mikudagur 12. juli 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 12. juli 2006
11
tíðindi
- Fáa fólk, kanska ser
liga børn, bakteriur í
seg, kunnu tey gerast
magasjúk. Tí hevur
býráðið valt at binda
um heilan fingur og
ávara almenningin
um dálkingina í
Sandagerði, til viður
skiftini eru fingin í
rættlag aftur, sigur
Elin Lindenskov,
forkvinna í heilsu- og
umhvørvisnevndini
hjá Tórshavnar býráð
Dálking
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er ikki longur heilt
vandaleyst at svimja í Sand
agerði.
Tað boðaði Tórshavnar
Býráð frá í gjár.
Sostatt mælir býráðið
fólki til at ansa sær, áðrenn
tey fara út í Sandagerð at
dusa sær í góðveðrinum í
summar.
Og í sjálvari Sandá og í
Ósanum, verður beinleiðis
mælt frá at svimja.
Elin Lindenskov, for
kvinna Heilsu- og um
hvørvisverndini hjá Tórs
havnar Býráð, sigur, at
orsøkin til ávaringina er, at
Helsufrøðiliga Starvsstovan
hevur funnið ymsar bakteri
ur í ánni og í Ósanum.
Tað er í einum hyli oman
fyri Eikina, at mælt verður
frá at svimja, eins og tað
heldur ikki er ráðiligt at
fara útí í sjálvum ósanum.
Bæði í hylinum og í Ósa
num er annars heilt vanligt
at børn svimja og svansa í
góðveðrinum.
Annars er tað vandaleyst
at svimja longur úti á Sand
agerði og í Sanda gerðsvík,
tí har er onki funnið.
Dálkað av kloakkvatni
Tað eru koliformar bakteriur
og termotolerantar bakteriur,
sum Heilsufrøðiliga Starvs
stovan hevur funnið ov nógv
av í ánni og í ósanum.
Hetta eru bakteriur, ið
liva í maganum á fólki.
- Vit mugu staðfesta, at
tað er onkur kloakk, sum
lekur út í ánna og í ósan
við vatni úr septiktangum,
sigur Elin Lindenskov.
Og tað kann elva til sjúku,
serliga hjá smærri børnum,
fáa tey dálkað vatn í seg.
- Tað er rættiliga nógv
fólk í Sandagerði um summ
arið og tí hildu vit, at tað
var rætt at binda um heilan
fingur, sigur Elin Linden
skov.
Longu í fjør
Tað var longu í fjør, at Heils
ufrøðiliga Starvs
stovan staðfesti
ov nógvar bak
teriur í ánni og
ósanum. Men
ein kanning er
ov lítið til at taka
eina avgerð á. Og
tá ið vit gjørdi
eina kanning aft
urat, varð verk
fall og tí spiltust
kanningarnar.
Samstundis
skal tað verða
ein ávísur hiti
í luftini, tá ið
kanningarnar
verða gjørdar og tí eru tær
ikki gjørdar aftur, fyrrenn
í ár.
Tað er helst kloakkir
frá onkrum síðugøtum til
Velbaðstaðvegin, sum eru
farnar at leka.
- Onkrar lekar hava
vit funnið og teir verða
umvældir. Tað, sum er
kommunalt, ger kommunan
og tað, sum er privat, hava
eigararnir fingið boð um at
gera ístand.
Men um allir lekar eru
funnir, er ilt at siga.
Elin Lindenskov sigur,
at fáa fólk, kanska serliga
børn, bakteriur í seg,
kunnu tey gerast magasjúk
og tí hevur býráðið valt
at binda um heilan fingur
og ávara almenningin, til
viðurskiftini eru fingin í
rættlag aftur.
Nú verða so skelti sett
upp úti í Sandagerði, sum
siga frá, at mælt verður frá
at svimja í ósanum.
Annars skulu áhaldandi
kanningar gerast fyri at
vita, hvussu gongdin er og
fyri at staðfesta, um allir
kloakklekarnir, eru funnir.
Og ið Sandagerð er reint
aftur, verður boðað frá,
beinanvegin, sigur forkvinn
an í Heilsu- og umhvørvis
nevndini.
Hinvegin
sigur
hon,
at ongin vandi er fyri at
drepa grind í Sandagerði, tí
grindir verða dripnar long
ur úti og tað verður held
ur ikki skorið upp í Sand
agerði.
- Fólk verða nú ávarað ímóti at svimja niðarliga í Sandá og í ósanum, tí tað
kunnu fólk gerast sjúk av, serliga børn
Rætting: Yvirskriftin í
Sosialinum nr. 129 – 7.
juli 2006 »Føroya størsta
alisamtak nakrantíð til
verka« var misvísandi.
Upplýsast skal at P/F
Vestsalmon hevði sam
bært ársroknskapin fyri
2001 Kr. 898.623.503,00
í umsetningi við einum
starvsfólkatali uppá 630
fólk. Eginpeningurin var
(Vestsalmon 71,3 mió x
0,68*) =48,5 + (Vestlax)
85,3 = 133,8 mió. uttan
upptøku fyri nøkrum formi
av virði á aliloyvum.
Vestlax samtakið var
sostatt tríggjar ferðir so
stórt sum Bakkafrost hold
ing, og felagið er upptikið
við 32% í Vestlax
Vit vilja hervið umbera
mistakið.
Blaðm.
Jacob Vestergaard, lands
stýr ismaður í innlendis
málum hevur valt Barbaru
Vang, Ingolf S. Olsen,
Inga Samuelsen og Halgir
W. Poulsen at manna fjøl
miðlanevndina
Í nevndini sita Barbara
Vang, løgfrøðingur, sum
er vald av lands stýr ismann
inum, Ingolf S. Olsen, tíð
inda fólk, sum er valdur
eftir tilmæli frá Føroya
Blaðmannafelag, Ingi
Samuelsen, blaðstjóri,
sum er valdur eftir tilmæli
frá teimum fjølmiðlum,
sum sambært § 1 í lógini
um fjølmiðlaábyrgd koma
undir lógina, og Halgir W.
Poulsen, advokatur, sum
er valdur eftir tilmæli frá
Fróðskaparsetrinum.
Fyri hesar limir eru
valdir tiltakslimir. Hesir
eru Nella Festirstein, løg
frøðingur, Randi Jacob
sen, tíðindafólk, Jóhann
Mortensen, tíðinda leiðari
og Marjun Bæk, sóknar
prestur.
Fjølmiðlanevndin skipar
seg sjálv.
Fjølmiðlanevndin er sett
Vestlax størri enn Bakkafrost
Sum borgari í Gøtu komm
unu eri eg rættiliga forarg
að inn á Kringvarp Føroya,
bæði útvarpið og sjónvarp-
ið. Mánkvøldið hevði sjón
varpið eitt negativt innslag
um G! festivalin, ið eg hevði
torført við at síggja motivini
aftanfyri. Hvørjum tænir
tað? Eg spyrji bara.
Hevði tað ikki verið
upp á sítt pláss at roynt
at spælt eitt sindur av tón
leikinum, ið verður á hoyra
á G!, heldur enn at rópa
við í kórinum hjá teimum
atfinningarsomu.
Hetta
hevði givið øllum teim
um, ið ivast og finnast at,
møguleikan at hoyrt, at
festivalurin aftur í ár borð
reiðir við tónleiki í heims
flokki. Hetta hevði verið
serliga aktuelt, tá tikið
verður til eftirtektar, at
fólk gremja seg um, at tey
ikki kenna tónleikin hjá
nøvnunum, sum koma á G!,
hóast talan er um heimskend
nøvn sum Beth Hart, The
Holmes Brother og Infernal,
og nøkur av teimum allar
bestu og størstu nøvnunum
á norðurlendska tónleika
pallinum sum Outlandish,
Kaizers Orchestra, Teitur,
Eivør og Mugison.
Eg undri meg eisini
á, hví vit næstan bara
hoyra tónleik, ið verður
á Summarfestivalinum í
útvarpinum, meðan tónleik
urin, sum verður á G!, so
at siga ikki verður spældur.
Her hugsi er serliga um
Siesta-sendingina, har so
eyðsæð nógv meira ljós
verður varpað á Summar
festivalin enn G! festivalin.
Lurtaraskarðin hjá Siesta
eru kanska serstakliga nøk
ur av teimum, ið eru mest
ivasom um tey skulu fara
á G! Tey eiga at fáa ein
møguleika at læra allan tann
góða tónleikin, ið verður á
festivalinum, at kenna.
Tað var als ikki upp á sítt
pláss at Siesta-manningin
fór norður til Klaksvíkar í
seinastu viku og enn eina
ferð varpaði ljós á Summ
arfestivalin, uttan at steðga
á í Gøtu tosaða við G!-
fyriskipararnar og spæla
onkran tónleik hagani. G!
festivalurin byrjar altso um
eina viku, meðan tað er ein
lítil mánaður til Summar
ferstivalin.
Annars skal sigast, at
onkur einkultur útvarps
vertur spælir eitt sindur av
tónleiki, sum verður á G!
um kvøldarnar, men trupul
leikin er bara, at tey meira
tilkomnu hoyra sjáldan
hetta, tí tá hyggja tey í Sjón
varp.
Nú ljóðar hetta kanska,
sum at eg havi okkurt
ímóti Summarfestivalinum,
men tað havi eg so avgjørt
ikki. Eg ætli mær sjálv á
Summarfestival, og eg gleði
meg. Men vit í Gøtu eru
eisini sera glað og góð við
G! festivalin, og tað nívur,
at tað, ið kemur fram um
festivalin í Kringvarpinum,
bara er negativt. Takið eisini
tað positiva fram og spælið
eitt sindur av tónleikinum,
sum verður á G, eitt nú
Beth Hart, ið eg gleði meg
sum at barn til at hoyra.
Hon verður eitt stórt hitt.
Annars haldi eg, at tað er
møsn tá sagt verður, at G! er
bert fyri tey ungu. Hvørt ár
og eisini í ár verður nógvur
góður tónleikur fyri okkum
meira tilkomnu.
Forargað inn á Kringvarpið
oluffa
joensen
- Kommunan rættar tey brek á kloakk
irnar, sum kommunan eigur, meðan
privatfólk fáa boð um at rætta teirra
brek, sigur Elin Lindensikov, forkvinna í
heilsu- og umhvørvisnevndini
Býráðið vil binda um heilan fingur