mikudagur 12. juli 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 132 - 12. juli 2006 ]
ÍTRÓTTUR
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
– Dysturin týskvøldið var nakað av tí størsta,
sum eg havi verið við til sum fótbóltsspælari.
Herbert í Lon Jacobsen, B36-verjuspælari, eftir sigur á Birkirkara
EB/Streymur
manglar
álopsessið
Sorin Anghel
verður ikki førur
fyri at spæla ímóti
ÍF í kvøld eftir
snuddin hann fekk
í Gøtu sunnudagin.
Nýggjur spælari
verður eftir øllum
at døma við í
hópinum hjá EB/
Streymi
EB/Streymur-ÍF
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í kvøld spælir oddaliðið
í Formuladeildini sein
asta dystin fyri summ
arsteðgin. Dysturin hjá
EB/Streymi verður ímóti
aftasta liðnum í deildini,
ÍF.
Sunnudagin vann EB/
Streymur trupla útidystin
í Gøtu, og nú kunnu teir
seta punktum við einum
heimasigri á ÍF.
EB/Streymur
má
verða
álopsspælaran
Sorin Anghel fyriuttan
til dystin í kvøld. Sorin
noyddist av vøllinum í
Gøtu við einum snuddi
í beininum, og hann er
ikki klárur at spæla,
hóast skaðin ikki er so
álvarsamur, sum hann
fyrst kundi tykjast.
Sorin hevur skotið
seks mál fyri EB/Streym
í ár, og hann hevur havt
stóran týdning fyri liðið.
Hinvegin hevur Arnbjørn
Hansen skotið eitt mál
meira enn Sorin, og
Hans Pauli Samuelsen er
toppskjútti við 9 málum.
Teir spæla báðir í kvøld.
Rafael
Kwiecinski
noyddist eisini at gevast
at spæla í Gøtu, men
hann er við í hópinum
í kvøld, og tað skal
álopsspælarin
Jørgin
Meitelberg eftir øllum at
døma eisini verða.
Hjá ÍF er so at siga
sama fólkið tókt, sum
spældi á Toftum sunnu
dagin. Alexander Jovev
ic er leikbannaður til í
kvøld, men Eyðun Ryggs
hamar, sum ikki hevur
spælt seinastu umførini,
er við at koma fyri seg
aftur eftir skaða.
Eydnast tað B36
at koma víðari í
Champions League
kappingini, fær
felagið eina inntøku
upp á umleið tríggjar
milliónir krónur
burtur úr europeisku
luttøkuni
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Gongur tað væl ítróttarliga
í europeiskum fótbólti, so
kastar tað eisini pengar av
sær. Tað vita øll feløg kring
Europa, og nú fær B36
eisini smakkin av tí.
Eingin fótbóltskapping
gevur so nógvar pengar
sum Champions League,
og nú B36 stendur til at
koma víðari í kappingini,
fara krónurnar veruliga at
trilla niður í kassan.
– Um vit klára at koma
víðari til næsta umfar
í Champions League, so
kunnu vit rokna við at fáa
umleið tríggjar milliónir
krónur burtur úr luttøkuni,
sigur Kristjan á Neystabø,
sum stendur fyri rakstrinum
av besta liðnum hjá B36.
– Tað kemur væl við hjá
felagnum og styrkir okkum,
men vit fara at halda fram
eftir sama leista og fara
ikki bara at brúka pengar,
tí vit fáa hesa inntøkuna,
sigur hann
Høgt grundgjald
B36 fær eitt grundgjald fyri
at spæla við í innleiðandi
kappingini til Champions
League, og hetta grundgjald,
sum er galdandi fyri øll tey
innleiðandi umførini, er á
1,2 milliónir krónur.
Síðani fær B36 eitt gjald
fyri
hvørt
innleiðandi
umfar, sum felagið spælir
í. Hetta gjaldið er umleið
600.000 fyri hvørt umfar.
Tað vil siga, at B36 við
at spæla í 1. umfari av
Champions League fær 1,8
milliónir krónur, og klárar
liðið at koma víðari til
annað umfar, koma 600.000
krónur afturat í kassan.
Sjónvarpsrættindi
Harafturat fært B36 eis
ini pengar fyri sjónvarps
rættindi, og tann upphæddin
gerst serliga spennandi í
næsta umfarinum, tá ið
mótstøðuliðið verður turk
iska Fenerbahce.
– Turkaland
er
eitt
stórt land, og tað er eitt
av londunum, sum gevur
nógvar pengar fyri sjón
varpsrættindi. Har fáa vit
fleiri hundrað túsund krónur
burturúr, um tað eydnast at
koma víðari, sigur Kristjan
á Neystabø.
Um B36 klárar at verja 3-
0 leiðsluna ímóti Birkirkara
á Tórsvølli í næstu viku,
kann felagið síggja fam til
eina inntøku upp á umleið
tríggjar milliónir krónur.
– Tað er gott at fáa pengar
inn, men vit fara ikki at
broyta nakað kring 1. lið,
tí har koyrir alt rættiliga
optimalt sum er. Hinvegin
kemur tað væl við at hava
pengar á kistubotninum,
um tíðirnar broytast, sigur
Kristjan á Neystabø.
B36 kann skora
tríggjar milliónir
B36 fær nógvar pengar burtur úr europeisku
luttøkuni, um tað eydnast at koma víðari í
Champions League kappingini
Í næstu viku verður
súkklukappingin
Statoil kring Føroyar
hildin. Í ár verða
30 luttakarar við í
kappingini, og ein
føroyskur súkklari er
millum favorittarnar
Súkkling
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
30 súkklarar verða við í
stóru
súkklukappinginin
Statoil kring Føroyar, sum
verður hildin frá 19. til
23. juli. Fyrireikararnir
eru væl nøgdir við talið á
luttakarum, sum er millum
tað hægsta nakrantíð. Í 200
vóru flest luttakarar við í
kappingini, tá vóru 30.
Millum
favorittarnar
í kappingini hesaferð er
føroyski súkklarin Gunnar
Dahl-Olsen, sum hevur
fyrireikað seg væl til kapp
ingina. Hann hevur verið í
feriu uttanlands, men part
av tíðini hevur hann brúkt
til venjing, og hann er væl
fyri til kappingina í næstu
viku.
Talan er um eitt stórt
tiltak, og eini 60 hjálparfólk
eru við til at avgreiða tey
ymsu umførini í kappingini.
Súkklað verður ymsastaðni
kring landið, og teinarnir
eru ymiskir í longd.
Illgrunin um doping
Tour de France súkklu
kappingin í ár varð skakað
av
stórari
dopinggølu,
og umdømið hjá súkklu
ítróttinum er ikki tað besta í
løtuni. Hetta er eisini nakað,
sum føroyski súkklarar
merkja.
– Tað er ikki bara stuttligt
at vera súkklari í hesum
døgum, tí fólk hava ein
støðugan illgruna um, at
allir súkkklarar eru dopaðir,
men soleiðis er støðan als
ikki, sigur súkklarin Sverri
Mohr Edvinsson.
Statoil kring Føroyar
súkklukappingin
hevur
einki serskilt dopingeftirlit,
men Ítróttarsamband Før
oya kann taka royndir til
kappingina, og stórur part
ur av føroysku landsliðs
súkklarunum eru kannaðir,
og har eru eingi ólógilig
evni at hóma.
Alt er klárt til at fara undir Statoil kring Føroyar
súkklukappingina. Fyrireikararnir eru væl nøgdir við, at 30
súkklarar eru við í kappingini hesaferð
Mynd: Jens Kristian Vang
30 súkklarar fara at kappast um bláu troyggjuna