mikudagur 12. juli 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 132 - 12. juli 2006 ]
Ronaldinho biður um umbering
Tað var ikki stórvegis samba yvir spælinum hjá Brasil í HM-
endaspælinum í Týsklandi, og tað eru stjørnuspælararnir á liðnum
eisini greiðir yvir. Størsta stjørnan á liðnum hevur mest sum hug at
biðja um umbering fyri avrikið.
- Nógv fólk høvdu væntað nakað stórt frá liðnum og kanska serliga
mær, men tað kom tíverri ongantíð, sigur Ronaldinho á heimasíðu
sínari.
- Eg eri keddur av, at vit ruku út úr HM, áðrenn vit veruliga høvdu
fingið víst okkara evni. Hetta kann eg ikki broyta nú, og tí vil eg
biðja um umbering fyri hetta, sigur Ronaldinho.
B36 fekk í gjárkvøldið
besta úrslitið hjá
føroyskum felag í
europeiskum dysti
nakrantíð, tá ið liðið
vann 3-0 á útivølli
ímóti maltesisku
meistarunum. B36
hevði fult tamarhald
á dystinum í tí nógva
hitanum á Malta
Champions League
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
B36 framdi týskvøldið
veruligt bragd í europeiskum
dysti á Malta. Føroysku
meistararnir spældu ímóti
maltesisku meistarunum,
og dystin vann føroyska
liðið heili 3-0.
B36 var farið til Malta
fyri at tryggja sær eitt
gott
útgangsstøði
til
seinna dystin, sum verður
spældur í Føroyum í næstu
viku, men B36 mest sum
tryggjaði sær víðari luttøku
í kappingini beinanvegin.
B36 var betra liðið á
vøllinum, teir vóru betur
fyri kropsliga, spældu betur
og vardu betur. Birkirkara
kom ongantíð til veruligar
kjansir, meðan B36 í hinum
endanum skapti fleiri møgu
leikar og útnyttaði teir
eisini.
Tríggjar ferðir skoraði
B36 upp á sínar málmøgu
leikar, og tað úrslitið er
so sannførandi, at tað
skal
verða
løgið,
um
B36 ikki kemur víðari til
næsta innleiðandi umfar
í Champions League, har
turkiska stórfelagið Fener
bahce bíðar.
Fyrireikaðu seg væl
B36 fór í góðari tíð til
Malta at fyrireika seg til
dystin týskvøldið. Hitin á
Malta er væl hægri, enn
hann er í Føroyum, og tað
var ein eyka mótstandari
hjá B36 til dystin. B36
vandi fleiri ferðir í nógvum
hita á Malta, og annars
fyrireikaðu spælararnir seg
miðvíst til dystin.
Birkirkara royndi eisini
at manna seg upp til dystin
ímóti gestunum norðanífrá,
og heilir fýra nýggir spælarar
komu til felagið stutt undan
dystinum. Spælararnir vóru
fingnir til vega frá Italia,
Fraklandi og Póllandi, og
teir skuldu styrkja um liðið,
sum annars var rakt av fleiri
skaðum.
At dysturin í næsta umfari
verður ímóti Fenerbahce er
eisini ein stór motivatión,
tí slík uppgáva er sera
krevjandi og spennandi, og
hon kann hava fitt av inn
tøkum við sær til felagið.
Sylla sló til
Dysturin millum Birkirkara
og B36 varð spældur á
tjóðarleikvøllinum í høvuðs
staðnum Valletta, og tað
var ein góð hjálp fyri B36,
at dysturin varð spældur
tíðliga á kvøldinum, tí tá
er hitin ikki so øgiligur,
sum hann kann vera mitt
á degnum. Tað vóru eini
25 hitastig, meðan dysturin
varð spældur í gjárkvøldið,
og B36-spælararnir máttu
ansa væl eftir at fáa ivaleyst
av vesku undan og undir
dystinum.
Todi
mátti
skilja lið
felagar
at
Tað gekk so harðliga
fyri seg til venjingina
hjá Start mánadagin,
at Todi Jónsson mátti
leggja upp í, tá ið
tveir liðfelagar ætlaðu
sær til hendurs. Todi
Jónsson verður aftur
at síggja á føroyskum
vølli hóskvøldið
UEFA Cup
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Start-spælararnir
taka
ikki lætt upp á uppgávuna
ímóti Skála hóskvøldið.
Mánadagin vandu teir heima
í Kristianssand, og har gekk
lívliga fyri seg, skrivar
blaðið Fedrelandsvennen.
Tveir av spælarunum
endaðu í einum hørðum
nærdysti. Marius Johnsen
fekk eina harðliga takkling
frá
Ruthford
Petersen,
og fór og sendandi við
Ruthford
omaná
sær.
Marius
sveiggjaði
við
bæði beinum og armum í
irritatión yvir taklingina,
og Ruthford leyp á føtur í
øði og var klárur at fara til
hendurs.
Føroyski spælarin í Start,
Todi Jónsson, var staddur
beint hjá, og hann leyp
ímillum fyri at verja tann
liggjandi Marius Johnsen.
- Hatta hevði ikki so nógv
upp á seg. Tað hendir í øllum
feløgum, at spælarar blíva
illir við hvørt, sigur Todi
Jónsson um hendingina.
Start-venjarin
Tom
Nordlie ger heldur ikki hóva
sták burtur úr hendingini.
– Tað er gott við eitt
sindur av hita og vilja til
venjing. Eg leggi bara
upp í, um spælarar takkla
harðliga
aftanífrá
ella
hevna seg, sigur hann við
Fedrelandsvennen.
Fyrrapartin setti ferða
lagið hjá Start kós ímóti
Føroyum. Teir høvdu leigað
flogfar og flugu tí beinleiðis
úr Noregi til Føroya. Í kvøld
skulu teir hava eina venjing
á Toftum, og í annaðkvøld
verður dysturin ímóti Skála
spældur á Svangaskarði.
– Vit hava góðar vónir til
dystin, men vit vita eisini,
at vit skulu taka uppgávuna
í stórum álvara. Tað átti
at verið munur millum
Start og Skála, tí vit eru
professionellir og spæla í
eini sterkari kapping, men
vit vita eisini, at føroysk
lið
geva
seg
hundrað
prosent í Europa Cup dysti.
Longri teir klára at halda
nullið, meira orku fáa teir,
og truplari verður tað hjá
okkum, sigur Todi Jónsson.
– Eg vóni, at vit klára
at vinna dystin, men vit
kunnu eisini liva við einum
javnleiki, sigur hann.
Todi spælir
Tveir av spælarunum hjá
Start eru skaddir til dystin
ímóti Skála hóskvøldið.
Todi Jónsson er frískur og
klárur at spæla.
– Vit hava ikki fingið
liðuppstillingina enn, so
eg veit ikki, um eg skal
byrja inn, men eg vóni tað.
Eg havi spælt hampuligt
í seinastu dystunum, og
vónandi skal eg spæla ímóti
Skála, sigur hann.
- Vit hava ikki spælt so
væl
seinastu
dystirnar,
og vit høvdu tað trupult
í einum steypadysti ímóti
einum 1. deildarliði herfyri,
so vit vita væl, at vit skulu
gera ein góðan innsats
ímóti Skála fyri at fáa eitt
gott úrslit.
Johan lítlar vónir
Blaðið Fedrelandsvennen
hevur tosað við Skála-
venjaran Johan Nielsen,
og vónirnar hjá honum til
dystin ímóti Start eru ikki
góðar.
– Vit hava ongan møgu
leika til at koma víðari.
Tað besta, vit kunnu vóna,
er at fáa ein javnleik á
heimavølli, sigur Johan
Nielsen við blaðið.
– Eg havi ikki sæð Start
spæla í ár, men eg sá teir
spæla í fjør. Teir eru væl
fyri kropsliga og halda
eitt gott norskt støði, sigur
hann.
Oyggjaleikir 2011 verða á Wight
Í kapprenning við Bermuda eydnaðist tað í vikuni Isle of Wight at vinna
vertsskapin til Oyl í 2011
Hetta varð avgjørt, nú altjóða oyggjaleikanevndin hevði aðalfund í
vikuni. Roknað varð annars við, at Bermuda hevði góðan møguleika at fáa
vertsskapin, men sum skilst, so ætla tey nú at dyrgja eftir vertsskapinum í
2013.
Tað er annars árið, har Føroyar eisini hava tosað um at søkja um vertsskap,
men sum skilst, so eru føroyingar nú sinnaðir at bíða í tvey ár við hesum.
Serstakliga tí tað mangan hevur verið eitt slag av rotatiónspolitikki í
vertsskapinum, og at kabalin tí gongur upp við norðurlendskum vertsskapi
aftur í 2015. Tað er longu avgjørt, at Oyggjaleikirnir í 2009 verða á Álandi.
B36 spruttaði í
Birkirkara-B36 0-3 (0-2)
Champions League, 1. innleiðandi umfar
Tjóðarleikvøllurin í Valletta á Malta
0-1: Ahmed Davy Sylla, 14.
0-2: Ahmed Davy Sylla, 32.
0-3: Hanus Thorleifsson, 89.
Dómarabólkur úr Hvítarusslandi: Sergei Shmolik, Vasili
Kalinovski, Dzmitry Siamionau og Igor Kruh
UEFA-umboð: Peter Jones, Ongland
Birkirkara: Andrzej Bledzewski – Roderick Sammut
(Steve Sadowski, 65.), Guido Gallovich, Kenneth Scicluna,
Lino Galea, William Camenzuli, George Mallia, Matthew
Calscoine (Alan Tabone, 71.), Angelo Paradiso, Hatim Sbai
(Thomas Paris, 52.), Jean Pierre Mifsud Triganza
B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen Herbert í
Lon Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Alex José dos Santos
- Johan Ellingsgaard (Jóhan V Gunnarsson 63.), Klæmint
Matras, Mikkjal Thomassen, Bergur Midjord (Símin
Hansen 88.), Hanus Thorleifsson - Amed Davy Sylla (Óbi,
74.)
FAKTA
Todi Jónsson spælir í annaðkvøld aftur á føroyskum vølli. Hann
er komin við Start til Føroya fyri at spæla UEFA Cup dyst ímóti
Skála