mikudagur 12. juli 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 12. juli 2006
13
Anna Højsted, ættað
úr Hvalvík, ferð til
gravar úr Hvalvíkar
kirkju hósdagin 13. juli
kl. 14. Kistan kemur í
kirkjuna mikukvøldið
kl. 20. Sungið verður úr
sálmabókini.
Kistan við Henry Heine
sen fer frá Kapellinum
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
mikukvøldið kl. 18.
Jarðarferðin
verður
úr Christianskirkjuni,
hósdagin kl. 13.30.
Tey, sum vilja minnast
Henry, kunnu lata eina
peningagávu til KFUM-
og K.
Andlát og jarðarferðir
Gullbrúðarparið
Lina og Tummas
Anthoniussen
Fríggjadagin tann 14. juli kunnu hjúnini Lina og Tummas
Anthoniussen halda gullbrúdleyp.
Tummas er ættaður úr Oyndarfirði, sonur Poul Martin
(bátasmiðin) og Edel Anthoniussen. Lina er ættað av
Oyrarbakka, dóttir Sannu og Poul Andreasen.
Lina og Tummas eiga trý børn, Annu, Sólgerð og
Thorleif, 11 ommu- og abbabørn og 4 langommu- og
langabbabørn.
Vit ynskja tykkum hjartaliga til lukku við gullbrúd
leypsdegnum og nógv góð ár framyvir. Harrans signing og
takk fyri alt, tit hava verið fyri okkum.
Heilsan
Børn og barnabørn við familju
P.S. Tey eru burturstødd.
Dagurin í morgin
13. juli. Margreta, deyð umleið ár 300. Var úr Antiokia,
og foreldrini vóru heiðin.. Hon tók við kristnari trúgv. Av
tí at hon ikki vildi lovast heidna herføraranum Olymbrias,
var hon hálshøgd. Ein margretumessa hevur eisini verið
hildin. Margreta merkir perla á grikskum máli.
Prógv
Súsanna Viderø, Tórshavn, búsitandi í Ålborg, hevur
lokið prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur við Sundheds
CVU Nordjylland Sygeplejerske uddannelse Ålborg.
Tøkk
Takkað verður hjartaliga fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi, tá ið góði maður mín, pápi, verpápi
og abbi okkara
Thorvald M. Poulsen
vanl. nevndur Thorvald í Øravík
Tvøroyri
doyði og varð jarðaður.
Takk til Jónsvein Bech, prest fyri troystarrík orð,
til kirkjutænarar, organist og sangarar.
Takk til tykkum á Hotel Tórshavn,
takk til tykkum mongu, sum hjálptu til við ervið,
til tykkum, sum sendu heilsanir, ringdu
og vitjaðu okkum, sendu kransar, blómur
og peningagávur til hjartafelagið.
Takk til Føroya Prent og til tykkum øll,
sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Selma
Paulina, Katrin, Heðin og Tórður
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum mintust
meg á 100 ára føðingardegnum við gávum
og telegrammum og sum vóru við til at
hátíðarhalda dagin. Ein serstøk tøkk til
leiðslu og starvsfólk á Eysturoyar Ellis- og
Røktarheimi. Hjartans tøkk øll somul fyri
ein minniríkan dag.
Kærar heilsur
Jacob V. Hansen
Norðmaðurin Trygve Lang
rusten, sum vitjaði her
nakrar dagar, hevði eina
ávísa orsøk til at koma
til Føroyar og serliga til
Klaksvíkar.
Tá hann sum skúla
drongur gekk í 4. og 5.
flokki vóru onkrar myndir í
landalærubókini “Geografi
for
folkeskolen”,
sum
høvdu
hansara
serliga
áhuga. Hann setti sær fyri,
at hann einaferð í lívinum
skuldi vitja júst hesi støð.
Eitt var Tingvellir í Islandi
og hitt var Klaksvík, sum
vóru einastu myndir úr
Íslandi og Føroyum, sum
var í bókini.
Í 2000 var hann í Íslandi og
tók myndir av Tingvellum,
og í ár kom hann so til
Føroyar og vitjaði júst á
sama staði í Klaksvík, sum
myndin var tikin einaferð
í 50-unum. Í Klaksvík
fekk hann trupulleikar við
at finna økið, har myndin
var tikin. Tað vísti seg at
myndin í landalærubókini
var
speglvend,
men
hann fekk góða hjálp frá
klaksvíkingum á staðnum.
Trygve Langrusten er 53
ára gamal og býr í bygdini
Heidal. Hann arbeiðir sum
umsjónarmaður á einum
skúla í Gudbrandsdalinum.
Hann hevur verið við í nógv
um revyum har og gjørt
fleir sangir og løg.
Hann varð so hugtikin av
Føroyum og føroyingum at
hann yrkti sangin “Nabo
besøk”, sum hann sjálvur
hevur gjørt lag til.
Myndin úr Klaksvík
var speglvend
Nabobesøk
På skolen i min hjembygd, vi hadde mange fag.
Og vi ble full av visdom, på hver en skoledag.
Vi tegnet og vi leste, vi diktet og vi sang.
Og det var ro og disiplin, ja, hele dagen lang.
Så kom den dag jeg leste, i læreboka mi.
Om verdens land og riker, med kart og bilder i.
Der så jeg noen øyer, i havet langt der vest.
Da tenkte jeg, at engang skal jeg være der som gjest.
Nå endelig kan drømmen, få sin fortjente lønn.
Nå kan jeg se naturen, og du, og du: Så skjønn.
Da smaragdgrønne klipper, som kneiser opp mot sky.
De står som tause vitner, og de vokter bygd og by.
Ved havnens mange brygger, ligg båtene i ro.
Det var nok mye verre, da kjempebølgen slo.
Havet er en arbeidsplass, for mang en fisker her.
Med fiskebåten drar de ut, hver dag i allslags vær.
Ja, øyene var norske, i mange, mange år.
Og nå så er de danske, men kanskje snart de får:
Selvstendighet fra alle, og endelig bli fri.
Da vil vi være god nabo, ja, helt til evig tid.
Kan hende ligger rikdom, langt under havets bunn.
Kan hende de vil gjøre; det store oljefunn.
For oljen er kan hende, i vikingenes spor.
Og da vil Norge også få, en ekte olje-bror.
Tórshavn 8. juli 2006
Trygve Langrusten
Trygve Langrusten við landalærubókini “Geografi for
folkeskolen”, har myndin úr Klaksvík hevði hansara serliga
áhuga. Nú hevur hann so verið á staðnum og sæð hvussu har
sær út í dag
Mynd: Álvur Haraldsen