mikudagur 12. juli 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 132 - 12. juli 2006
39
Nýggjasti Mitsubishi
Lancer, sum einans
hevur fingist sum
stationcar, fæst nú
eisini í eini sportligari
sedan útgávu við
2.0 litur motori.
Bilurin er gjørdur
við rallybilinum
Lancer EVO IX sum
fyrimynd
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Tað koma alt fleiri modell
frá Mitsubishi á evropeiska
marknaðin. Seinasta nýggja
er Lanser Sedan, sum er ein
sportlig útgáva við nógvari
eykaútgerð og 3 ára garanti
uttan kilometuravmarking.
Mitsubishi kundu fyri
tann skuld nevnt bilin Sport
Sedan, tí hann er gjørdur við
framkomna rallybilinum
Lancer EVO IX sum fyri
mynd. Tað sæst eisini
aftur í koyrieginleikunum
og útgerðini annars. Spoil
arin aftan setur eisini sín
sportliga dám á bilin.
Motorurin er ein 2,0 litur
við 135 hk og beinleiðis
bensininnspræning.
Lancer Sedan 2.0 er væl
útgjørdur við t.d. ABS
bremsum við EBD og skivu
bremsum á øllum fýra hjól
unum, 16” alufelgum, heila
utomatiskum klimaanleggi,
el-síðurútum framman og
aftan, fjarstýrdum sentral
lási, airbag framman, í
síðunum og gardinairbag,
3-punkts trygdarbeltum við
øll sitiplássini, el-síðuspegl
við hita, elektroniska start
sperru og MOMO-leðurratt,
crom-pedalir og leðurgir
knøtt, RDS-radio við fløgu
spælara, hita í setrunum.
Førarasetrið kann stillast í
hædd, so lætt er at finna
sær eina góða koyristøðu.
Lancer Sedan er ein ele
gantur og rúmligur sedan
við góðum, tryggum og
sportligum koyrieginleik
um. Talan er um ein bil sum
avgjørt er kappingarførur í
prísi og dygd.
Umframt hesa 2.0 útgáv
una fæst Lancer Sedan
eisini í eini útgávu við 1,6
litur motori sum kostar frá
188,000,-. Bilurin kann
síggjast og roynast á bila
søluni Ivan Johansen Bilar
við Hoyvíksvegin.
Fólk í Havn hava lagt
til merkis ein sterkt
gulan Peugeot 307 við
“Fair Pay” skeltum
og løgnu áskriftini
á síðuni: “Ikki gera
ikki nakað”. Tað er
fyritøkan Intrum
Føroyar, sum eigur
bilin. Vit hava spurt
stjóran, Jákup Bech
Jensen, hvat alt hetta
er fyri nakað
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Jákup Bech Jensen, sjóri
í innkrevjingarfyritøkuni
Intrum Føroyar, sigur, at
tað kann koma fyri hjá
okkum øllum, at vit gloyma
at gjalda eina rokning ella
ikki hava pening at gjalda
við, tá ið hon fellur til
gjaldingar.
Orsøkirnar
kunnu vera so ymiskar.
Men avleiðingin verður,
at peningur restar í hjá tí,
sum hevur sent rokningina.
Hetta er peningur, sum
viðkomandi hevur væntað
sær at fáa, og tí vendir
viðkomandi sær til okkara
fyri at fáa hjálp. Vit leggja
okkum eftir at innheinta
pening á heiðurligan hátt
við so lágum kostnaði, sum
til ber. Vit leggja stóran
dent á gott samskifti við
kundan.
Um hugskotið aftan fyri
slagorðini ”Ikki gera ikki
nakað”, sigur Jákup, at tá
ið vit senda ein rykkjara, so
má tann sum fær rykkjaran
ikki setast hendur í favn –
men heldur gera nakað. Tað
er sjálvandi bíligast og best
at gjalda skuldina alt fyri
eitt, men vit kunnu altíð
gera eina avtalu um longda
gjaldsfreist. Gula kortið og
“Fair Pay – please” er merki
hjá Intrum um allan heim.
“Fair Pay – please” vísir til,
at hildnar avtalur í sambandi
við gjalding er lykilin til
gott handilssamband. Tá ið
keypt og selt verður upp
á borg, merkir tað, at part
arnir gera sínámillum sátt
mála. Verður rokningin
ikki goldin, merkir tað, at
“leikreglurnar” í sáttmál
anum ikki eru hildnar.
Intrum Føroyar er ein
deild hjá altjóða innheint
ingarfyritøkuni
Intrum
Justitia. Hetta er fremsta
fyritøkan í Evropa innan
miðvísa áognarstýring, sum
á enskum verður rópt Credit
Management Services. Á
hvørjum ári viðger Intrum
milliónir av málum fyri
fyritøkur og stovnar kring
allan heim.
Jákup Bech Jensen, sjóri í Intrum Føroyar, við gula Peugeot-bilinum. Á síðuni standa slagorðini
”Ikki gera ikki nakað”
Mynd: Jens Kristian Vang
Intrum Føroyar:
Guli bilurin sæst aftur í landslagnum
Mitsubishi Lancer
– nú sum sportligur sedan
Mitsubishi Lancer Sedan 2.0
Motorurin
2,0 litur 4 syl. 16V og 135 hk
0-100 km/t
10,0 sek
Bensinnýtsla 11,6 km/l
Dekkstødd
195/50-16
Stødd og vekt:
Longd
448,5 cm
Breidd
169,5 cm
Hædd
148,0 cm
Eginvekt
1250 kg
Viðførisrúm
430 litrar
Prísur
frá kr. 205.000,-
Søluumboð
Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo
FAKTA
Mitsubishi lancer Sedan 2.0 við 135 hk og beinleiðis bensininnspræning
Spoilarin aftan setur sín sportliga dám á bilin
Lancer Sedan innan við t.d. MOMO-leðurratti, crom-
pedalum og leður girknøtti
bilar