Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juli 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Okkurt bendir á, at Høgni Lis- berg er um at vinna sær ein fjepparaskara yviri í Íslandi. Hansara avbera vakra “Morning Dew” verður at finna á hesi kom andi útgávu. Fyrr í ár var stóra AME tiltakið í Reykjavík. Hetta var ein stór konsert við fleiri av okkara fremstu bólkum. Tá varð Høgni Lis berg eitt av høvuðsnøvnunum, og tað sær út til at íslend ingar hava tikið hansara tónleik til sín. Eisini verður Eivør Pálsdóttir at finna á hesi fløgu. Saman við íslendska symfoniorkestrinum framførir hon gamla íslendska lagið “Nú ertu 3ja ára”. Tað er plátufelagið “21 12 Culture Company” sum gevur út fløguna. “Føroyskur tónleikur hevur verið spældur nógv í ís - lendskum útvarpi í summar. Fyri at geva eina rætta mynd av tí aktuella tónleikinum, skuldi tann best umtókti føroyski sangurin verða á fløguni. Og tað er “Morning Dew”. Tað hevði ikki verið nóg mikið at bara havt Eivør við í útgávuni. Millum íslendingar verður hon mett at vera ein av okkara. Hon hevur verið ein týdningarmikil partur av íslendska tónleika- pallinum tey seinastu 4 árini”, siga tey frá “21 12 Culture Company”. PARIS BALLAST IKKI – HON ARBEIÐIR! Tað er strævið at eita Paris Hilton. Ikki er tað nóg mikið at er arvingur til Hilton hotellini, men nú fær hon eisini løn fyri at fara í býin. Madonna vil ættleiða eitt barn Sambært amerikanska ”National Enquirer” hava Madonna og maður hennara Guy Ritchie, avgjørt at ættleiða eitt barn. Keldurnar hjá blaðnum vilja vera við, at tey bæði royna at skunda undir viðgerðina, soleiðis at ættleiðingin kann fara fram, tá ið henn- ara heimsturné verður liðug í septem ber. Songkvinnan eigur 9 ára gomlu dóttrina Lourdes saman við fyrrverandi sjeiki sín- um Carlos Leon, og saman við manni sín um Guy Ritchie, eiga tey 5 ára gamla Rocco. Madonna verður 48 tann 16. august. SANNE SALOMONSEN: EG ERI STERK! “Tað er hart, men eg havi ein sterkan vilja”, sigur Sanne við Se & Hør. “Eg havi fingið ein stóran hvøkk, og eg eri tí betur komin ígjøgnum hetta rættiliga skjótt. Og tað eri eg glað fyri. Men nú má eg ansa betur eftir mær sjálvari”, sigur hon. Hon hevur avlýst allar hennara konsertirnar, sum skuldi verið í sum- m ar, men hon sigur at hon kann klára seg fíggjarliga í eitt ár. Og til tað tíð, er hon helst komin fyri seg aftur, veit Se & Hør at siga frá. Høgni og Eivør á íslendskari fløgu Tann 15. juli verður fløgan “100% sumar 2006” útgivin í Íslandi. Hetta er ein fløga við teimum best umtóktu bólk un um í Íslandi. Fløgan minnir helst um tær føroysku “Popp list” fløgur nar. Men á “100% sumar 2006” eru ikki bara íslendingar at finna. Okkurt bendir á, at Høgni Lis- h H ís T 2 f í f “ í Tað eru mangar myndir tiknar av Paris Hilton í veitslu hýri. M.a. eru nógvar myndir av henni og hennara fyrrverandi sjeiki, Stavros Niarchos, meðan tey fríggja. Men sambært Paris sjálvari, er tað ikki sjálvboðið at hon letur seg avmynda meðan hon fríggjar við honum. »Um tú sært eina mynd av mær, sum er tikin meðan eg eri í eini veitslu, so er tað tí at eg fái pengar fyri myndirnar. Tá ið eg fari í býin ella í eina veitslu, tá eri eg til arbeiðis«, sigur hon sambært The Sun. Soleiðis kann ein eisini vinna sær fyri dagligt breyð...! Fyri tveimum mánaðum síðani fekk danska “rokk- mamman”, Sanne Salomomsen, blóðtøpp í heilan. Tíanverri gjørdist hon lamin í vinstru síðu av hesum tilburði. Men Sanne er bjartskygd. “Eg gevi ikki upp”, sigur hon. Madonna er 47 ára gomul, og er tískil ov gomul til at gerast við barn. Men hóast hetta, vil hon hava eitt barn afturat. Hon og maðurin hava søkt um at góðkennast sum foreldur at einum ættleiðddum barni.