Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juli 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ónøgd Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Á Jóansøkufestivali­num vóru Carpark North eitt av høvuðsnøvnunum. Lau Højen, sangari og gittarleikari í bólki­ num, sigur, at limirnir høvdu glett seg sera nógv til at koma til Føroya aftur at spæla. “Vit gleddu okkum so forbiðið nógv til at spæla í Føroyum aftur, tí vit meta, at vit hava nógvar fjepparar har. Seinastu ferð vit spældu har, riggaði tað so ólukksáliga væl”, sigur Lau við Planet. Men aftaná fram­før­ sluna vóru limirnir í bólki­num ikki serliga glaðir. Men hvat var tað sum gekk galið? Lau greiður soleiðis frá: ”Tað er týdning­ armikið at tit skilja, at vit ikki vilja tosa ljótt um nakran. Vit elska Føroyar, og vit elska tey vøkru fólkini sum har búgva. Men okkurt av tí sum vit upplivdu á Jóan­søku­ festivalinum, var bara ikki nóg gott”, sigur ein vónbrotin Lau. Ein drúgv seinking Carpark North skuldu eftir ætlanini á pall kl. 23.45, men ikki fyrr enn kl. 02 um náttina kundu teir spæla teir fyrstu tón­arnir. “Á øllum øðrum festivalum plagar tað at vera um­vent. Har fær man al­­tíð at vita, at um tú bara spælir 5 minuttir yvir tíðina, so verður streym­­urin slitin. Men á Jóansøkufestivalinum var tað púra øvugt”. “Vit fingu at vita fram­manundan, at tað er rættiliga vanligt í Føroyum, at tíðarætlanin kundi verða eitt sindur forskotin. Hetta hildu vit eisini vera í lagi. Men nú bleiv talan um eina seinking uppá omanfyri 2 tímar”. Tað merktist eisini á fólkinum, sum vóru til staðar, at tey ótoln­að­ ust. Leingi stóðu tey í regninum og bíð­aðu eftir Carpark North, og tað óhepna úrslitið varð, at summi leitaðu sær inn í høllina at kroka. Har var dansur. “Eg hevði helst gjørt tað sama”, sigur Lau. “Um tað er keðiligt veð­­ur, og ein hevur staðið úti í kuldanum eitt heilt kvøld, so kann ein freistast at fara at leita eftir hitanum”. Møddir “Tað merktist eisini aftur á pallinum. Vit vóru útlúgvaðir. Vit høvdu ferðast allan dagin, og høvdu mentalt fyrireika okkum uppá at skula vera klárir kl. 23.45. Men so fingu vit at vita, at tað heila var ein tíma seinkað....og so var tað ein tíma seinkað afturat. Hetta ør­­kyml­ aði okkum sera nógv, og tíanverri merktist tað á okkara framførslu. Ikki soleiðis, at vit spældu illa, men vit kendi okkum troyttar á pallinum. Sostatt var hetta ein hin harðasta konsertin eg nakrantíð havi spælt”, sigur Lau við Planet. Teir spældu í ein góð­an tíma, og tá var klokkan farin av 03. “Tað er óhoyrt aðra­ staðni, at eitt av høv­uðsnøvnunum spælir so seint”, sigur Lau. Ikki illa meint “Vit vilja leggja dent á, at vit ikki eru úti eftir at skaða Jóan­ søkufestivalin. Vit vilja bara vísa á, at har eru nøkur viður­ skifti sum mugu stram­ mast upp. Tú kanst ikki bíleggja tær ein professionellan bólk til at spæla á einum stað, sum verður rikið av “glaðum amatørum”. Tað er týdningarmikið at ongar tilvildir eru tilstaðar á einum slík­ um tiltakið”, greiður Lau frá Fyrireikararnir skulu hava øll viðurskifti í lagið. Eisini viður­ skifti sum ein ikki plag­­ar at tosa um. “Millum annað, var onki wc tætt við okkara “back-stage” høli. Eg mátti fara úr brillunum og gera meg ókenniligan, tá eg skuldi á wc, tí eg skuldi ígjøgnum alla fjøldina av fólki. Og hetta er ikki bara sum at siga tað, seint um náttina tá ið fólk eru full”. “Eg haldi ikki, at tað stendur í okkara sáttmála, at vit skulu hava atgongd til eitt wc. Tað hevur ongantíð áður verið neyðugt at forklára nøkrum”, sigur Lau. Felags feilur Dennis Holm, fyri­skip­ ari av Jóansøku­festi­ valinum sigur við Plan­ et, at talan er um ein samskiftistrupulleika. “Tíanverri høvdu teir ikki fingið at vita, hvar ið teirra wc var. Sostatt endaðu teir við at fara á tað al­­ menna wc, og eg dugi væl at síggja at hetta er óheppið fyri teir. Hetta eru vit sjálvsagt harmir um, men hetta er eitt hendiligt óhapp”, sigur Dennis. Jónas Bloch Danielsen stóð fyri ljóðinum á Jóansøkufestivalinum. Hann segði, at tað seink­­ingin var løtt at greiða frá. “Fyrst fingu vit boð um, at Smyril var seinkaður. Tí útsettu vit allan festivalin í 50 min­ uttir. Og alt gekk sum tað skuldi, inntil Car­ park North skuldu á pallin. Teir vildu hava ein tíma til at gera klárt, og hetta høvdu teir fingið loyvi til frá fyrireikarunum. Eg visti onki um hetta, men fór sjálvandi ikki at seta meg upp ímóti, um teir høvdu fingið lov til tað”, sigur Jónas. Hann smæðist ikki fyri at siga, at tað er rættiliga óvan­ ligt, at nakar bólkur fær ein heilan tíma til at gera pallin klár­ ­an. Á festivalum plaga pallskiftini at varða í einar 20 minuttir ella so. Carpark North hevði sítt egna “crew” við til at taka sær av ljóði­num. Men av tí at sam­skiftistrupulleikar vóru kring pallskift­ ini, gjørdist fólkið hjá Car­­park North eitt sindur ótrygg. “Fólkið hjá teimum gjørdist ørkymlað av hesi seink­ ing, og tí gjørdist seinkingin enn drúgv­ ari”. Tó sigur Jónas, at tað ongantíð gjørd­ ist til nakað kegl ella klandur. “Tað var bara óheppið at seink­ ingin gjørdist so drúgv, men eg haldi at teir eiga ein part av skyldini sjálvur”, sig­ ur Jónas Bloch at enda. Lau Højen sigur at enda við Planet, at teir vóna at teir aftur fáa høvi at spæla fyri føroyingum. Teir hava knýtt vinabond í Før­ oyum, og teir trívast væl millum føroyingar. 3 Glaðir amatørar! Soleiðis lýsir sangarin fyri­skipararnar av Jóansøku­festivali­num. “Eg vil ikki taka móti frá teimum. Vit eru takksamir fyri at sleppa at luttaka á festivalinum, men har vóru nøkur viðurskifti, sum bara ikki vóru nóg góð”, sigur Lau við Planet. Fyri­reik­ ararnir siga, at teir í Car­ park North sjálvir eiga sín leiklut í ónøgdini. Lau Højen, sangari og gittarleikari í Carpark North: “Tummil niður til Jóansøkufestivalin”