mikudagur 12. juli 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 12. juli 2006
7
tíðindi
Faroe Seafood
hevur nú keypt alt
virksemið hjá P/F
Beta og soleiðis eisini
landingarmiðstøðini
hjá felagnum,
Kongshavn
Eigaraskifti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í nógv ár hevur Olaf Olsen
verið ímyndin av felagnum,
P/F Beta, í Saltangará.
Tá Olaf legði frá sær sum
reiðari fyri góðum tveimum
árum síðan, tók sonur
hansara, Ragnar Olsen, við
sum stjóri og reiðari – við
ábyrgd av skiparakstrinum.
Olaf helt tó í fyrstu syfti
fram sum stjóri í felagnum,
Kongshavn, sum átti og
rak Landingarmiðstøðina í
Saltangará.
Kongshavn var dóttir
felag, sum P/F Beta átti
allan
partapeningin
í.
Seinasta árið hevur Ragnar
Olsen so eisini verið stjóri á
Landingarmiðstøðini.
Tað
er
Ognarfelagið
frá 1980, sum átti 95%
av
partapeninginum
í
Beta,
og
Íløgufelagið
Tjaldur átti meginpartin av
partapeninginum í Ognar
felagnum.
Líggjas í Bø hevur verið
nevndarformaður bæði í P/
F Beta og Íløgufelagnum
Tjaldur.
Íløgufelagið
Tjaldur
er ogn hjá umleið 2400
partaeigarum og tann, sum
varðar av høvuðspartinum,
er Hans Andrias Dam.
Líggjas í Bø segði við
Útvarpið í gjár, at eigararnir
gjørdu av at selja, tí teir
fingu eitt gott tilboð frá
Faroe Seafood, men hann
vildi ikki upplýsa sølu
prísin fyri virksemið hjá
felagnum.
Áhugamálini
Sum skilst, er tað Hans
Andrias Dam, sum gjøgnum
Ognarfelagið frá 1980 hevur
havt størstu persónligu
áhugamálini í virkseminum
hjá Beta og dóttirfelagnum,
Kongshavn.
Tað var í 1980, at
Skipafelag Føroya varð
býtt sundur í tvey, soleiðis
at farmurin varð verandi
í Skipafelagnum, meðan
sjálvur fiskivinnuparturin
– táverandi Handils-og
Fyrstivirkið í Fuglafirði og
Beta – fóru í Ognarfelagið
frá 1980.
Tá ið hetta varð gjørt,
vóru eigaraviðurskiftini í
Skipafelagnum og Ognar
felagnum identisk.
Tað var Oddur Niclasen,
sáli, sonur Sakarias Nicla
sen, nevndur Sakarias á
Skipafelagnum, sum sam
an við Árna Joensen var
høvuðspersónurin í Skipa
felag Føroya, tá ið felagið
varð býtt í tvey.
Síðan hevur Hans Andrias
Dam, sum er systursonur
Odd Niclasen, varað av
einum stórum parti av parta
peninginum.
Tað er ikki langt síðan,
at Eimskip keypti Skipa
felag
Føroyar,
og
nú
hevur so Faroe Seafood
keypt alt virksemið hjá P/
F Beta og soleiðis eisini
landingarmiðstøðini
hjá
felagnum, Kongshavn.
Minni enn
5% í Beta
Eigaraskifti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað munnu vera mong,
sum hava hildið, at Olaf
Olsen, sum var ímyndin
av P/F Beta í mong ár,
átti ein stóran part av
hesum felag.
Men so er ikki.
Hvørki Olaf Olsen ella
sonurin, Ragnar Olsen,
ið tók við sum reiðari
eftir faðirin, hava átt
partapening í P/F Beta.
Men
fyri
nøkrum
mánaðum síðan gjørd
ist Olaf Olsen ein av
partaeigarunum í hes
um felag, sum eisini
hevur átt og rikið land
ingarmiðstøðina í Sal
tangará.
Nú alt virksemið felag
sins varð selt, átti Olaf
Olsen minni enn 5% í
P/F Beta, men hann er
ein av partaeigarunum í
P/F Tjaldur.
Við søluni av P/F Beta
er parturin hjá Olafi
Olsen so eisini seldur.
Eigaraskifti
hjá P/F Beta
í Saltangará
Alt virksemið, sum Beta og dóttirfelagið, Kongshavn, hevur havt á sjónum og á bryggjuni í Saltangará er nú selt Faroe Seafood
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Sjálvandi skulu
áhugamálini hjá
eigarunum – bæði
teimum, sum nú
hava selt og nýggju
eigarunum, røkjast,
og tí eri eg nú á veg
niður til Spaniu, sigur
Ragnar Olsen
Eigaraskifti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú sáttmáli er undirskriv
aður millum Ognarfelagið
frá 1980 og Faroe Seafood
um sølu/ keyp av øllum
virkseminum hjá felagnum,
Beta, er ógreitt, um Ragn
ar
Olsen,
sum
hevur
verið reiðari og stjóri í
felagnum seinastu árini, fer
at halda fram hjá nýggju
eigarunum.
– Sjálvandi havi eg í
eina tíð vitað, hvat hevur
verið í umbúna. Tað vil so
vera, tá ið tú ert dagligur
leiðari í fyritøkuni. Um eg
eri keddur ella ikki, dugi eg
ikki at siga í løtuni.
Spurdur, um hann væntar
at halda fram í starvi hjá
nýggju eigarunum, sigur
Ragnar, at tað dugir hann
ikki at siga í løtuni.
– Sum eg havi skilt,
verður yvirtøkudagurin av
virkseminum mánadagin
komandi, og eg dugi ikki
í løtuni at siga, hvussu
verður.
Hann sigur seg ikki vita
við vissu, hvussu Faroe
Seafood ætlar at reka virk
semið víðari.
Ragnar sigur, at hann
hevur góða tíð, og sum
dagarnir ganga, verður
greitt, hvussu verður og
ikki.
– Hvør mín leiklutur
verður frameftir, fer tíðina
at vísa. Livst, so spyrst,
leggur hann aftrat.
Tá ið Sosialurin hitti
Ragnar Olsen í telefonini
í morgun, var hann á veg
til Spaniu, har felagið
letur tveir nýggjar trolarar
byggja.
– Sjálvandi skulu áhuga
málini hjá eigarunum –
bæði teimum, sum nú hava
selt og nýggju eigarunum,
røkjast, og tí eri eg nú á
veg niður til Spaniu, sigur
Ragnar.
Hann væntar ikki, at
nýggju skipini verða liðug
síðst í hesum árinum, sum
ætlanin annars var, men
hann væntar, at tey í staðin
verða liðug og klár til
fiskiskap til várs.
Ragnar Olsen sigur, at
umframt nýggju skipini,
sum nú verða bygd í Vigo
í Spaniu, átti felagið tvey
loyvi aftrat.
– Málið hjá okkum var
at byggja tilsamans seks
nýggj skip fyri teir átta
gomlu
kuba-trolararnar,
sigur reiðarin í Saltangará.
Ragnar Olsen á veg til Spaniu
– Sjálvandi havi eg í eina
tíð vitað, hvat hevur verið
í umbúna. Tað vil so vera,
tá ið tú ert dagligur leiðari í
fyritøkuni. Um eg eri keddur
ella ikki, dugi eg ikki at siga í
løtuni, sigur Ragnar Olsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Olaf Olsen, fyrrverandi
reiðari
Mynd: Vilmund Jacobsen