Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juli 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tí at børnini eru við í leikinum, og tey eru við til at skapa søgu- gongdina í leikinum”, sigur Dánjal. ”Ja, vit vita frá tí nýggjastu pedagog- isku granskingini, at tað í dag eru teir ymsu miðlarnar, sum skapa hugaheimin hjá børn- um. Miðlarnar senda bara einvegis, og tí eru børnini passiv tá tey fáa henda huga heim omanyvir seg”, sigur Búi. ”Vit vilja heldur leggja okkum eftir at fáa børnini virkin. Børnini fáa møguleika at síggja og at luttaka í hesum sjónleiki og tónleiki við gandi og øðrum spennandi og mennandi undirhaldi”. “Sjónleikur og ser- stakliga tónleikur, sum børn sjálv eru við til at skapa, letur upp fyri loynikrókum hjá børn- um og fær tey at menn- ast. Tílíkur íblástur skapar gleði, bæði hjá okkum, sum framføra við íblástri frá børn un- um, og hjá børnunum, sum merkja, at støði eisini verður tikið í teirra hugaheimi. Eisini verður roynt at læra børnini okkurt, hóast tað sum oftast eru børnini, ið læra okkum leikarar nakað nýtt. Tí børnini eru í veruleikanum teir størstu og mætastu lærararnir í spæli og gleði”, greiða teir frá. Superman og Batman Búi hevur eitt nokkso stuttligt dømi, sum lýsir vansarnar við passivum spæli. Tá ið børn sita og hyggja eftir einum teknifilmi um Superman og Batman, so eru spæli- reglurnar greiðar. Um tey aftaná skulu spæla Superman og Batman, so kann Batman ikki knappliga fara á flog, tí hesar eginleikarnar hevur hann ikki. So - statt er hetta eitt rætti- liga lukkað spæl, við av markaðum spæliregl- um. “Men við okkara sjón- leiki hava vit ongar spæli reglur. Vit vilja hava alt so opið sum til ber, soleiðis at børn- ini sjálvi skulu læra at finna uppá spøl, og sjálvi skulu áseta regl- urnar”. “Altso, leikurin hevur sjálvandi ein reyðan trá. Í fjør var temaið ‘at læra at spæla’. Søgu- gongdin gekk út uppá, at vit høvdu gloymt hvussu man spælir. So máttu børnini hjálpa okkum at finna spæli aftur”, siga teir báðir. Leikurin hevur sostatt altíð ein greiðan reyð- an trá, men er samstundis gjørdur broytiligur. Í ár er nýtt tema. Í ár er lærusetningurin ‘alt ber til, um ein vil’. Tónleikur og Sjónleikur Búi og Dánjal eru báðir kendir tónleikarar í Føroyum. Men báðir hava eisini tikist við sjón- leik, og teir meta saman renn- ingina millum tónleik og sjón- leik vera eina góða blanding av tveimum ymiskum huga- heimum. “Tónleikur og sjónleikur eru tvær góðar greinar hvør sær. Men um vit leggja greinarnar saman, fáa vit ein ótrúliga breiðan og góðan amboðs- kassa. Tónleikur er ótrúliga góður til at fáa børnini at luttaka aktivt í sangi, klappi ella dansi. Og sjónleikurin er eitt framúr amboð til at siga frá góðum søgum”, sigur Dánjal. Teir hava eisini fingið ein sjónleikara við í leikin. “Í ár hava vit fingið Gunn Reinert við í Ævintýraferðina. Hon hevur verið í Svø ríki á sjón- leika-há skúla, og er ein sera dugna ligur sjónleikari. Henn- ara leiklutur er fyrst og fremst at verða sjónleikari, meðan vit eru fyrst og fremst tónleikarar. Vit hesi samanseting brúka vit styrkirnar hjá hvørjum øðrum”, siga teir báðir. Foreldrini hava mest brúk fyri Ævintýraferðini Hóast Ævintýraferðin er ætlað børnum, so hava teir báðir, Dánjal og Búi, lagt til merkis, at tey tilkomnu fáa nógv burt- urúr leiki num. “Tað eru ofta tey, sum stuttleika sær allar- mest”, siga teir. Og teir halda seg eisini vita hví. “Tað er sum oftast ein skylda hjá teimum tilkomnu at fara til barnatiltøk. Tey fara inn at hyggja eftir eini læstari fram førslu. Sum oftast er tað ein barnafilmur, ein barna sjón- leikur ella okkurt tílíkt, sum ikki er fleksibul. Men tá ið tey koma inn til Ævintýraferðina, upp liva tey ein leik, sum hevur eitthvørt spon tant yvir sær. Tey stutt leika sær yvir tað saman spæli, sum er millum leikararnar og børnini”, greiður Dánjal frá. Búi leggur afturat, “Tað er helst eisini so, at tey tilkomnu hava allarmest tørv á at lata sansirnar upp. Tey skulu læra at vera so opin sum børn”. Hørð kapping Tað er ongin loyna, at kapp ing- in millum tey mongu barnatil- tøkini harðnar. Um summari eru mong barnatiltøk í Før oy- um, og tí kann tað tykjast sum, øll selja tí somu vøruna. Men hesum eru teir báðir ósamdir í. “Tað er onki barna tiltak, sum bjóðar tað sum vit hava. Vit hava funnið okkum eina heilt serliga hill, (um ein kann sig so) sum ongin annar situr á”, metir Dánjal. “Eg vil gjarna vera við í ein- um tiltaki, sum samansjóðar listarligar greinir, og framførir nýtt og frískt tilfar”, sigur Búi. “Hetta, at gera ein leik sum bæði inniheldur tónleik og sjónleik, er ikki nakað spildur- nýtt. Tað nýggja við okkara leiki er, at leikurin er so opin. Í Føroyskum høpi er tað ikki vanligt, at ein leikur inniheldur so nógva imrprovi sa tión. Hetta er næstan sum at spæla jazz”, sigur Búi við einum smíli. DVD á veg Í fjør góvu teir út eina fløgu. Hon bar heiti “Hvat er hatt ar?”. Henda fløgan varð sera væl móttikin, og hetta hevur eftir øllum at døma givið teimum blóð uppá tánna. Gongst eftir ætlan, so fara tey í Ævintýra ferðini at fram- leiða eina DVD-útgávu. “Hetta er ein tanki, sum vit hava spælt okkum við. Vit hava vinfólk, sum eru dugna lig við einum myndatólið, og so haldi eg eisini at DVD miðilin er góður til júst okkara konsept”, sigur Búi. Tó kann ein DVD ongantíð verða líka samvirkin, sum ein framførsla er, men DVD mið- ilin er ikki líka stívur sum eitt nú video miðilin. Við eini DVD sleppur tú undan at spola aftur og fram, og hetta gevur nógvar spennandi møguleikar. Bara við at klikkja á fjarstýr ing- ina kanst tú hoppa aftur og fram á DVD´ini, soleiðis at tú kanst lurta og hyggja eftir tí, sum tær dámar best. Soleiðis kanst tú síggja eina framførslu á nógvar ymiskar hættir, og ein DVD rúmar sera nógv. “Tað eru longu útgivnar onkrar barna DVD´ir í Før oy- um. Men tað sum vit ætla at gera er øðrvísi. Har verður nógvur tón leik ur og sjónleikur, sum vit kenna tað frá okk ara framførslum”, siga teir. “Eg havi fyri kortum verið við í einum stutt filmi, og eg haldi tað er forbiðið stuttligt at luttaka í eini tílíkari verkætlan. Men tað er tíðarkrevjandi og fer við nógvari orku, so hetta er ikki nakað vit bara gera til stuttleikar”, sigur Búi. Júst nær ið henda DVD útgávan kemur í handlarnar er enn óvist. Framførslur á Ólavsøku Ævintýraferðin verður fram- ført í nýggju hølunum í Kom- munu skúlanum á Ólavsøku. “Vit framførdu har í fjør, og tað riggaði heilt væl. Allar sýn- ingarnar vórðu út seldar, so vit fara at heita á fólk um at koma í góðari tíð”, siga teir báðir Dánjal og Búi at enda.