mikudagur 12. juli 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
prógva fyri nøkrum, at
kvinnur væl kunnu
gera sama arbeiði sum
menn:
– Eg geri tað bara, tí
eg havi hug til tað,
sigur Gunnhild, sum
higartil hevur verið
fýra túrar við Brimli.
Í løtuni nýtur Gunn-
hild bara lívið umborð,
men væntar tó ikki, at
dekkarayrkið verður
hennara lívsleið:
– Eg fari helst at fáa
mær eina útbúgving,
sigur Gunnhild, og
hon dylur ikki fyri, at
hon somuleiðis hevur
hug til at royna eina
rúgvu av øðrum ting-
um, áðrenn lesnaðin,
hóast tað eru fýra ár
síðan, hon varð stu-
dentur:
– Nú er skjótt tíð
uppá at fara at lesa
aftur. Men hóast eg
havi hug til at royna
ymiskt, gevur sjólívið
mær somuleiðis
íblástur til at fara at
lesa aftur. Umborð
havi eg tíð til at hugsa
um lívið og fái tískil
hug til at menna meg
á aðrar hættir, sigur
hon.
Arbeiðsdagurin langur
Gunnhild arbeiðir heil-
ar 12 tímar um dagin,
og tað heldur hon er
ein vanasak:
– Eg vandi meg alt
fyri eitt til at arbeiða 12
tímar um dagin. At
vera dekkari er ikki
hart kropsligt arbeiði.
Tá eg eitt nú havi vakt
á brúnni, siti eg at
kalla bara og hyggi út
á sjógv. Men nú skal
tað heldur ikki ljóða,
sum at eg keði meg og
eri um at sovna. Tí tað
er næstan altíð okkurt
at gera. Til tíðir kann
tað eitt nú vera sera
spennandi at læra seg
at brúka tólini á brúnni
og hyggja at, hvussu
teir kønu menninir
umborð gera.
Robustur ævintýrari
Tað er ikki fyrstu ferð,
Gunnhild ger okkurt
øðrvísi enn kvinnur
flest.
– Eg eri als ikki bang-
in fyri at gera okkurt
øðrvísi. Eitt nú havi eg
gingið á tekniska skúla,
lagt rør fyri Nomatek,
siglt við skúlaskipi og
nomið mær útbúgving
á verkstaðarskúla í
Dan mark, har eg eitt
nú lærdi at sveisa, sig-
ur Gunnhild, ið somu-
leiðis hevur tikið dugna-
skapsskeið í sigling,
dagliga hjálpt pápa
sínum við umvæling-
um í súkkluhandlinum
í Klaksvík, og alt sítt lív
verið skóti.
Men Gunnhild hevur
ikki bara fingist við ro -
bust mannfólka arb eiði.
Hon er nevniliga eisini
ein lítil og strálandi
ævin týrari. Millum ann-
að hevur hon verið í
Suð uramerika, siglt
um Atlantshavið við
seglskipi (skúla skipi-
num Danmark), verið á
interrail í Evropa, au -
pair í Íslandi, lisið ís -
lendskt á Háskúla Ís -
lands og verið á há -
skúla í Svøríki. Og sum
vit sóu í bløðunum í
síðstu viku, so er Gunn-
hild í løtuni á St. Kilda
við bátinum hjá Há var-
di Enni, Enniway:
Gott arbeiði
Gunnhild dámar væl at
arbeiða sum dekkari.
Og umborð á Brimli
eru nógv fitt fólk og
samanhaldið er frálíkt,
hóast aldursmunurin
er stórur. Umframt
Gunn hild, arbeiða tveir
aðrir ungir menn um -
borð á Brimli:
– Í frítíðini sita vit og
hugna okkum saman:
práta og hyggja í sjón-
varp.
Tá søkt var í bløð un-
um eftir manning til
Brimil og Tjaldrið fyrst
í ár, vóru heili 94 um -
søkjarar. Gunnhild var
millum tey seks hepnu
og fekk starvið alt fyri
eitt:
– Tey flestu, sum
søktu, vóru mannfólk.
Eg var helst millum tey
hepnu, tí eg fram man-
undan hevði royndir á
sjónum, og møguliga
eisini tí eg eri kvinna,
og menn altíð royna at
ganga inn fyri javn-
rætti, sigur Gunnhild
at enda við einum
brosi.
– Hóast eg ikki eri av sama
kyni, sum restin av manningini,
verði eg ikki viðfarin á annan
hátt, sigur 22 ára gamla
Gunnhild Dahl Niclassen, sum
arbeiðir sum dekkari umborð á
Brimli saman við eini rúgvu av
mannfólki.
FAKTA
Arbeiðsdagarnir hjá Gunnhild umborð á
Brimli eru ymiskir. Eitt nú sær ein
arbeiðsdagur hjá henni soleiðis út:
- Frá klokkan 8-12: Vakt á brúnni
- Frá klokkan 12-16: Vakt á dekkinum
- Frá klokkan 18-20: Frí
- Frá klokkan 20-00: Vakt á brúnni
- Frá klokkan 00-8: Frí
Foreldrini Andras og Anna siga
dóttrini farvæl fyrsta túrin
Gunnhild heldur, at
mannfólk ofta hava hug
til at gera alt fyri
kvinnuna, men soleiðis
er tað ikki umborð:
- Í roynd og veru geri
eg alt tað sama sum
menninir umborð,
sigur Gunnhild.