Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juli 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 - 12. juli 2006 15 tíðindi Førarar rýma frá ferðsluóhappum Í gjár vóru tvey ferðslu­ óhapp, har ið annar førar­­in rýmdi uttan at geva seg til kennar. Tað fyrsta hendi fyrrapartin í gjár í Konga­ gøtu, tá ið ein bilførari rendi í ein annan bil. Bilførarin koyrdi avstað uttan at geva seg til kenn­ ar. Á middegi hendi tað sama umaftur. Ein førari rendi á ein annan bil á Tinghúsvegnum og rýmdi. Men hesaferð hevði ein kvinna, sum arbeiðir á einari skrivstovu beint við, sæð allan tilburðin og skrivað nummarplátuna niður. Viðkomandi kann tí vænta sær eina bót frá løgregluni. Vakthavandi á løg­reglu­ støðini í Havn sigur, at tað er vorðið alt meira vanligt, at fólk rýma frá ferðslu­ óhappum. – Vit vilja fegin undir­ strika, at tað er revsivert at rýma frá ferðsluóhappum. Nú tað hevur vundið uppá seg, kunnu vit vænta, at fútaskrivstovan slær hart niður á tað og ger brúk av teimum paragraffum, sum eru, sigur vakthavandi. Nógvur vindur gjørt skaða á bilar Tó eru tað ikki øll, sum rýma, um tey hava gjørt skaða á ein bil. Ein maður hevði í gjár lagt ein seðil undir viskaran á einum bili, tí at hurðin á hansara bili var fokin av í vindinum og hevði gjørt skaða á ein annan bil. – Um tú hevur skøvað, buglað ella gjørt annan skaða á ein bil, skalt tú boða føraranum frá. Um hann ikki er hjástaddur, kanst tú leggja ein seðil undir viskaran, so hann kann seta seg í samband við teg, sigur vakthavandi. Ein bilur í Kollafirði fekk skaða í dag, tá ið ein kontainari var fokin á hann. Løgreglan var á veg út á staðið, tá ið hetta blaðið fór til prentingar, og tí kundu teir ikki siga nakað meira nágreiniligt um hending­ ina. Í vikuskiftinum stóð ein áheitan frá løgregluni í Sosialinum til allar bilførarar um at geva seg til kennar, um teir hava verið við í einum ferðsluóhappi. Tíverri sær tað ikki út til, at áheitanin hevur rinið við hjá øllum LØGREGLAN Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Tað hevur vundið uppá seg, at bilførarar rýma, tá ið teir hava skøva ella gjørt annan skaða á ein annan bil. Løgreglan heitir á allar bilførarar um at geva seg til kennar, um teir hava verið í einum ferðsluóhappi Mynd: Jens Kr. Vang Fríggjadagin klokkan 21.30 verður konsert í Meinigheitshúsinum á Skála. Meinigheitshúsið á Skála er nýliga tikið í brúk, og hølini skulu vera væl egnaði til eina slíka konsert. Fyriskipanir eru spentir at vita, hvussu an­ leggið og høli fer at roynast, tí at tað er fyrstu ferð, at konsert verður hildin har. Ein partur av bólkinum Proclaim fer at framføra. Teir hava veruliga gjørt vart við seg í seinastuni, og teir skulu eisini vera við í Fjarðafestivalinum. Tað er einans eitt gott ár, síðani bólkurin varð stovnaður, men teir eru longu vorðnir sera væl dámdir. Tummas Eivind av Glyv­ rum skal eisini framføra. Hann hevur ein singer/ songwriter stíl, og hann hevur millum annað framført í sendingini “Inn­ rás” í Rás 2. Beinta og Ingi eru triði bólkurin, sum verður á konsertini. Ingi hevur millum annað spælt við Braquet, og Beinta hevur sungið við fleiri bólkum - har ímillum VOX. Fjórði og síðsti bólkurin eru Direct Level. Teir eru vorðnir kendir, eftir at teir hava spælt til Gospel Prix, Prix Føroyar og ymiskar konsertir. Limirnir í bólki­ num eru úr Eysturoynni og hoyra til í Kelduni og Heimamissiónini. Konsertin byrjar klokk­ an 21.30, og ungdóms­ nevnd­in á Glyvrum og á Argjum fara at skipað fyri farti til Skálar hetta kvøldið. Eftir konsertina verður suppa at fáa. Tað er ókeypis atgongd. Fyri­ skipanir leggja dent á, at øll eru vælkomin. Gospelkonsert í Meinigheits­ húsinum á Skála Fríggjadagin verður gospelkonsert í Meinigheitshúsinum á Skála. Tað er ung­ dómsnevndin í Skála Meinigheitshúsi, sum skipar fyri. Bólkarnir, sum fara at framføra verða Tummas Eivind, Ingi og Beinta, Proclaim og Direct Level Gospelkonsert Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Direct Level verður ein av bólkunum, sum fer at framføra til gospelkonsertina í Skála Meinigheitshúsi fríggjakvøldið Mynd: Jens Kr. Vang Kloakk­ arbeiði í Havn Nógv arbeiði er í løtuni við gamla kirkjugarðin í Havn. Á Býráðnum siga tey, at hetta arb­ eiðið er ein liður í ætl­ anini at reinsa Vestaru­ vág. Allar kloakkleiðirnar verða gravaðar upp og verða samlaðar í einari høvuðskloakk, sum gongur oman í Havnar­ vág. Nýggj gongubreyt verður eisini gjørd í økinum. Streymleiðir og telefonleidningar verða eisini gjørdir. - Heinik