Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juli 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 132 - 12. juli 2006 tíðindi Danski innanríkis- og heilsuráðharrin, Lars Løkke Rasmussen vitjar í hesum døgum saman við føroysku koni síni, Sólrun, í Føroyum, her hann hevur verið ofta áður. Sosialurin hitti hann til eitt prát um samstarv millum samgongu og andstøðu, Føroyar sum ferðamannaland, Sambandsflokkin, lívið sum ráðharri og fjallasúkklur SUMMARGESTUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Hann dylur ikki fyri, at Føroyar er hansara frístað, nú hann situr í tí lýggja lotinum uttan fyri húsini hjá vermóðurini úti í Grønlandi í Havn. Túnið hevur hann nátt at fríðkað og koyrt skerv á hesar dagarnar í Føroyum. Onkrir danskir fjølmiðlar hava til fánýtis roynt at fingið orðið á hann í feriuni, men hann gevur sær tó stundir at tosa við føroyskar miðlar. Navnið er Lars Løkke Ras­mussen. Hann er føddur í 1964, og seinastu 5 árini hevur hann verið danskur innanríkis- og heilsumálaráðharri. Kona hansara, Sólrun, er úr Havn, og hann greiðir frá, at tey á hvørjum ári hava vitjað í Føroyum, síðani tey komu saman, og onkuntíð hava tey eisini hildið jól her. Hann hevði tó ikki ver­ ið í Føroyum, áðrenn hann møtti konuni, men sum landsformaður í Ung­ manna­felagnum hjá Vinstra frá 1986 til 1989 kom hann at kenna nógv ung sambandsfólk. Spurdur, um hann við sínum serliga familju­sam­ bandi við Føroyar, er tann ráðharrin í donsku stjórnini, sum er eitt slag serligum »føroyaserfrøðingi«, svarar hann ikki beinleiðis, men á kropsmálinum sæst týði­ liga, at danskir ráð­harr­ ar helst hava annað og meira at gera við at røkja síni egnu málsøki væl enn at blanda sín privata kunnleika til Føroyar upp í stjórnarararbeiðið. Men Lars Løkke Ras­ mussen himprast ikki við at siga, at nú er gingin alt ov long tíð síðani tey høvdu eitt føroyskt umboð úr Sambandsflokkinum í fólkatingsbólkinum hjá Vinstra á Kristiansborg. Hetta kundi koma væl við, og hann letur væl at samstarvinum við núver­ andi formannin, Kaj Leo Johannesen. – Tað hevði stórt virði fyri okkum, sigur Lars Løkke Rasmussen, og sipar m. a. til kunningarvirðið í at hava ein fólkatingslim í flokkinum úr Føroyum, tá føroysk viðurskifti skulu viðgerast. Lítið samfelag brúk fyri infrastrukturi Hann himprast heldur ikki við at siga, at hann metir, at tann núverandi danska stjórnin við hansara egna Vinstraflokki á odda hevur normaliserað – sum hann kallar tað – viðurskiftini við Føroyar aftur, eftir at viðurskiftini gjøgnum níti­ árini høvdu verið heldur spent. Tá hann verður spurdur, um hetta er tilvitað av stjórnini, ella um tað er tí, at Vinstra er ein liberalur flokkur, er Lars Løkke Ras­ mussen skjótur at avdúka síni tiltiknu evnir sum ein orðakringur politikari, ið dugir at svara fyri seg. – Vit eru tilvitað liberal, sigur hann við einum skálka­brosi. Men sum ein rættur tungufimur humor­ istur er hann tó skjótur at raka álvaran aftur og leggur afturat, at tey í núverandi stjórnini eisini eru liberal, og at hetta eisini skal koma til sjóndar í teirra menniskjafatan, og vil vera við, at tey bæði sjálvstýrandi økini í danska ríkinum, Grønland og Før­ oyar, sjálv skulu ráða fyri sínum viðurskiftum. – Nú eri eg bara her sum gestur, men síðani Anders Fogh kom til, hava vit roynt at røkt tað góða sambandið, sigur Lars Løkke Rasmussen og vísir, á at hetta lá eisini frammarlaga í huganum hjá Fogh, áðrenn hann bleiv forsætisráðharri. – Fyri nøkrum árum síð­ ani vóru áskoðanirnar um Føroyar ov einoygdar og stereotypar, t.d. at føroy­ ingar høvdu alt ov nógvar tunlar o.s.fr. Men ein skal koma upp hagar og síggja eitt nú Vágatunnilin fyri at skilja hetta. – Eitt so lítið samfelag hevur brúk fyri interaktión, sigur Lars Løkke Ras­mus­ sen avgjørdur, og metir út­byggingina av undir­støðu­ kervinum vera góða og neyðuga fyri Føroyar. Sambandsmaður? Sum nevnt hevur Lars Løkke ofta verið í Føroy­ um, og ofta hevur hann ver­ið røðari á fundum hjá bróðurflokkinum í Før­oy­ um, Sambands­flokkinum, og hendan heiðurin fær hann eisini seinni í ár, tá Sambandsflokkurin há­tíð­ arheldur sítt ára 100 ára jubileum. Spurdur, um hann sjálvur hevði verið sambandsmaður, um hann var føroyskur politikari, hugsar hann seg væl um eina løtu og svarar varliga: – Jú, tað haldi eg, eg hevði verið, men leggur so afturat, at hann sum dani eisini er sambandsmaður, tí hann sigur seg taka undir við ríkisfelagsskapinum sam­an við Grønlandi og Før­oyum. Hann undirstrikar tó, at spurningurin sum vera man er hypotetiskur, av tí hann er dani og ikki føroyingur, og tí metir hann, at tú mást vera føddur og uppvaksin í Føroyum, um tú skalt duga svara hasum spurninginum og sipar til, at meðan dansk­ ur politikkur ofta verður sagdur bert at hava tvær ásir, nevniliga høgra og vinstra, so hevur føroyskur politkkur 4 ásir, sum eru ávikavist høgra, vinstra, samband og sjálvstýri. Tvífaldur vinningur Tað er eyðsýnt, at Lars Løkke Rasmussen trívist í Føroyum sum gestur og ferðamaður. Hann spyr íðin blaðmannin um føroyska ferðavinnu, og viðhvørt tekur hann smálutir fram, sum kunnu vera torførir at svara upp á, uttan at hava hugt í nýggjastu tølini frá Hagstovuni ella Ferðaráðnum. Lars Løkke Rasmussen er nevniliga sannførdur um, at jú meira danir vitjaðu Føroyar, jú meira hevði hetta komið Føroyum til góðar. – Danir áttu at vitað meira um Føroyar. Grønland fyllir meira í tí danska mentanarliga landslagnum, men eg havi enn til góðar at møta einum dana, sum ikki hevur sagt seg vilja komið til Føroya. Øll í mínum vinaskara siga seg vilja koma til Føroya, men Lars Løkke Rasmussen noyðist tó at staðfesta, at tað verri enn so altíð endar við, at hesi fólkini koma til Føroya. Hesi enda oftast í Lanzarote ella líknandi støðum, har útboðið av sólstrálum ikki trýtur. Lars Løkke Rasmussen ásannar at hann við sínum serliga netverki í Føroyum, sum familjan gevur honum, neyvan hevði upplivað alt tað hann hevur upplivað millum ár og dag á sínum ferðum í Føroyum og nevnir t.d. løturnar við Gjógv, har hann hevur fingist við seyð og annað, ið hoyrir jørðini til. – Tey, sum ikki hava tað sama netverkið sum eg, mugu keypa pakkaloysnir ella okkurt annað, staðfestir Lars Løkke Rasmussen og heldur áfram við at spyrja retoriskt, hvar tú t.d. kann leiga eina fjallasúkklu í Havn. Sjálvur hevur hann sína egnu fjallasúkklu við í viðførinum. Hana fekk hann, tá hann fylti 40, og ráðharrin hevur m.a. súkklað á Kirkjubøreyni, nú hann hevur vitjað her. Lars Løkke Rasmussen nevnir tó møguleikarnar við Gjógv, har m.a. tann gamli handilin Debesarhandil og Gjógv Adventure telj­ast millum tilboðini til ferða­ fólk, men hann heldur tó á við at nevna ta sokallaðu »wellness-bylgjuna«, har fólk vilja røra seg og hava tað gott, og at tað ikki hevði tað verið so býtt at boðið meira av tílíkum út í Føroyum. – Tað hevði verið dup­ ult­ur vinningur, um fleiri danir komu sum ferðafólk til Føroya, bæði tann bú­skaparligi og tann ment­ anarligi, sigur Lars Løkke Rasmussen og heldur hetta eisini hevði økt um kunn­ leikan til Føroyar. Danir áttu at vitað meira um føroyska mentan. – Um ein tekur undir einum ríkisfelagsskapi, eigur hetta at ganga báðar vegir. Fleiri danir seta bara Føroyar í samband við regn, mjørka, seyð og gras, sigur Lars Løkke Rasmussen. Sambandsflokkurin liberalur? Danskur politikkur er broyttur nógv seinastu árini, og flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen, Vinstra, hevur síðani valið í 2001 verið størsti flokkur í Danmark. Lars Løkke Rasmussen er næstformaður í Vinstra, og tá hann verður spurdur, um tað er møguligt at koma við eini uppskrift, hvussu ein flokkur kann røkka hesum máli, hugsar hann seg sjálvandi væl um, áðrenn hann svarar. Men nøkur lyklaviður­ skifti eru kortini, avdúkar hann. – Samanhald, at vera greiður í sínum samskifti og lyftum, og ikki at lova meira, enn tú kanst halda, og ikki halda meira, enn tú kanst lova, sigur Lars Løkke Rasmussen. Spurdur, hvussu tað ber til, at ein flokkur sum Vinstra, ið kallar seg liberalur, kann røkka eini so stórari veljarafjøld, svarar ráðharrin, at eins og fleiri hava eina stereotypa fatan av Føroyum, kunnu fleiri eisini hava eina stereotypa fatan av, hvat tað vil siga, at vera liberalur. Lars Løkke Rasmussen sigur m.a., at Vinstra kom við tí uppskotinum, at bíðitíðin til almennu sjúkrahúsini skuldi ikki vera drúgvari enn tveir mánaðir. Annars kundi sjúklingurin velja eitt annað sjúkrahús. Hetta tekur Lars Løkke Rasmussen sum dømi um, at Vinstra roynir at byggja brúgv millum felagsskapin og einstaklingin, sum hann tekur til. Tvs. at samfelagið skal veita einstaklinginum tryggleika og vissu fyri eitt nú uppihaldi á sjúkrahúsi, men at einstaklingurin eis­ ini skal hava eitt val. – Okkara mál er, at menn­ iskjan skal standa á egnum beinum í einum tryggum felagsskapi, og at tað ikki skal vera pengapungurin hjá foreldrunum, men títt egna intellekt, ið avger, hvørjar møguleikar tú hevur. Lars Løkke Rasmussen viðgongur, at myndin ikki er so svørt/hvít, og at Javnaðarflokkurin í Dan­ mark eigur stóran heiður fyri, at Danmark er komið so langt, tað er komið. – Áður hevur tað ofta verið so, at Javnaðarflokkurin hevur verið eksponentur fyri felagsskapinum, og at høgravongurin hevur verið kendur fyri at eksponera individualistin. Men styrkin hjá Vinstra hevur verið at byggja brúgv millum hesi, sigur Lars Løkke Ras­ mussen. Hann undirstrikar eisini, at tað er ein munur á at vera liberalur og at vera liberalistiskur, sum ofta verð­ur sett í samband við búskap og peningalig viður­ skifti. Tá prátið fellur á aðrar hættir at vera liberalur, t.d. verður Lars Løkke Ras­ mussen spurdur, um hann t.d. metir, at bróðurflokkurin í Føroyum kann kallast at vera ein so liberalur flokkur, tá ikki øll tingfólkini í Sam­bandsflokkinum eru á einum máli um t.d. rús­ drekka­lógina ella um sam­ kynd skulu verjast av anti­ diskriminatiónslógini. Lars Løkke Rasmussen smílist eitt sindur og leggur eina við, at hann ikki ivast í, hvat hann meinar um hasi viðurskiftini sæð í einum donskum perspektivi. – Sjálvandi skulu vit sum samfelag senda eitt signal um, at tað er betri ikki at drekka enn at drekka, men eg eri ímóti at diskriminera fólk, sigur Lars Løkke Ras­ mussen. Ávirkan sum ráðharri Lars Løkke Rasmussen hevur ætlað at verða her í Føroyum einar tríggjar vikur. Áðrenn samrøðuna hevur hann júst verið í svimjihøllini í Havn, har hann júst hevur hitt ein annan dana, sum eisini er giftur føroyskari konu. Lars Løkke Rasmussen sigur, at teir báðir prátaðu um, at hjá teimum báðum kom tað klassiska kjakið altíð fram við makan, um tey í ár skuldu fara suðureftir ella til Føroya, men sum oftast endaðu tey hóast alt í Føroyum. Men hóast hann heldur frí, er tó møguleiki at kanna internetið av og á, men at keypa danskar avísir í Føroyum, tímir hann ikki so væl, av tí tær eru dagsgamlar, tá tær koma hendanvegin. Hann kendi seg tó noyddan at fara oman í eina kiosk ein dagin at keypa sær Ber­ lingaran, tá hann frætti, at tann konservativi sam­ gonguflokkurin hevði skeld­að hann út á forsíð­uni um viðurskiftini í heilsu­ verkinum. At vera ráðharri er eitt arbeiði, har tú ofta kann rokna skula byrja tíðliga á morgni og ikki sleppa heim aftur fyrr enn seint á kvøldi. Sólrun, kona Lars, sum av og á kemur út í túnið at seta seg hjá okkum at práta, skoytir upp í, at tey búgva ein tíma frá Keypmannahavn, og hetta ikki beinleiðis er við til at stytta um arbeiðsdagin hjá ráðharranum. Spurdur, um hetta ikki Lítið samfelag brúk fyri góðum – Sjálvandi skulu vit sum samfelag senda eitt signal um, at tað er betri ikki at drekka enn at drekka, men eg eri ímóti at diskriminera fólk ” – Tað hevði verið dupultur vinningur, um fleiri danir komu sum ferðafólk til Føroya, bæði tann búskaparligi og tann mentanarligi ”