Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juli 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 132 - 12. juli 2006 útlond »-Søgurnar eru mangar, men tit skulu ikki gita« Indiski forsætisráðharrin aftan á bumburnar í Mombai. Indisku myndugleikarnir stúra fyri, at víðgongdir bólkar fara at hevna bumbuatsóknina í Mombai. Yvirgangur Árni Joensen: fartekst@mail.dk Enn hevur eingin á- tikið sær ábyrgdina av teimum blóðugu bumbu- spreingingunum í Momabi í gjár, og indiska stjórnin roynir av øllum alvi at forða fyri tilvildarligum hevndartiltøkum. -Eg heiti inniliga á fólk um at taka gerandisdagin uppaftur. Søgurnar kunnu vera mangar, men tit skulu ikki taka tær í álvara, segði Manmohan Singh, forsætisráðharri, í einari beinleiðis ávaring til indis- ka fólkið í gjárkvøldið. Tann vanliga uppfatanin er, at tað vóru víðgongdir muslimar í Kashmir, ið løgdu tær átta bumburnar í tokini í Mombai, og blaðið Times of India skrivaði í morgun frá keldum innan fregnartænastuna, at løg- reglan er av somu uppfatan. Blaðið vísti samstundis á, at islamistarnir í Kashmir hava framt líknandi atsóknir fyrr. Óheftir eygleiðarar vísa harafturímóti á, at møgu- leikarnir eru fleiri. Teir ásanna, at tað er rættiliga sannlíkt, at boðini um bumbuálopið komu úr Kashmir, men at tað kunnu eisini vera víðgongdir felagsskapir í sjálvum India, sum løgdu atsóknina til rættis. Ein annar møguleiki er, at al-Qaeda hevur samband við atsóknina, sum á mangan hátt minti um atsóknir, sum al-Qaeda hevur skipað fyri. Eitt nú tað at stutt var ímillum tær átta bumburnar, sum brustu innan fyri seks minuttir. Tað krevur góða fyriskipan, og tí ivast serfrøðingar ikki í, at tað vóru menn við hollum kunnleika, ið løgdu atsóknina til rættis, skrivar Reuters. Fyrrapartin kunngjørdi innanríkisráðið í New Deh- li, at bumburnar í Mombai høvdu kravt 183 mannalív, og at 661 fólk høvdu fingið skaða. Atsóknin er sostatt næstan líka blóðug sum tann fyri 13 árum síðani, tá fleiri bumbur kostaðu 250 mannalív, meðan meiri enn 1.000 fingu skaða. Bumburnar vóru so sterkar, at tokvognarnir fóru í smildur. Óttast hevndarálop Rinda ov lítið í skatti Teir búskaparligu vísmenninir í Danmark halda, at tey donsku reiðaríini gjalda alt ov lítlan skatt, skrivar Berlingske Tidende. Vísmenninir vísa á, at í 2004 høvdu reiðaríini næstan 15 milliardir krónur í avlopi, men at tey rindaðu bara 57 milliónir krónur í skatti. Jens Hald Madsen, sum er framsøgumaður hjá stjórnarflokkinum Vinstra í skattamálum, sigur við Berlingaran, at hann vil fegin hava at vita, hvat ríkiskassin fær burtur úr reiðaravirkseminum. Hann viðgongur, at orðini hjá vísmonnunum vekja ans, og hann heldur, at tað munnu tey eisini gera hjá vinnumálaráðharranum. Putin undir trýsti Eitt av fremstu málunum hjá Russlandi er at sleppa upp í heimshandilsfelagsskapin WTO, og Vladimir Putin, forseti, fer uttan iva at bera tað upp á mál, tá hann hittir hinar leiðararnar á G8-fundinum, sum verður í St. Pætursborg um vikuskiftið. Men hinir vilja heldur tosa um onnur viðurskifti so sum ta lítlu russisku virðingina fyri demokratii og mannarættindum. Tað er serliga USA, sum er ímóti russiskum limaskapi í WTO. Amerikanski films- og tónleikaídnaðurin krevur, at Russland skal steðga teirri stóru piratkopieringini, og ídnaðurin krevur, at George W. Bush, forseti, skal ikki skriva undir nakra semju við Putin, fyrr enn tann spurningurin er avgreiddur. Samstundis krevja amerikanskir íleggjarar at fáa atgongd til tann russiska fíggjarheimin. Bretska blaðið The Guardian skrivar, at Putin er leiddur av verandi støðu, og at hann kennir seg settan uttanfyri, tí Russland er tað einasta av G8-londunum, sum ikki er limur í WTO. -Russiski búskapurin er bara tann tólvtistørsti í heiminum, men landið vil hava viðurkenning sum ein virkin og sjálvsstøðugur spælari á altjóða vøllinum, skrivar The Guardian. Aceh fær sjálvsstýri Tjóðartingið í Indonesia samtykti í gjár, at landsparturin Aceh, sum er har vesturi á oynni Java, skal fáa avmarkað sjálvsstýri. Samtyktin er í samsvari við friðaravtaluna millum stjórnina og loysingarrørsluna í Aceh, sum kom í lag eftir samráðingar í finska høvuðsstaðnum Helsinki í fjør. Eftir semjuni fáa teir lokalu myndugleikarnir í Aceh ræði á øllum málsøkjum uttan hernaðar-, uttanríkis- og skattamálum, og tað ber í sær, at teir lokalu politikararnir umsita 70 prosent av inntøkunum í landspartinum, sum serliga stava frá olju og gassi. Tað eru kortini ikki øll, sum eru so fegin um, at Aceh fær sjálvsstýri á fleiri økjum. Eitt nú stúra fleiri fyri, at politikararnir fara at skerja rættindini hjá kvinnunum, og at landsparturin fær tær illa lýddu sharialógirnar. Mannarættindafelagsskapir stúra fyri, at teir lokalu politikararnir fara at avlýsa eina ætlaða rættarviðgerð, sum skuldi kanna skuldsetingar um harðskap undir borgarakrígnum í Aceh, sum vardi í 29 ár. Putin vil hava Russland upp í WTO. Ísur og ísfjøll gera tað sera trupult at vinna olju undan grønlendska havbotninum. Grønland Árni Joensen: fartekst@mail.dk Fyri nøkrum døgum síðani kunngjørdi ein amerikan- skur stovnur, at havbotnurin undir Eysturgrønlandi fjalir kanska eina av teimum størstu oljugoymslunum í heiminum, og dagin eftir gjørdu danskir fjølmiðlar nógv burtur úr tíðindunum. Men sambært ameri- kanska oljufelagnum Con- ocoPhilips er tað als ikki vist, at grønlendingar ella danir fáa nakað burtur úr oljuni, um hon yvirhøvur er har. ConocoPhilips sigur, at ongastaðni í heiminum er tað so torført at útvinna olju sum í tí arktiska økinum. Feløgini, sum royna og hava roynt, hava ovurhonds stórar trupulleikar. Eitt nú eru ísfjøllini vandamikil fyri oljupallarnar, og harafturat hava feløgini stórar trupulleikar av tí nógva ísinum, sum legst av pallarnar og hjálparskipini, sigur danska útvarpið. Blaðið Los Angeles Ti- mes nevnir sum dømi, at ein verkætlan hjá Shell við russisku oynna Sakhalin er vorðin nógv dýrari, enn felagið hevði roknað við. Og Sakhalin er jú sunnan fyri pólkringin, leggur blaðið afturat. Náttúran forðar oljuvinnu í Grønlandi SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk