mikudagur 12. juli 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 132 - 12. juli 2006
Tíðindini um, at
Norðurlandahúsið
skal byggja út
vórðu borin út
ígjár. Í samband
við hesar ætlanir
hevur arkitekturin
Ola Steen verið í
landinum. Sosialurin
fekk eitt prát við
mannin, sum teknaði
Norðurlandahúsið
og sum nú, eftir
ætlan, skal standa
fyri tekningunum av
útbýggingini
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Ein perla av einum men-
tanarhúsið, ið hevur verið
karmur
um
hópin
av
megnar tiltøkum – Norður-
landahúsið er uttan iva hin
mest eyðkendi bygningurin
í Føroyum. Nú eru ætlanir
frammi um, at húsið byggj-
ast út – karmarnir útvíðkast
til meiri virksemi.
Ætlanin er, at húsið
skal varðveita sítt skap -
útbyggingin skal sum minst
broyta hetta. Ola Steen,
arkitektur, er biðin um at
standa fyri tekningunum
av útbyggingini. Hetta er
maðurin sum av fyrstan tíð
teknaði og gav húsinum
snið.
-
Nei,
spurningar
viðvíkjandi
sjálvari
útbyggingini, teir skal tú
seta leiðsluni í Norður-
landahúsinum.
Eg hitti mannin uttanfyri
Hotel Hafnia. Vit ganga
okkum ein lítlan túr í
góðveðrinum í miðbýnum,
hósdagin. Hóast hann ikki
hevði møguleika at tosa
um sjálvan útbygningin, so
hevur hann sínar meiningar
um byggilist, og tað í einum
føroyskum høpi.
Hesa vikuna hevur nógv
verið frammi um byggilist
ella arkitektur, sum mann
eisini kallar tað. Fleiri
størri
bygningar
koma
í hesum tíðum burturúr
hugskotum og verkætlum –
dømir eru mærglætisíbúðir,
ið
møguliga
er
á
tekniborðinum, samkomu-
bygningar,
kirkja
og
bygningar
til
ymisk
vinnulig endamál. Hesi
verk koma upp at standa í
føroyska landslagnum – í
høvuðsstaðnum og kring
tað mesta av landinum.
Fyrilestur og fundir
Í hesum døgum vitjar Ola
Steen í landinum. Hann
er komin higar at fundast
um møguliga útbygging
av Norðurlandahúsinum,
eisini helt hann fyrilestur
fyri
Arkitektafelagnum
hóskvøldið.
Endamál
hjá felagnum er sambært
Tórálvi Weihe, arkitekti,
at menna ansnið fyri byg-
ging og mannaskapaða
umhvørvinum í Føroyum,
harumframt at virka fyri
felags áhugamálum liman-
na. Ola Steen hevur sínar
greiðu
meingingar
um
byggilist og eisini um før-
oyska byggilist.
Ola hevur verið nógv
í Føroyum síðan hann
vann kappingina, ið varð
útskrivað í 1977. seinasta
ferðin var fyri einum
mánaði síðan og væntandi
kemur hann framyvir ofta
at vitja landið. Oftast
hevur tað tó verið stuttir
steðgir í landinum. – Eg
havi verið nakrar túrar í
Suðuroy, mær dámar væl
at ganga í haganum – púra
einsamallur, millum allan
seyðin, tað dámar mær væl,
sigur norski arkitekturin
smílandi við eini eyðkend-
ari norðurnorskari dialekt.
- Ein vinmaður gav mær
tað ráðið at leggja seg á
ryggin, heilt úti við eggina
har berg er niðurfyri. Hetta
skal ein gera, tá ið tað
dregur á luftini, tí tá koma
havhestar og halda seg
uppímóti vindinum, svei-
mandi beint við eggjuna og
beint frammanfyri einum
– og hetta passar, leggur
hann afturat.
2006 og tað
staðbundna
Hann hevur lagt til merkis,
at fólk hava betri ráð, ella
velja framum annað, at
brúka pening uppá, hvussu
ein býr og umstøðurnar
kring eitt heim. Meiri
vøkstur er at síggja og
fleiri sjónligir urtagarðar,
hetta tulkar hann sum
tekin um, at fólk hugsa
meiri um nærumhvørvið.
Spurdur um tað hann hevur
lagt til merkis í føroyska
landslagnum av byggilist,
hevur hann nógv uppá
hjarta.
- Í Føroyum hevur verið
og er eitt byggitrýst, hevur
onkur fortalt mær, tá so
er, skal byggjast skjótt og
ein hevur tendens at hugsa
minni um, hvussu ein byggir
og meiri um at verkætlanini
skal førast út.
Steen nevnir eitt fyri-
brigdi, sum kann gera
seg galdandi í føroysku
byggilistini, sum hevur
við tað unga ættarliðið av
arkitektum at gera. Hesi
hava búð í útlandinum,
hava gingið á skúla har og
hava altjóða fyrimyndir við
sær heim. Dámurin yvir
byggilistina gerst sostatt
meiri altjóðakendur, hetta á
bæði gott og ilt.
Ola Steen leggur dent á,
at byggilist skal søkja afturá
tað staðbundna og arbeiða
við tí. Hetta staðbundna er
bæði ítøkiligt tilfar og eisini
byggilistarlig siðvenja. Í
tí staðbundna liggur tað
sermerkta og tað er hetta
sum føroyingar, sambært
Steen skulu søkja.
- Eg haldi tað hevur stóran
týdning, at ein søkir íblástur
í tí gamla byggiskikkinum
og eisini tilfarinum, ið
varð brúkt. Kring landið á
bygdunum eru fleiri dømi
um hetta, at hús og náttúra
spæla væl saman. – Har
aftanfyri bátarnar, hatta sær
áhugavert út, sigur Ola og
peikar yvir ímóti Müllers
Pakkhúsi, – har hevur ein
valt at halda fast um tað
gamla sniðið, sum hóskar
seg væl til umhvørvið.
Úr jørðini ella
úr rúmdini
Innan byggilistina arbeiðir
ein ofta við hugtakinum
“typology”, ið sigur nak-
að um, hvat fyri slag av
byggilist staðið hevur at
bjóða. Hann heldur tað
hava týdning at seta spur-
ningin, hvat er serligt við
hesum staðnum, hvat er
staðarbundið – og heldur
minni um at blanda ymiskar
byggisiðir saman.
– Tá eg hugsi um Føroyar
og um byggilist, so eru tvær
grundreglunum:
Verkið
kann vaksa upp úr jørðini,
tvs. ein á onkran hátt
tilpassar verkið við um-
hvørvið. Hin møguleikin
er, at verkið skal fatast,
sum tað kemur uttan úr
rúmdini, sum eitt UFO –
heilt sermerkt. Hesar báðar
reglurnar eru, eftir míni
meting, týðandi í føroy-
skum høpi. Og ikki aftur
ein glas-bygning, heldur
ein meiri upprunakendan
byggiform.
Men tó, so kann ein jú
eisini bróta formin – vera
ósmæðin. Tað er kanska
líkasum við tykkara tón-
leiki, sum tit fara út í heimin
við. Um tað minnir ov
nógv um annað, sum er har
frammanundan, so hevur
tað hug at enda galið.
Stjóratjørn og
høgir bygningar
- Einum nýtist ikki at
byggja høgt – tað er ein
myta, at tað nú á døgum er
neyðugt at byggja høgt...
t.d. hevur mann í Stavanger
gjørt tað gott við at sleppa
undan ov nógvum høgum
bygningum. Tað er als ikki
neyðugt. Og har skal vera
eitt nøktandi lógvarverk, tá
ið ein skal byggja høgt.
Her eru longu nakrir miðal
høgir bygningar í høvuðs-
staðnum, sum ikki er nakað
serliga imponerandi.
Hann hevur hoyrt um
stóru ætlanirnar um Stóru-
tjørn, men er eitt sindur í
iva um ætlanina. - Eg meti
tó, at um ein nú skal byggja
høgt, so skal mann byggja
øgiliga høgt á einum staði,
og so ikki so høgt kring
hetta staðið.
Hetta svarar væl til han-
sara seinnu meginreglu um
UFOið. – Ja, okkurt sum
kemur úr rúmdini og næstan
er á veg avstað aftur, sigur
ein smílandi Steen.
Tað náttúrliga
- Torvtekjur, hví ikki? Har
er eingin marknaðarføring
av flagtekju, hetta kundi
verið nakað fyri føroyin-
gar. Takplátur verða massa-
framleiddar, men torvtekjan
hevur ein náttúrliga fun-
ktión. Eins og basalt, sum
tit hava nógv av og sum eg
síggi verður brúkt.
Hetta síggja vit í mið-
býnum í høvuðsstaðnum
har vit báðir ganga. Eisini
sær hann fleiri møguleikar
í træi, tá ið ein byggir størri
hús. Somuleiðis eru fleiri
møguleikar við betongi,
sum mann hevur fleiri
møguleikar í at blanda.
- Ein kann gera mang
ymisk ting við betongi,
tað er sum at røra eina
kaku, skemtar hann. Men
størsta hóttanin ímóti eini
sermerktari
føroyskari
byggilist er glas. - Størsta
hóttanin ímóti tí sermerkta
er glas, staðfestir Steen,
eingin traditión er fyri tí í
Føroyum frammanundan.
Norðurlandahús-arkitekturin vitjar
Ætlanir um
útbygging
av Norður-
landa-
húsinum
– Hetta var als ikki
tað besta tíðspunktið
at koma út við hesum
tíðindunum. Hetta sigur
ein heldur ónøgdur stjóri
fyri Norðurlandahúsið.
– Og vit hava bestemt
ongar tekningar at út-
flýggja fjølmiðlunum.
Tíðindini bórust í gjár,
at ætlanir um útbygging
av Norðurlandahúsinum
eru frammi. Men leiðs-
lan hevur einans arbeitt
við málinum í tríggjar
mánaðir, sum ikki er
lang tíð fyri eina tílíka
verkætlan. Niels Halm,
stjóri í húsinum, er
keddur av, at tíðindini eru
komin út nú, tí fíggingin
av ætlanini er ikki komin
upp á pláss enn.
– Norðurlandahúsið
hevur einki við at fáa
kunngerðina almenna-
gjørda, tað vóru ikki
vit, sum fóru til fjøl-
miðlarnar. Tað er eitt
stak vánaligt hugskot at
koma út við hesum nú,
tí vandi er fyri, at málið
verður politiserað. Hetta
var ikki ætlanini, leggur
Halm dent á.
Men
viðvíkjandi
útbyggingini,
so
er
tað avgjørt og kanska
sjálvsagt, at formurin á
húsinum skal varðveitast,
tí eru boð send eftir
norska arkitektinum, sum
á sinni teknaði húsið.
– Jú, vit eru sera glað
fyri at hava fingið fatur
á Ola Steen. Hann loysti
uppgávuna framúr væl,
tað síggja vit jú hvønn
dag her í húsinum.
- Eg haldi tað hevur stóran týdning, at ein søkir íblástur í tí gamla byggisiðinum og eisini tilfarinum, ið varð brúkt. Soleiðis sigur norski arkitekturin Ola Steen við
Sosialin
tíðindi