvsagt eftir tí. Arbeiðið upp á Hovstunnilin gongur sum ætlað og eftir summarfrítíðina verður eisini sett á hovsmegin Hovstunnilin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Arbeiðið upp á Hovstunnilin gongur sum ætlað. Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sigur, at nú eru teir komnir 1055 inn í fjallið og sostatt hava teir lagt tann fyrsta kilometurin aftur um bak. Tilsamans er tunnilin 2.450 metrar. Teir fyrstu 300 metrarnar vóru torførir at hava við at gera, tí har var fjallið so vánaligt. Men tað vistu tey av, so tað kom ikki óvart á nakran. Men Hesin teinurin kravdi sostatt nógva trygging við tað, at tunnilsloftið mátti boltast og sproytast við betongi. Men nú hevur fjallið verið betri og boringin gongur sostatt eisini væl skjótari. Í løtuni verður bara borað øravíkarmegin. Men í Hovi er tilfarið grivið omanav og komið er væl áleiðis at bora og spreingja fyri tilkoyringarvegnum og inntakinum. Tá klárt er Hovsmegin er ætlanin at spreingja tunnilin frá báðum síðum, men Oyvindur Brimnes sigur, at tað verður ikki fyrrenn eftir summarfrítíðina, at sett verður á hovsmegin eisini. Sostatt kann staðfestast, at arbeiðið gongur sum ætlað. Ætlanin er, at tunnilin skal verða sprongdur ígjøgnum í ár. So skal næsta ár brú- kast upp á at gera hann koyrikláran og við ársskiftið 2007-2008 skal hann verða klárur at taka í brúk. Hetta er sjálvandi um so er, at onki óvæntað hendir. Í øllum førum vita tey, at seinni er eitt strekki afturat, har tilfarið er vánaligt. Hava lagt fyrsta kilometurin afturum bak Nú er eisini grivið omanav í Hovi og inntakið er við at verða klárt. Eftir summarfrítíðina verður sostatt bora báðu megin frá Styrkja møguleikan at hava eina góða framleiðslu í Føroyum Fjølmiðlanevndin er sett Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum hevur valt Barbaru Vang, Ingolf S. Olsen, Inga Samuelsen og Halgir W. Poulsen at manna fjølmiðlanevndina Í nevndini sita Barbara Vang, løgfrøðingur, sum er vald av landsstýrismanninum, Ingolf S. Olsen, tíðindafólk, sum er valdur eftir tilmæli frá Føroya Blaðmannafelag, Ingi Samuelsen, blaðstjóri, sum er valdur eftir tilmæli frá teimum fjølmiðlum, sum sambært § 1 í lógini um fjølmiðlaábyrgd koma undir lógina, og Halgir W. Poulsen, advokatur, sum er valdur eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum. Fyri hesar limir eru valdir tiltakslimir. Hesir eru Nella Festirstein, løgfrøðingur, Randi Jacobsen, tíðindafólk, Jóhann Mortensen, tíðindaleiðari og Marjun Bæk, sóknarprestur. Fjølmiðlanevndin skipar seg sjálv. Kanna botnin til nýggjan sjókaðal Botnkanningar verða gjørdar í sambandi við nýggjan sjókaðal til telesamskifti NÝGGJUR KAÐAL - Arbeiðið er nú byrjað at kanna havbotnin í sambandi við at nýggjur sjókaðal til telesamskifti skal leggj- ast millum Føroyar og Skotland. Hetta sigur Páll H. Vesturbú, stjóra, FT Net í tíðindaskrivi. Tað er týska fyritøkan OSAE úr Bremen, sum stendur fyri arbeiðinum at gera botnkanningarnar. Í arbeiðinum luttaka tvey rannsóknarskip, eitt størri skip, ið ger kanningar á opnum havi og eitt minni skip, ið ger kanningarnar á grynri vatni. Størra skipið, »Kom-mandor Jack«, hevur síðani hálvan juni gjørt kanningar á teininum millum Skotland, Orkney, Hetland og Føroyar. Í hesum døgum ger skipið kanningar á leiðini eystan fyri Hvítanes, har kaðalin skal koma í land, og í ein landsynning úr Føroyum. Meðan skipini eru í Føroyum verða botnkanningar eisini gjørdar í sambandi við at sjókaðal seinni skal leggjast innanoyggja millum Vágoynna og Suðuroynna og millum Sandoynna og Suðuroynna. Í dag er høvuðssambandið við útheimin FARICE- kaðalin, sum varð tikin í nýtslu í 2004. FARICE-kaðalin liggur millum Skotland, Føroyar og Ísland. Umframt FARICE-kaðalin hava Føroyar eisini samband við umheimin umvegis Cantat-3 kaðalin, sum var tikin í nýtslu í 1994. Cantat-3 hevur avmarkaðan kapasitet í mun til FARICE-kaðalin. Føroya Tele er farið undir arbeiðið at fyrireika nýggja sjókaðalin fyri at økja um trygdina á telesamskiftinum við útheimin. Tað er serliga støðugi vøksturin innan breiðband, sum ger tað neyðugt at hava fleiri trygg altjóða sambond. Væntandi verða botnkanningarnar lidnar í august- mánað. Ætlanin er at leggja sjókaðalin til Skotlands í komandi ári. Keldur í vinnulívinum vilja vera við, at Meinhard Jacobsen mátti leggja 150 milliónir á borðið fyri trolararnar hjá Beta, men tað hevur hann onga viðmerking til