Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-12, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. juli 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 132 - 12. juli 2006 bilar SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 At luksusbilarnir Lexus teljast millum heimsins bestu bilar, vísa nógvar brúkarakanningar frá ymiskum analysustovnum kring heimin. Vit hava royndarkoyrt nýggjasta Lexus 300 GS Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Søgan um luksusbilin Lexus er tann, at tað var Toyota-leiðslan sum síðst í 80-unum samdist um at gera ein luksusbil, sum skuldi kappast við heimsins bestu bilar, bæði í kvaliteti og tænastu á hægsta støði. Fyrsti Lexus varð sýndur fram á Detroit Auto Show í 1989. Eftir stuttari tíð var Lexus ein tann mest seldi luksusbilurin í USA. Ein Lexus er nakað heilt fyri seg. Bara við at lata hurðar og lúkur upp og aft­ur, merkist beinanvegin góði kvaliteturin. Alt er so gjøgnumført og lætt at handfara. Hesin nýggjasti Lexus 300 GS er eksklusivur bilur í allar mátar. Bilurin vit royndarkoyrdu var sera væl útgjørdur við t.d. leður­ kabinu og auto­mat­iskum 2-sonu klimaanleggi og aircondition í forsetrunum, multifunktionsdisplay við GPS-ara og bakkikamera. Við t.d. at trýsta á ein knøtt á instrumentborðin­ um kemur ein sólgardina upp fyri sjálvan bakrútin. Tá bilurin so verður sett­ ur í bakkgear, fer sól­ gardinan automatiskt niður, bakkikameraði, sum er í litum, vísir alt sum er aftan fyri bilin, og bæði síðuspeglini stilla seg inn soleiðis at bilførarin sær niður við síðuna á bilinum, og hvar bakhjólini eru. Tað er helst lættari at siga hvat ein slíkur bilur ikki hevur av útgerð, tí har er næstan alt. Vit kunnu nevna t.d. Bluetooth til telefon, automatisk niður­ blending av síðu- og bakki­ speglum, Xenon-lyktir við automatiskari hæddar­ stilling, ”Smart-key entry” umframt so gott sum alla elektronisku tøkni, sum man kann vænta av einum bili í hesum klassanum. Hann hevur memory-stiling til tríggjar ymiskar persónar í báðum forsetrunum, so­leið­ is at forsetrini, síðu­spegl­ini og rattið stilla automatiskt til tað tey eru programeraði til. Lexus GS300 er bæði lættur, ljóðleysur og kvik­ ur at koyra. 6-trins auto­ matgirkassin og V6 motor­ urin samstarva so væl, at tað er ein sonn frægd at koyra bilin. Koyrieginleikarnir er eisini í serklassa. Frá Reyni Service verður upplýst at Lexus GS300 kosta frá kr. 598.000,-. Bilurin vit royndarkoyrdu kostaði við leðurpakka og komfortpakka + sóltak íalt kr. 696.000,- Lexus GS300 aut: Tá bert tað besta er gott nokk Motorurin: 3.0 litur 6 syl. 24V 249 hk 0-100 km/t: 7.2 sek. Bensinnýtsla: 10,2 km/l Dekkstødd: 245/40-18 Stødd og vekt: Longd 483,0 cm Breidd 182,0 cm Hædd 143,0 cm Eginvekt: 1.575 kg Viðførisrúm: 430 litrar Prísur: kr. 696.000,- (v.leðurpakka og komfortpakka + sóltak) Søluumboð: Reyni Service Vegurin langi FO-110 Hoyvík Tel. 353040 www.reyniservice.fo Lexus GS300 aut. Lexus GS300 er eksklusivur bilur í allar mátar og tekur seg væl út í føroyska landslagnum. Motorurin er ein 3.0 litur V6 við 249 hk Myndir Álvur Haraldsen