Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juli 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 132 - 12. juli 2006 Útbyggja norðurlendskt samstarv Um somu tíð sum tað er komið fram, at einki er, sum løgfrøðiliga forðar fyri, at Føroyar fáa fullan sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum frættist, at tað verður arbeitt við eini ætlan at útbyggja Norðurlandahúsið í Føroyum. Bæði hesi tíðindi eru kærkomin. Allir føroyingar ynskja okkum fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Higartil hevur tað verið ein forðing, at fman hevur mett, at fólkarætturin forðar fyri slíkum limaskapi, tí bara suverenar tjóðir kunnu hava fullan limaskap í Norðurlandaráðnum javnbjóðis hinar norðurlendsku tjóðirnar. Eftir øl- lum at døma er henda forðing nú vekk, tí ein serfrøðinganevnd er komin til ta greiðu niðurstøðu, at einki er í fólkarættinum, sum forðar fyri, at eitt nú Føroyar kunnu fáa sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum. Forðingin – um ein kann kalla tað so – nú er reint politisk. Tvs. at setir eitt av hinum Norðurlondunum seg upp ímóti fullum føroyskum limaskapi, so dettur hann á gólvið. Tað skal nevniliga vera semja millum londini um hetta, tí tá skal Helsinkforsavtalan broytast. Men nú er so gongd komin á. Ein tann higartil tyngsta forðingin, løgfrøðin og fólkaræt- turin, er ikki til meira. Síðani er tað spurningurin, hvat danska stjórnin sigur, og skulu vit meta eftir orðunum hjá formanninum í Norðurlandaráðnum, Ole Stavad, so er her heldur eingin forðing longur. Her liggur tí eitt stórt jobbyarbeiði fyri framman, sum bæði Høgni Hoydal og Edmund Joensen so væl hava gjørt greitt í Sosialinum í vikuni. Hesum kunnu vit bara taka fult undir við teimum í. At tað so frættist, at arbeitt verður við at út-byggja Norðurlandahúsið kann bara fella í góða jørð, tí sjálvstøðugur føroyskur limaskapur í Norður- landaráðnum merkir væl eisini ein víðkan av okkara samstarvi og eisini av okkara ábyrgdum og skyldum í hesum samstarvi. Vit síggja tí fyri okkum, at útbygging av Norðurlandahúsinum kann gerast partur av tí víðkaða norðurlendska samstarvinum. Vit verða eitt nú før fyri at húsa uppaftur størri tiltøkum. Tað er greitt, at føroyskir myndugleikar eiga at vísa hesum ans og vera við til at fíggja eina slíka útbygging. Spurningurin er eisini, um ikki oljupengar, sum oljufeløgini hava játtað at lata til ymsar verkætlanir í Føroyum, eisini eiga at fara til slíka útbygging, nettupp nú útbyggingin og menningin av Norðurlandahúsinum og tess virksemi eisini miðjar móti at byggja brýr millum mentan og vinnulív. Sosialurin Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. »Vit eiga øll at sanna, at einans skilagóður, uppbyggjandi politikkur kann slóða fyri veruligum framburði og trivnaði í okkara landi« Heri Mohr SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Tann 29. januar 1964 kom í gildi fólkatingslóg um Investeringsfond for Færøerne. Við hesari lóg (nr. 28) játtaði Fólkatingið grunninum 60 milliónir yvir 6 ár (6 x 10 mió.). Í Føroyum fekk grunnurin beinanvegin heitið 60- millióna-grunnurin. Grunnurin var fyrst og fremt ein lánigrunnur til almennar íløgur: vegir, berghol v.m., útbygging av el-orkuni (SEV) o.a. Við lóg játtaði Fólkatin- gið í 1970 grunninum 54 milliónir yvir 6 ár, og í 1976 játtaði Fólkatingið grunninum 26 milliónir yvir 4 ár. Sostatt hevur Fólkatingið játtað grunninum samanlagt 140 milliónir yvir 16 ár; og ikki kann sigast annað enn, at stórt brúk hevur verið fyri hesum grunni: Landskassin hevur fin- gið nógv lán úr grunninum til vega- og bergholsgerð. SEV fekk kærkomin lán til el-útbygging. P/F Atlantic Airways fekk stórt milliónalán, sum til alla lukku bjar- gaði felagnum undan húsa- gangi. Bankakreppan í 1993 fór við einum láni upp á 200 milliónir, sum kanska er einasta lán, ið grunnurin higartil hevur verið noyddur avskrivað sum tap. Stovnsfæðið hjá Ílegg- ingargrunninum fyri Før- oyar - 140 milliónir - við rentuvinningum av veittum lánum og innistandandi í peningastovnum er vorðin størsti og stinnasti grun- nur, sum vit føroyingar yvirhøvur ráða yvir, - hóast hann ikki er landskassans ogn! Landskassin átti nakrar stórar grunnar: Vinnuláns- grunnin, Skipaflotagrun- nin, Veðhaldsgrunnin, Upp- høggingargrunnin o.a., - teirra lagna varð døpur; teir hvurvu allir í myrk-rinum. Í hesum døgum hava vit fingið at vita, at landsstýrið og tann danska stjórnin eru samd um at biðja Fólkatingið broyta lógina um Investeringsfonden for Færøerne soleiðis, at grun- nurin fær heimild at veita 350 milliónir í studningi til leingjan og nútímansgerð av flogvøllinum í Vágum. Tað eru óivað bert fáir føroyingar, sum ikki gleða seg til, at vit nú endiliga fara at eiga ein nýmótans flogvøll, sum lúkar øll international krøv. – Ein av okkara kendu politikarum plagdi uggandi at taka til: ”Mangir eru leikir í drúgvum talvi”. Og tað kann av sonnum sigast, nú flogvallamálið loksins er komið undir land. Vit eiga øll at sanna, at einans skilagóður, uppbyggjandi politikkur kann slóða fyri veruligum framburði og trivnaði í ok- kara landi, um politikarar hava orðtakið, bert er bróðurleyst bak, fyri eyga. Og tað tykjast nógvir av okkara politikarum at hava. Við lóg nr. 153 frá 31. mars 1976 - hon kom í gildi dagin eftir - broytti Fólkatingið lógina frá 1964 um Íleggingargrunnin fyri Føroyar. Sum broyting og nýtt uppískoyti kom m.a.: -Fonden ledes af en bestyrelse, der udpeges af det færøske hjemmestyre. -De nærmere regler om fondens virksomhed fast- sættes af hjemmestyret. Ikki fyrr enn 20. oktober 1992 lýsti landsstýrið kunngerð - hon varð lýst av nýggjum fýra ár sein- ni - um virksemið hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar. At kunngerðin skuldi koma nakrar fáar dagar eftir katastrofudagin 2. oktober 1992 er kanska lagnunnar speisemi, men eftir øllum at døma hava grunsins stjórnir virkað í 16 ár uttan nakra fyriseting frá landsstýrinum, hóast tað, sum omanfyri tilskilað, varð álagt við lógini í 1976. Íleggingargrunnurin fyri Føroyar heri mohr Tað undraði meg stóraliga, at eg í upplegginum til innslagið um G! festivalin í Degi og Viku mánakvøldið varð endurgivin fyri at siga, at tann sannroynd, at G! festivalurin ikki fer at kunngera nakað høvuðs- navn afturat, kann skaða festivalin í fram-tíðini. Lat meg sláa fast eina- ferð med alla: Tað havi eg ongantíð sagt, og tað kom heldur ongantíð fram í innslagnum, ið kann síggjast inni á heimasíðuni hjá Kringvarpinum (www. svf.fo). Spurdur av unga og gramma journalistinum Páll Johannesen, um tann sann- roynd, at G! fyri-skipararnir høvdu lovað eitt stórt navn afturat, men ikki megnað at hildið hetta lyfti, kundi skaða festivalin í framtíðin, svaraði eg: Tað vil tíðin vísa (eg eri ummælari, og ikki spámaður). Í samrøðuni segði eg eisini, at skráin til ársins G! festivali er sterkari tónlistarliga enn tann í fjør, men tað varð ikki hildið at vera áhugavert at sitera ein tónleikaummælara fyri, og tískil ikki tikið við í innslagið. Tað sigur ikki so lítið um ætlanina við innslagnum. Eg kann tíverri ikki goyma meg aftanfyri, at eg góðtrúgvin stillaði upp til samrøðuna og varð misbrúktur. Eg havi arbeitt nóg leingi í fakinum til at vita, at tílíkt kemur fyri. Fyri at vera heilt erligur, so haldi eg eisini, at tað er sunt at royna tílíkt á egnum kroppi, so ein ikki letur seg freista av at gera líknandi fintur sjálvur. Men tað ger tó ikki kensluna, ið eg siti eftir við í maganum, frægari, og tað styrkir jú heldur ikki um álitið og umdømið hjá fjølmiðlum og fjølmiðlafólki. Lat meg at enda sláa fast: Við ella uttan Europe, so kunnu fólk eftir mínari bestu sannføring trygt keypa atgongumerki og fara á G!. Ársins útgáva av G! fer enn einaferð at flyta mørk, eins og festivalurin hevur gjørt øll fimm árini, ið hann hevur verið hildin í Syðrugøtu. Tónleikurin, ið er á skránni, er bæði fjøltáttaður og áhugaverdur - í fleiri førum framúrskarandi. Men min- nist eisini til, at G! er so ótrúliga nógv annað, enn bara tónleikurin. Tað havi eg ongantíð sagt Tónleikaummælari í Dimmalætting Uni L. hansen