mikudagur 12. juli 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Saman við manningini
umborð á Brimli siglir
Gunnhild Dahl Nicla-
sen kring Føroyar og í
altjóða sjógvi. Og tá
eitt óhapp er hent, er
Brimil ofta fyrstur á
staðnum:
– Eg vaski, máli og
geri annað, sum har til
hoyrir. Tá vit leggja at,
skulu vit dekkarar
binda skipið. Og
onkuntíð skulu vit
sleipa og hjálpa onkr-
um báti, sum er í neyð,
sigur Gunnhild, sum
somuleiðis hevur vakt
á brúnni umleið átta
tímar um dagin:
– Tá siti eg á brúnni
saman við stýri manni-
num ella skiparanum
og hyggi eftir boyum
og øðrum skipum og
bátum. Onkuntíð vitja
vit eisini ymiskar bátar
og skip og kanna um
alt er í lagi umborð.
Og tað er so avgjørt
ikki altíð so gott skil á,
váttar Gunnhild.
Javnrættur umborð
Hóast Gunnhild er
einasta kvinna umborð
á Brimli, er eingin mun-
ur á hennara arbeiði
og so á arbeiðinum,
mannfólkini gera:
– Hóast eg ikki eri av
sama kyni, sum restin
av manningini, verði
eg ikki viðfarin á ann-
an hátt. Annars haldi
eg, at mannfólk ofta
hava hug til at gera alt
fyri kvinnuna, men
so leiðis er tað ikki
umborð. Í roynd og
veru geri eg alt tað
sama sum teir.
– Onkuntíð eri eg tó
ikki nóg sterk til at lyfta
okkurt tungt, men tá er
altíð onkur klárur við
einari hjálpandi hond,
so tað hevur ongantíð
verið ein trupulleiki.
Men hvat siga vinir
og kenningar til, at tú í
roynd og veru hevur
valt tær eitt mann fólka-
arbeiði?
– Teir halda bara, at
tað er stuttligt og
øðrvísi, sigur Gunnhild
og slær fast, at hon
ikki hevur valt hetta
arbeiðið fyri at gera
uppreistur ella at
Ævintýrarin Gunnhild Dahl Niclassen:
SAMRØÐA
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Myndir: Jan Müller
EINASTI KVINNILIGI
DEKKARIN UMBORÐ
Á BRIMLI
FAKTA
Navn:
Gunnhild Dahl Niclassen
Aldur:
22 ár
Bústaður:
Klaksvík
Starv:
Dekkari umborð á Brimli
Frítíðarítriv: At ferðast, ganga túrar
í fjøllunum við
pápanum, skótaleiðari