Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juli 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 132 - 12. juli 2006 ] – Dysturin týs­kvøld­ ið var nakað av tí størsta, sum eg havi verið við til sum fótbóltsspælari, og tað er sera umráðandi, at vit nú gera arbeiðið liðugt á heimavølli, sigur Herbert í Lon Jacobsen, verjuspælari hjá B36 Champions League Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo B36-spælararnir vóru ovurfegnir eftir framúr góða avrikið á Malta týskvøldið. Teir vóru farnir avstað fyri at tryggja sær gott útgangsstøði til heimadystin, men teir avgjørdu mest sum alt beinanvegin. – Vit fóru til dystin fyri at halda nullið. Síðani skuldu vit royna at lúra eftir teimum kjansum, vit kundu fáa. Vit kláraðu at halda teimum frá kjansum, og harafturat kláraðu vit at skora trý mál. Hetta var fantastiskt. Vit høvdu als ikki vænt­ að, at vit skuldu fara at vinna so greitt, sigur Herbert í Lon Jacobsen, sum spældi í miðverjuni hjá B36 týskvøldið. – Liðið hjá okkum var sera væl skipað, og teir høvdu ongan veruligan málkjans allan dystin. Teir royndu seg onkuntíð úti frá ella við hálvum kjansum, men tað var eingin veruligur vandi á ferð. Vit høvdu fyrireikað okkum væl til dystin, og tað loysti seg, sigur hann. Gekk væl við hitanum Føroysk feløg hava tað mangan trupult við at spæla europeiskar dystir í nógvum hita mitt um summarið har suðuri í Europa. Soleiðis var eisini hesaferð, hóast hitin ikki var so øgiligur, sum hann hevur verið onkra aðra tíð. Tað vóru eini 25 hitastig, tá ið dysturin var spældur, og tað yvir­ livdu teir treisku B36- spælararnir. – Tað hjálpti væl, at vit høvdu vant fleiri ferðir á Malta undan dystinum, so vit vitstu, hvat tað merkti at spæla í nógvum hita. Eg haldi, at tað gekk heilt væl at spæla í hitanum. Sjálvandi var tað strævið, og vit máttu drekka nógv vatn allatíðina, men tað gekk, sigur Herbert í Lon Jacobsen. Arbeiðið skal gerast liðugt Nú hevur B36 allar møguleikar fyri at koma víðari til annað innleiðandi umfar í Champions League. 90 minuttir eru eftir at spæla, men B36 hevur eina leiðslu á trý mál, sum teir skulu verja á heimavølli. – Vit fara at gera alt fyri at koma víðari í kappingini. Nú hava vit møguleikan, men vit skulu spæla ein dyst afturat, og ta uppgávuna fara vit eisini at taka í stórum álvara, sigur Her­ bert í Lon Jacobsen. – Dysturin týskvøldið var nakað av tí størsta, sum eg havi verið við til sum fótbóltsspælari, og tað er sera umráðandi, at vit nú gera arbeiðið liðugt á heimavølli, sigur hann. Frakland vil hava Domenech Franska fótbóltssambandið hevur boðið Raymond Domenech at halda fram sum landsliðsvenjari. Domenech megnaði at fáa Frakland í finaluna í HM, hóast avrikini á liðini til endaspælini ikki vóru so sannførandi. Nú stendur Frakland frammanfyri einum ættarliðsskifti, tí Frakland hevði elsta landsliðið í HM. Nevndin í franska fótbóltssambandinum var samd um at bjóða Domenech ein nýggjan sáttmála, men avgerðin um hetta fellir ikki fyrr enn í næsta mánaði. Frakland er aftur í næstu undankapping í bólki saman við Føroyum, og Frakland kemur hendan vegin at spæla næsta ár. hitanum á Malta B36 legði bragdliga fyri, tí longu efti góðar 10 minuttir hevði liðið lagt seg fram um 1-0. Bergur Midjord, sum longu hevur gjørt vart við seg í altjóða dystum hjá B36, setti ferð á fram eftir í vinstru síðu. Hann fann Sylla á brotsteigarmarkinum, og har fekk álopsspælarin av Fílabeinsstrondini vent sær og smekka bóltin í málið. Sylla var aftur upp á spæl, tá ið ein góður hálvur tími var spældur. Hesaferð var tað eitt langt innkast, sum var tveitt inn í brotsteigin hjá Birkirkara. Fróði Benjaminsen longdi, og so var Sylla á rætta staðnum og beindi bóltin í málið við høvdinum. B36 vardi væl B36 tóktist hava fult tam­arhald á gongdini í dystinum. Birkirkara royndi at leypa á og trýsta B36, men liðið av Malta kláraði ongantíð at spæla seg ígjøgnum B36-verjuna, har Herbert í Lon Jacobsen og Fróði Benjaminsen hesaferð mannaðu miðverjuna. Jákup Mikkelsen, sum plagar at hava úr at gera í altjóða dystum, hevði lítið og einki at taka sær av hesaferð. Víst hevði Birkirkara onkrar royndir úti frá, men talan var ongan­ tíð um upplagdar kjansir, og tað eydnaðist teimum heldur ikki at skora. Í seinna hálvleiki legði B36 dent á at halda 2-0 leiðsluna, og teir spældu upp á kontra, tá ið møguleikin var til tað. Minuttirnir gingu, og tað sá leingi út til, at B36 skuldi halda leiðsluna, men so kom eitt mál – til B36. Vanliga leiktíðin var farin, tá ið innskifti Óbi fann Hanus Thorleifsson við einari stikning. Hanus var ísakaldur í hitanum og skoraði til 3-0. Betur fyri kropsliga Heimasíðan maltafootball. com skrivar um dystin, at B36 spældi betur og var vandamiklari. Harafturat held­ur heimasíðan, at føroyska liðið var betur fyri kropsliga. Tað tóktist vera sjónligt, at fleiri av spælarunum hjá Birkirkara ikki eru í góðum formi her mitt í teirra summarsteðgi. Tað er ikki oftari enn so, at føroysk lið í altjóða dysti eru betur fyri kropsliga enn teirra mótstøðuliðið, men soleiðis var tað eftir øllum at døma hesaferð. Úrslitið hevur við sær, at B36 hevur sera góðar møguleikar fyri at koma víðari til annað innleiðandi umfarið í Champions League. Seinni dysturin ímóti Birkirkara verður spældur á Tórsvølli í næstu viku, og tá skal B36 royna at verja 3-0 leiðsluna hjá sær. Eydnast tað, skal B36 spæla ímóti Fenerbahce í 2. umfari tann 25. juli. – Hetta var fantastiskt Sylla skoraði tvey av málunum, sum B36 gjørdi í Champions League dystinum á Malta í gjárkvøldið Klinsmann gevst Jürgen Klinsmann boðaði týskvøldið frá, at hann gevst sum venjari hjá týska fótbóltslandsliðnum. Tíðindini hava skelkað týsku tjóðina, sum seinasta stóra mánaðin hevur verið í rættuligum fótbóltsrúsi. Týska landsliðið kláraði at blanda seg millum tey bestu í HM-endaspælinum, vísti stórspæl og megnaði at vinna bronsumerkini. Góðu úrslitini og positivi profilurin hjá venjaranum, spælarunum og øllum teimum, sum hava verið kring týska liðið, verður fyrst og fremst roknað at stava frá Klinsmann. Í Týsklandi verður roknað við, at fótbóltssambandið hevur hjálparvenjaran hjá Klinsmann, Joachim Löw, sum fremsta evnið at loysa Klinsmann av.