Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juli 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 - 12. juli 2006 9 tíðindi er hart, sigur Lars Løkke Rasmussen, játtandi, men er kvikur at leggja afturat, at tað eisini er eitt spennndi arbeiði. – Eg minnist eitt statsráð saman við drotningini stutt fyri jól, tá vit høvdu sitið sum stjórn í eitt ár, og at eg hugdi runt eftir hinum ráðharrunum og hugsaði, hvussu móðir teir sóu út, greiðir Lars Løkke Rasmussen frá og gleðist um at hava frí og merkja, hvussu ringarnir undir eyg­ unum hvørva, sum hann tekur til. Hann er tó sannførdur, at hóast tað av og á frættist um fólkatingslimir, ið ikki taka av einum tilboði um at gerast ráðharri, so kemur hetta ikki ofta fyri. – Politikarar vilja hava ávirkan, sigur Lars Løkke Rasmussen, sum annars var yngsti amtsborgmeistari í Danmark, tá honum stóð í boði at gerast ráðharri. Hann greiðir frá at hann júst var komin á lagið í borgmeistarastarvinum, tá hann valdi at taka av ráð­ harratilboðnum, hóast hetta førdi við sær, at hann fór niður í løn. Hann sigur sostatt, at hann ikki er við í politikki fyri pengarnar, og at hann ivaleyst hevði vunnið meira, um hann var byrjaður sum advokatfulltrúi, tá hann fekk prógv sum løgfrøðingur í 1992. Hinvegin sigur hann tað ofta vera komið væl við at hava hesa útbúgvingina í arbeiðnum sum ráðharri. Samgonga og andstøða Í donskum politikki verður tað ofta mett sum ein dygd, at samgonga og andstøða samstarva. Í Føroyum er hinvegin ikki siðvenja, at eitt landsstýri kýtir seg at fáa andstøðuna við í tær endaligu loysnirnar. Um hetta sigur tann royndi danski stjórnarlimurin, at tvær dimensiónir eru í hesum. – Vit eru til fyri at koma ígjøgnum við okkara sjónar­ miðum, men eisini fyri at fáa øll við. Onkuntíð mugu vit tó velja, sigur Lars Løkke Rasmussen, og sipar til m.a. tann nýggja kommunalreformin í Danmark, har amt eru niðurløgd, og færri, men størri regiónir eru ætlaðar at koma ístaðin. Í tí førinum valdi stjórnin at gjøgnumføra ætlanina uttan ein breiðan meiriluta, tá hesin ikki var møguligur. Hinvegin hevur stjórn­ in júst samtykt ein væl­ ferðarbroyting, sum kemur at ávirka dankan politikk í nógv áratíggju framyvir. Í hesum førinum fekk stjórnin eisini andstøðuflokkar við, og hetta metir Lars Løkke Rasmussen vera neyðugt, um øll skulu hava álit á hesi skipan framyvir, og um henda langtíðarætlan skal hava nakað sjálvstøðugt virði. Annars er breið semja um tey flestu stóru málini sum t.d. ES-politikkin og pensjónspolitikkin o.s.fr. Lars Løkke Rasmussen vísir á, at meðan t.d. Týsk­ land og Frakland hava stórt arbeiðsloysi, hava tey ikki hendan trupulleika í dag í Danmark. Hetta vil hann ikki geva núverandi stjórnini heiðurin fyri, men donsku politisku skip­ anini sum heild, hvørs konsensus ella fullu semjur skapa stóran fleksibilitet á arbeiðsmarknaðinum. Hetta verður eisini rópt flexicurity, ið er ein saman­ renning av orðunum flexi­ bility og security. Spurdur, um hetta kann kallast eitt slag av polit­ iskum homogenititi, svarar hann játtandi, men leggur tó afturat. – Men tað er eisini neyð­ugt at síggja mun á flokkunum! Tilvild Lars Løkke Rasmussen er sum nevnt næstformaður í Vinstra, men spurdur, um hann torir at siga, at hann væntar at verður komandi forsætisráðharri í Danmark, sigur Lars Løkke Rasmussen, at tað kann hann einki siga um. – Tað ber ikki til at leggja karrieruætlanir í politikki. Fyri tað fyrsta snýr tað seg um at vera á rætta staðnum í røttu løtuni, og tað er ein ikki sjálvur harri yvir. Fyri tað næsta havi eg sæð so nógv vónbrotin fólk í politikki, sum t.d. hava uppgivið ein borgmeistarasess fyri ein ráðharrasess o.s.fr. Tað snýr seg um at hava tað stuttligt og at gera sítt arbeiði væl, og so kemur støðan kanska, sigur Lars Løkke Rasmussen, sum eisini nevnir eini ráð frá einum starvsbróðurinum, Claus Hjort Frederiksen, ið hevur sagt, at í politikki skal ein taka størvini, tá tey koma. Lars Løkke Rasmussen leggur afturat, at hann og Fogh herfyri júst sótu og prátaðu um, hvussu tilvildarligt tað kundi falla út. Til dømis hevði Fogh allarhelst verið fíggjar­ mála­­ráðharri í dag, um Uffe Elleman-Jensen vann fólkatingsvalið í 1998, og eingin veit, í hvørjum sessi Lars Løkke Rasmussen so hevði sitið í í dag. – Og ta ferðina vóru tað sum kunnugt bara nakrar fáar atkvøður úr Føroyum, sum avgjørdu úrslitið, sigur Lars Løkke Rasmussen við einum smíli. undirstøðukervi Ráðharrin hevur fjallasúkkluna við til Føroya og hevur m.a. roynt seg á Kirkjubøreyni. Hann skilir væl føroyskt, og bæði konan og børnini tosa føroyskt við hann Mynd: J. Kr. Vang